Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. oktober 2014 · Nr. 121 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Fróði Magnussen Tíðargrein síða 12 Hækkið há­marks­ ferðina... Bergur A. Dalsgarð Kjak síða 14 Eru vit betri? Politisku flokkarnir skulu leggja fram rokn­skap, har upplýst verður um, hvørj­ar inntøkur flokk­urin hev­ ur, og hvaðan hesar stava, her­undir hvør hevur latið privatan stuð­ul til flokk­in, løgtingslimir og val­ evni til løg­tings­val. Tað sigur Tjóðveldi í uppskoti, sum flokk­urin legði fyri tingið týs­ dag­in og sum var til fyrstu viðgerð í løg­ting­inum hósdagin. Endamálið er – sambært upp­ skots­still­ar­anum – at tað skal verða púra gjøgn­um­skygt, hvussu pol­i­tisku flokk­arnir – og valevnini verða fíggj­að. Hetta skal forða fyri, at fíggj­ar­lig á­hug­a­mál skulu fáa á­virk­an á støð­ u­tak­an hjá løgtingsfólkum. Tí sum vit í ytsta konsekvensi kunnu kalla korruptión. Hvussu støðan er við fíggj­ar­lig­ um stuðuli hjá flokkum og val­evn­ um, vita vit ikki. Tí tað verður ikki upp­lýst. Eingin tosar um tað, og eing­in spyr um tað – tí eingin hevur krav upp á at vita tað. Tí er tað gott, at eitt slíkt upp­ skot er komið í tingið. Móttøkan í løg­ting­i­num hósdagin var positiv, og tað merk­ir helst, at uppskotið fer at verða samtykt. Tingfólk høvdu hug at tengja upp­skotið saman við tí, at Føroyar í 2008 vórðu skipaðar sum eitt val­ dømi. Onk­ur helt, at vit áttu at farið aft­ur til gomlu skipanina. Eisini vísa tey á, hvussu dýrt tað er voðrið at reka val­stríð, at fólk við vanligari inn­tøku ikki hava ráð at stilla upp. Bjørt Samuelsen og Bill Just­inus­ sen vístu á, at Jóannes Eid­es­gaard sum løgmaður kravdi av lands­stýr­ is­fólk­u­num í CHE samgonguni í 2008, at tey upp­lýstu alment um síni fíggj­ar­ligu áhugamál, eitt nú hvørji part­a­brøv tey áttu. Hetta var eitt skilagott krav frá ein­um løgmanni. Eitt krav, sum Kaj Leo Holm Johannesen átti at havt hild­ið fram við. Men tað gjørdi hann ikki. Bill Justinussen nevndi møg­u­ leik­an at víðka hesa skipan hjá Jó­ ann­es Eidesgaard til eisini at fevna um tingfólk, at tey skuldu upplýsa ym­isk nærstandandi viðurskifti, so sum arbeiðsgevarar, egna fyritøku og onn­ur sambond og fíggjarlig áhugamál, sum kunnu hava týdn­ ing. Tað ber ikki til at grundgeva ímóti størri gjøgnskygni í okkara parlamentarisku skipan. Tí er hetta uppskotið frá Tjóðveldi líka til høgrabeinið. Hetta lógaruppskotið snýr seg ikki um at gera tað misteinkiligt at fáa stuðul – men tvørturímóti at gera tað lógligt, men eisini gjøgn­ um­skygt, tí tað skal fráboðast alment. Gjøgnumskygni í hásætið Næmingarnir í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn vóru spentir í morgun, tá stóru kassarnir stóðu í durinum. Eins og undanfarin ár fáa landsins 1. flokkar súkkluhjálm. Børnini vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi teimum frá um hjálmarnar, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu brotið arm, fingur ella bein, at tá bar til at fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta. Í skáanum í morgun vóru næmingarnir ein túr í grøna skúlagarðinum og royndu súkkluhjálmarnar. Súkkluhjálmur kann ikki fyr­ibyrgja at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvd­ið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, mink­ ar vandi fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50 %. Hvussu virkar súkklu­ hjálm­ur? Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at forða, at hvass­ir lutir, so sum steinar ella hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skall­an. Í øðrum lagi javnar hjálm­ur­in stoytin móti høvd­ i­num yvir eina størri flatu. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla. Tað eru Ráðið fyri Ferðslu­ trygd í sam­starvi við Trygg­ ing­ar­felag­ið Før­oy­ar og Trygd, sum lata 1. floks­næm­ ing­u­num hjálmar. Súkkluhjálmar til 1. flokkar Justinus Eidesgaard: Eg eri sannførdur um, at Føroyar innast í rótini er eitt happarasamfelag. Eitt nú hetta at ein bygd ella ein býur snakkar niður á ein annan. Eg havi átt fyrstu húsini og verið knýttur at Hellunum seinastu 27 árini, eg haldi ótrúliga nógv av hesum plássi. Og eg havi enn øll hesi ár ikki møtt einum tí einasta fuglfirðingi, sum, tá ið vit møtast, ikki hevur okkurt niðursetandi at siga um mítt dreymastað á jørð, Hellurnar. Dummar og flatar vittigheitir, sum greinsa til tað pínliga. Og sama er galdandi við mínum bygdarmonnum í heimbygdini í Oyndarfirði. Eg haldi, at Fuglafjørður er eitt deiligt pláss, somuleiðis Oyndarfjørður, men eg kundi ikki hugsað mær at búð har. Mær dámar Hellurnar og eri so inn í h. troyttur av at hoyra hesar niðrandi viðmerkingar um mítt paradís á jørð. So vita tit tað! Føroyar eru eitt happingarsamfelag Tað ber ikki til at grund­ geva ímóti gjøgnumskygni Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 3 og 6 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, partvís heglingur, men um kvøldið minni vindur og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig. Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, um kvøldið minni vindur. Ælingur og hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin strúkur í vindi av vestri og ælingur, mánadagin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 7 stig. Veðrið hósnáttina: Eitt lágtrýst, 977 hPa. eystanfyri Ísland fer í landnyrðing og dýpist. Veðrið fríggjanáttina: Lágtrýstið sunnanfyri Ísland fer eystureftir. HÓSDAG FRÍGGJADAGIN LEYGARDAGIN 11-16 m/s 11-16 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s