Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 27. oktober 2014 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Vinnan síða 4-6 Símun er góður í ráðum Vinnan síða 22 Eingin tørvur á flogvølli nú Tað hevði stóran týdning fyri vinnu­ mála­ráð­harr­an og embætisfólkini í Vinnu­mál­aráðnum at seta seg at tulka nið­urs­tøðuna hjá Lands­stýr­ is­mál­a­nevnd­ini leyg­ar­morg­un­in so­leið­is, at hon ikki fekk avleiðingar fyri lands­stýrismannin – og harvið eis­ini ó­beinleiðis fyri embætisfólk hans­ara í Vinnumálaráðnum. Tað bendir alt á, nú lands­stýr­ is­mað­ur­in í vinnumálum og sam­ gong­u­fel­ag­ar hans­ara í lands­stýr­ is­mál­a­nevnd­ini toyggja og benda nið­ur­støð­una hjá nevndini soleiðis, at lands­stýr­is­mað­urin kann sleppa snikka­leysur. Og ikki nóg mikið við tí, meir­i­lutin í nevndini virðir ikki løg­frøð­is­ligu ráð­g­ev­ing­ina og ser­frøð­ina hjá Løgtinginum sjálv­ um. Um so er, at brandmaður og ein fiska­virk­is­leið­ari duga betur lóg­ar­tekstin, enn ekspertisan í løg­ ting­i­num, so er serfrøðin ikki nógv verd. Ella er tað soleiðis, tað eigur at vera? Tað sum tó veldir størstan trega er arbeiðslagið hjá sam­gong­uni. Tá Sosialurin í 2012 avdúkaði, at løg­mað­ur við sí­n­um vinnu­virk­semi hevði kost­að landi og nógv­um øðr­ um peng­ar, vildi hann vera við, at blað­ið segði ósatt. Hann avvísti tað bein­leiðis. Tá prógv­ini komu á borð­ ið, var boð­skap­ur­in, at hóast hann hevði á­byrgd­ina, so vóru tað onnur, sum høvdu skyldina. Sama støðan er við Jørgen Nicl­ a­sen. Hóast hann hevði ábyrgdina av í nagga­tódn­ini í virki hansara og skuld til lands­kassan og alt rokið um toll­málið, so vóru tað onn­ur sum høvdu skyldina. Og nú stendur Johan Dahl við á­byrgd­ini í Vinnumálaráðnum av støðuni hjá Strand­ferðsl­uni, men onnur hava skyld­ina. Hann hevur offrað ein stjóra og ein fíggj­ar­leið­ara. Teir ávaraðu um, at peng­ar fóru at vanta, og at neyð­ ugt varð við eykajáttan, men einki hendi. Landsstýrismaðurin í vinnu­mál­ um kundi gjørt nakað. Hann kundi syrgt fyri, annaðhvørt at stovnurin ikki fór út um sínar heimilidir, ella at ein umbøn um eykajáttan fór í ting­ið. Skal boðskapurin skiljast so­ leið­is, at tað er í lagi, at lands­stýr­is­ fólk bróta lógina – bara tey klára at skylda upp á onkran annan, hóast tey hava evstu og fullu ábyrgdina? Tað er spell, um vit eru komin har til, at politiska skipanin verjir seg sjálva – heldur enn at taka av­ leið­ing­ar­nar av sínum skeivu gerð­ um og sínum lógarbrotum. Enn vantar frágreðingin frá Gammel­toft í tunnilsmálinum. Skal hon eisini tulkast og snarast alt eftir, hvønn veg hon vendir? hava ábyrgd – men onga skuld Enn einaferð hevur føroyski ferð­a­fólk­a­filmurin hjá Visit Far­oe Islands vunnið altjóða films­prís. Um vikuskiftið var Tór Ver­ land Johansen, kundastjóri á Sans­um, í Portugal fyri at taka móti al­tjóða prísi á »ART&TUR Int­er­national Tourism Film Fest­ival« í Porto. Prísurin í Porto er fimti al­ tjóða prísur, sum føroyskt fram­ leiddi filmurin higartil hev­ur fingið í 2014. – Hetta er ein stórur heiður til all­ar Føroyar, tí filmurin er trúgv­ur móti teimum upp­liv­ing­ um, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum, sigur Tór Ver­land Johansen. Ein av dómarunum, Ru­pert Parker, journalistur og fram­leið­ ari fyri millum annað Nat­i­o­nal Geographic Traveller, Dis­co­ very og BBC, legði dent á, at ein ferða­fólkafilmur skal fáa fólk at ynskja at vitja landið: – Rupert var avgjørdur og vísti á, at styrkin við okkara filmi júst er, at film­urin gevur fólki hug at ferð­ast til okkara oyggj­ar, sigur Tór Verland og legg­ur afturat, at Rupert sjálv­ ur hevur verið í Føroyum í sam­ band við hansara arbeiði sum miðl­a­fólk innan ferðavinnu: – Hann var hugtikin av film­ i­num, tí at hann lýsir Føroyar á sama hátt, sum hann sjálvur hev­ur upplivað landið. Filmurin hevur fyrr vunnið prís­ir innan katagoriirnar edi­ ting, eco-tourism, outdoor tour­ ism og marknaðarføring av ferð­a­málum. Í Portugal varð film­urin heiðraður fyri besta films­hand­rit. Nú árið er við at halla, er fimti altjóða prísurin til før­ oyska filmin kanska tann sein­ asti í ár, men Tór Verland vísir á, at vón­andi fer tann nýggi vetr­ ar­filmurin eisini at skapa á­huga runt heimin: – Summarfilmurin hev­ur ver­u­liga ging­ið sína sig­urs­gongd í 2014, og tað eru vit sera err­in og feg­in um. Vit meta tó at nýggi vetr­ar­film­ur­in, sum varð av­dúk­ að­ur sein­ast í sep­tem­ber og sum eisini er gjørd­ur fyri Visit Faroe Islands, hev­ur somu dygdir, sigur Tór Ver­land Johansen. – Av tí at árstíðin er ein onn­ ur, er eisini ljósið, tón­leik­ur­in og kenslan øðrvísi enn í summ­ ar­film­i­num, men konseptið er tað sama, sigur Tór Verland Johansen at enda. Tað eru føroysku Sans­ir og Kov­boy­film, sum sam­an við donsku Li­quid­minds hava staðið fyri fram­leiðsl­uni av prís­vinn­ andi summ­ar­film­i­num. Sama toymi hev­ur staðið fyri nýggja vetrarfilminum, sum var av­dúk­ að­ur fyri ein­um mán­aði síðani. Fimti altjóða filmsprísur til Føroya Vísið ábyrgd í verki heldur enn at skáka tykkum undan Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestry og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Lot til andøvsgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið ælingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Lot til andøvsgul av útnyrðingi, seinnapartin av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin lot av ymsum ættum, turt og sólglottar, fríggjadagin hvassur vindur ella skrið av eystri og regn. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið mánamorgunin: Eitt lágtrýst, 975 hPa. við Jan Mayen fer í landnyrðing og grynnist. Veðrið týsnáttina: Brúgvalagið yvir Íslandi kemur hendavegin. MÁNADAG TÝSDAGIN MIKUDAGIN 6-11 m/s 6-11 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s Tór Verland Johansen, kundastjóri hjá Sansum, var um vikuskiftið í Porto í Portogal og tók ímóti fimtu altjóða virðislønini fyri ferðafólkafilmin hjá Visti Faroe Islands