hósdagur 23. oktober 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014
2
VIKUSKIFTI
filmur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann hevur verið at sæð til ymisk til
tøk seinnu árini, og hann hevur eisini
undirhildið í miðlum og á interneti við
sangum og videobrotum. Men nú hevur
hann funnið upp á nakað nýtt.
Í dag kemur út nýggjur spælifilmur
við Klovninum Bubu, sum er ein litrík
ur, føroyskur klovnur.
Bubu er kendur fyri at undirhalda
við sangum, skemti og gykli, og tað er
eisini hetta, sum myndar nýggja film
in, ið er ein góðan tíma til longdar.
Upptøkurnar til filmin eru gjørdar í
Føroyum og Danmark, og aðrir kendir
klovnar og undirhaldarar luttaka eisini
í filminum.
Finn Johannesen er høvuðsmaður
fyri Bubu, og hann hevur havt góð
fólk afturat sær at framleiða filmin og
tónleikin.
Útgáva í Kunoy
Útgávan av nýggja filminum verður
markerað í dag – fyrst í Kunoy og síð
ani við frumsýning í Klaksvík.
Fyrrapartin hittast børn, sum hava
luttikið í filminum, framleiðarar og
onnur í Kunoy, har Bubu hevur eini
hús, ið kunnu vitjast og sum annars
eru brúkt í filminum.
Í Kunoy verður tónleikur at hoyra,
og almenna útgávan av filminum verð
ur í Kunoy. Bubu sjálvur verður sjálv
andi eisini hjástaddur, syngur og sign
erar postkort.
Eftir tiltakið í Kunoy verður frum
sýning av filminum í Atlantis kl. 12.30.
Sum dagur
og nátt
klumman
Hetta vikuskiftið fáa føroysk
børn nýggjan klovnafilm við Bubu
Nú so nógv tos hevur verið í fjølmiðlunum
um okkara SEV og ætlanir at gera dótturfelag
til útlendska oljufelagið Magn at eiga, hevur
nakað av práti verið millum fólk um sev-
rokningarnar. Eg haldi sjálv, at tann rokn
ingin er ikki serliga stór, og havi varhugan
av, at tað eisini er hugsanin hjá nógvum. At
orkan verður grønari, tað er bara óført. Eg
skilji, at íløgurnar í vindmyllur og útvikling
av til dømis sjóvarfalsorku kosta og taka tíð.
So eg vænti ikki, at sev-rokningin minkar
beinanvegin. Heldur man tað vera soleiðis, at
rokningin fer at hækka eitt sindur spaku
ligari.
Hinvegin, tá tað snýr seg um oljunýtsl
una, so eru allarflestu á einum máli um,
at tað hevur verið og er ein tungur postur.
Tíbetur hendir tó nógv á tí økinum. Nýggj
hús hava jarðhita, hitapumpur og ymiska
nýggja tøkni, sum ger tey meira og minni
leys av oljuni. Bilarnir koyra fleiri og fleiri
kilometrar upp á liturin, og einstakir el-bilar
eru at síggja.
Hjá mær sum brúkara er himmalvíður
munur á báðum veitarunum, SEV og Magn.
Sum dagur og nátt. Teir hava fullkomiliga
hvør sítt endamál. At blanda teir saman
er eitt sindur suspekt. Seti mær sjálvari
spurningin, um Magn nú skal upp í SEV
fyri har at skava inn tað, sum teir missa við
nýggjari tøkni. Hvør onnur orsøk skuldi
annars verið! Gyngerne og karusellen…
Hjá Jarðfeingi, sum stóð fyri útbjóðingini
av vindmyllulundini í Húsahaga, siga tey, at
ásettur er fastur kostnaður fyri kilowattíman
á 31,6 oyru næstu fimtan árini, og at olju
felagið tí ikki kann trýsta prísin upp. Men
vindmyllur, sjóvarfalsorka o.a. fara at gera
orkuframleiðsluna bíligari, so kanska er tað
tann munin, oljufelagið væntar sær komandi
fimtan árini. At oljufelagið fer út í filantropi,
tað er óhugsandi. Endamálið hjá teimum
er jú at vinna pening. Soleiðis er tað bara.
Fimtan ár eru rættiliga long tíð, tá tað snýr
seg um tøkni, so har fer nógv at henda.
Annars er hetta samstarvið millum SEV
og Magn um vindmyllurnar í Húsahaga ikki
nýtt, men var alment longu í januar 2013.
Hóast tað, so eru nakrir politikarar nú farnir
at geva ilt av sær um samarbeiðið. Tað tykir
mær, sum teir ikki hava vitað um hetta fyrr
enn nú. Sum ikki einaferð, so hava teir ligið
sjóvarfallið av sær! Ella er tað bara vanliga
populisman!
Vónandi vendist aftur í hesi – í mínum
eygum – skeivu avgerð, so vit eisini eftir
komandi fimtan árini kunnu gleðast um
somu lágu sev-rokningar, umframt grøn og
bíligari alternativ til oljuna.
So segði
hon...
Lit-
ríkur
klovnur
í nýggjum
filmi
– Ofta sær tað út til, at vit eru ikki
blivin til annað enn eitt kopi
av Miðflokkinum.
Kristiann Winther Poulsen,
politikari í Sjálvstýrisflokkinum
Simona
Weihe
mynd: Eydbii Myndir
Klovnurin Bubu
er í stórformi í
nýggjum spælifilmi,
ið kemur út í dag
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Modelmynd