mánadagur 27. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 8
I
27. oktober 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Hesaferð spyrja vit útflutningsvinnuna, um tørvur
er á slíkari verkætlan, sum einum altjóða flogvølli
á Flesjunum fyri 5,5 milliardir krónur. Vit kanna
útbúgvingarstøðið hjá okkara fólkavaldu og meta
saman við fólkið í Føroyum – og við útbúgvingarstøði
hjá starvsfeløgum teirra í øðrum londum. Vinnu
profilurin hesaferð er virkisráðgevin, Símun Hammer.
Vinna hesuferð...
tað hendir...
Vænta
trolfisk
sum vikan
gongur
Eitt partrolarapar landar í dag,
og nøkur landa seinni í vikuni.
Fiskiskapurin er smáligur.
- Fleiri pør liggja við bryggju, men
helst fer onkur út aftur í næstum.
Fríggjadagin vóru fimm
djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Tveir
fiska svartkalva, annar frystur,
meðan hin er á ísfiskaveiðu og
landar helst síðst í vikuni.
- Flestu djúpvatnstrolarar eru í
løtuni á grynri vatni og fiska mest
upsa og nakað av toski og øðrum.
Teir koma inn at landa, sum vikan
gongur.
Fríggjadagin lógu allir teir smáu
trolbátarnir við bryggju.
Borgara-
fundur
í Havn
Í sambandi við at Tórshavnar
kommuna hevur gjørt eina komm
unuætlan, sum stingur út í kortið,
hvussu kommunan er sær út um
15 ár, verður borgarafundur hildin
í skúlanum við Løgmannabreyt 5.
november 2014 kl.19.00.
Á fundinum fara kommunustjórin,
trivnaðarstjórin, tekniski stjórin
og borgarstjórin at greiða frá
kommunuætlanini. Borgarin fær
samstundis høvi at siga sína hugsan
um Tórshavnar kommunu í fram
tíðini.
Kommunuætlanin er politiska skjal
ið hjá kommununi um menningina
fram ímóti 2030. Í ritinum eru
tankarnir hjá býráðnum um yvir
skipaðar visjónir og stevnumið fyri
Tórshavnar kommunu.
Áður hevur verið boðað frá, at
fundurin verður 29. oktober. Men
tað verður hann ikki. Fundurin er
fluttur til 5. november 2014 kl.19.00.
Øll eru vælkomin.
Annars er kommunuætlanin vorðin
almenn. Talan er um 120 síður í
trimum frágreiðingum. Hon kann
takast niður á heimasíðuni hjá
Tórshavnar kommunu, torshavn.fo.
Eisini ber til at lesa hana ymisk støð
í kommununi. Eitt eintak liggur eitt
nú á Bókasavninum í Kollafirði og
eitt eintak er til taks í Snarskivuni.
Opið hús í nýggjum húsum
Talan er um stór og snotulig hús, sum eru bygd til
endamálið. Seinastu árini hevur Vinnuhúsið hildið til
í einum stórum sethúsum í Smærugøtu í Havn. Hóast
stór hús, so ser talan um sethús, sum ikki eru bygd til
skrivstovuendamál.
Men tað eru nýggju húsini.
Móttøkan verður fríggjadagin 7. november klokkan
15. Á skránni verður gott føroyskt ábit og føroyskur
tónleikur og onkrar stuttar røðu, siga tey í Vinnuhúsinum sum heilsa,
at limir og samstarvsfelagar eru hjartaliga vælkomin!
T
Fríggjadagin í næstu viku, 7. november, bjóða Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Havnar Handverksmeistarafelag limum og samstarvsfeløgum annars
at síggja nýggja Vinnuhúsið, sum er bygt á Óðinshædd 7 í Havn.
Eirikur Lindenskov