hósdagur 23. oktober 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. oktober 2014 - Nr. 121
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin
>
MENTAMÁLARÁÐIÐ
FULLTRÚI TIL MENTAMÁLARÁÐIÐ
Sekt verður eftir dugnaligum
og ágrýtnum fulltrúa til fólkaskúlagkið
Starvið
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv á Styrisdeildini sum fulltrúi
innan fólkaskúlagkið er leyst at søkja. Tann, ið settur verður,
skal virka fyri, at játtanin verður nýtt so skynsamt sum til ber,
menna virksemisstýringina og stýringaramboð annars innan
gkið. Fulltrúin verður partur av toyminum fyri fólkaskúlagkið í
Mentamálaráðnum.
Hevuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a., at:
Skipa og menna mannagongdir fyri virksemisstyringini, m.a.
tímabýtið
Útgreina arbeiðstíðarásetingar og verða við til at meta um
skipanina
Virka fyri, at stýringarskipanir sampakka væl við leiðsluuppgávuna í
skúlunum
Hava eftirlitið við, at skúlar umsita tímatillutanina á fullgóðan hátt
Skipa hagtøl fyri virksemi í fólkaskúlanum.
Veita skúlum ráðgeving og vegleiðing í umsitingarligum
fyriskipanum innan starvsøkid
Taka lut í verkætlanum, her ímillum eisini hava verkætlanarleiðslu
Rekja aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan
Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum
høgum fakligum staði, og at arbeiðsgongdir eru í samsvari við
galdandi reglur og settum málum Mentamálaráðsins.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal:
Hava viðkomandi útbúgving og royndir innan starvsekið ella tað,
sum kann sammetast við hetta.
Hava innlit í arbeiðstíðaravtaluna hjá fólkaskúlalærarum og duga
at greina arbeiðstíðina í virksemisætlanum, ella hava evni til skjótt
at ogna sær henda førleika.
Kunna samstarva, arbeiða sjålvstødugt og í tvørgangandi
verkætlanarbólkum og toymum.
Vera tænastusinnaður og fyrikomandi
Hava innlit í KT amboð innan stýring v.m.
Kunna orða seg greitt í skrift og talu á góðum føroyskum máli
Hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum
samskifti við skúlar og skúlaleiðslur. Arbeiðið er á einum høgum
fakligum staði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Arbeiðið er í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politiska
myndugleikanum og stovnum innan undirvísing, gransking og
mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. januar 2015.
Viðmerkjast skal, at setanargkið fevnir um stjórnarráðini og
Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. 0.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmræmmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 10. november 2014, kl. 16.00. Umsøkjarar, sum ynskja
fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á
tlf. 30 65 45 ella á 55 50 45.
17
Mentamálaráðið fyrisitur målsøkini útbúgving, gransking og mentan - harundir eisini dagstovnagkið, kirkjumál og onnur truarsamfeløg,
loftmiðlar, upphavsrætt, ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað við Aðalskrivstovu, Politikkdeild, Stýrisdeild og Vitanardeild.
Stýrisdeildin hevur sum aðalmál at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av øllum tilfeingi innanfyri målsøki hjá Mentamálaráðnum. Deildin
stendur fyri fíggjarlógararbeiðinum hjá grein 7, sum skal verða gjørt í tøttum samskifti við restina av ráðnum og undirliggjandi stovnum.
Mål- og avriksstýring er eitt amboð í arbeiðinum at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av tilfeinginum. Tillutan av tímum til fólkaskúlarnar og
forskipanin til lanarkoyringar er partur av virkseminum á deildini.