Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 121 · 24. oktober 2014 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í 2010 skuldi Beinta á Torkilsheyggi av­ mynda tvær gentur til eina uppgávu á skúl­an­um, men sum so ofta í Føroyum fór alt í einum at regna, og so runnu tey øll inn til ommuna hjá gentunum. Har fekk Beinta ein góðan temunn, gott prát – og eitt gott hugskot. Hálvan tíma seinni hon tikið sína fyrstu ommu­ mynd. Leiðin gekk síðani aftur á skúlabonk í London, og tá hon síðani fekk eina upp­gávu um at gera portrettmyndir, valdi hon at arbeiða víðari við ommu­ mynd­unum og verkætlanin hjá henni fekk navn­ið Heima – heima er, har hjart­að er. – Síðani havi eg verið inni á gólv­ in­um hjá ommum kring landið – av Toft­um til Skopun og suður til Hvalba, greið­ir Beinta frá. Hon hevur vitjað fleiri enn 40 eldri kvinn­ur kring landið og tikið mynd av teim­um, og hon er ikki liðug við hesa verk­ætlan enn. Átta myndir vóru herfyri prentaðar í móta-blaðnum Oak – The Nordic Jour­nal, og enska mótablað Oh Comely hev­ur eisini brúkt eina av hennara mynd­um. Skúlin var størsta ynskið 27 ára gamla Beinta á Torkilsheyggi er av Nesi. Seinastu árini hevur hon verið bú­sitandi í London, har hon hevur ging­ ið á mótaskúlanum London College of Fashion – University of the Arts, ið er fremsti mótaskúlin í Bretlandi – og ein av fremstu mótaskúlum í heiminum. – Eg søkti inn á skúlan í 2009, men fekk í grundini at vita frá skúlanum, at eg skuldi ikki rokna við at koma inn, tí eg manglaði eina grundútbúgving. Men eg søkti alíkavæl, og tað endaði við, at eg varð einasti norðurlendingur í flokkinum, ið slapp inn á skúlan tað ár­ið, greiðir hon frá. – University of the Arts stóð ovast á mínum lista, og tí var eg sera fegin um, at eg varð upptikin á skúlanum. Beinta hevur tikið uni­versi­tets­út­ búgv­ing innan mótamyndatøku, og hon fekk prógvið í summar. Í løtuni er hon stødd heima í Føroyum, men hon kundi hugsað sær at farið av landinum aft­ur at arbeitt við myndatøku. Ommurnar fangaðu Samstundis sum Beinta á Torkilsheyggi hev­ur gjørt skiftandi uppgávur á skúl­ anum og í arbeiði, hevur hon varðveitt ommu­myndirnar sum eitt persónligt pro­jekt. – Tá tú fæst við mótafotografering er alt so pent og uppsett. Myndirnar av omm­unum eru nógva meira erligar, og eg eri næstan blivin bundin at av hava eitt slíkt projekt við síðuna av øllum tí, sum eg annars fáist við, sigur hon. – Myndatøkurnar av ommunum hava verið sera gevandi fyri meg. Eg havi hitt nógvar ommur, og tað hevur ver­ið sera áhugavert at síggja so nógv ym­isk heim her í Føroyum. Eg havi lært tær eitt sindur at kenna, fingið onkra góða kakuuppskrift og tað mest týdn­ ingarmesta, myndinar. Tað hevur veru­ liga givið meining fyri meg at tikið hes­ ar myndir, og tær hava stimbrað mín. – Harafturat vóni eg eisini, at eg havi kunnað givið hesum kvinnum og fam­iljum teirra eina góða mynd, sum tey vónandi eru glað fyri. Spontanar vitjanir Beinta á Torkilsheyggi hevur vitjað fleiri enn 40 eldri føroyskar kvinnur í sam­bandi við myndatøkurnar. Nógvar av kvinnunum hava verið einsamallar í sínum gamla heimi. – Eg havi roynt at gjørt vitjaninar so spontanar sum gjørligt. Eg havi van­liga ringt til tær sama dag, sum eg havi ætl­ að mær at vitja tær, tí hugsanin hev­ur ong­antíð verið, at vit skuldu fyri­reika mynda­tøkuna í longri tíð. Tað skuldi verða so erligt og gerandisligt sum gjør­ ligt, sigur hon. – Kvinnurnar hava tikið sera væl ímóti mær. Vanliga hava vit fingið okk­ um ein drekkamunn og hava prátað eitt sindur saman, so eg havi lært tær eitt sindur at kenna. Síðani hava vit í fe­ lag valt eitt rúm til at taka myndina í, og eg havi roynt at funnið tey mest upp­runaligu støðini í heiminum at taka mynd­irnar. – Tað er vanligt, at fólk umvæla eldri hús og gera tey eitt sindur í stand, men eg havi hvørjaferð leitað eft­ir einum so upprunaligum parti av hús­unum sum gjørligt, tí tað er kanska júst tann parturin, sum sigur mest um kvinn­ur­nar. Samspælið millum ommurnar og heimið er sentralur partur av mynda­ tøk­un­um, og rúmini, har myndirnar eru tiknar, siga eisini nógv um kvinnurnar. – Tað hevur verið ein kensla av at fara aftur í tíðina, tá ið kvinnurnar eru av­myndaðar í einum upprunaligum parti av teirra heimi, sum er frá 1940’unum ella 1940’unum, og har summ­ar hava brúkt 70 ár av sínum lívi, sigur Beinta. Kvinnurnar, sum Beinta hevur av­ mynd­að, hava verið millum 81 og 101 ára gamlar, og her á síðunum kunnu tit síggja nakrar útvaldar myndir. Beinta á Torkilsheyggi hevur avmyndað 40 føroyskar ommur í teirra heimi. Hon er bitin av hugskotinum, sum hon ætlar sær at halda fram við. Fleiri av myndunum eru nú prentaðar í útlendskum bløðum er har hjartað er Heima