Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 nr. 8 I 27. oktober 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum eiga at seta krøv til landsstýris- fólkini eirilutin av ráðharrunum í norðurlendsku granna­ londunum hava longri universitetsútbúgving. Av teimum sjey lands­ stýris­fólk­unum í Føroyum hava vit til samanberingar ein­ans Anniku Olsen við longri útbúgving, meðan hini seks øll hava nomið sær útbúgvingar undir ella uttan fyri universitets­stigi. Tvey sjónarmið eru serliga viðkomandi at umhugsa, tá ið vit hava við útbúgving og fólkaumboðan ella fólkaræði at gera. Ta eina, at ein stjórn við høgari útbúgving kann við sínum førleikum styrkja fyrisitingina av landsins ognum og avgerðirnar hesum við­víkjandi. Hitt, at ein eliter stjórn kann fremmanda­gera fólk frá stjórn og sostatt ikki verður fólka­ræðisliga umboðandi. Gjógv millum miðfyrisiting og landsstýrisfólk Allir aðalstjórarnir, umframt flestu fulltrúar og deildarstjórar, ið mynda starvsfólkini í teimum ymsu føroysku ráðunum, hava kandidat­útbúgving sum setanarkrav. Súsanna Olsen, sam­felags­frøðingur, vil vera við, at ein av stóru fyrisitingarligu vansunum við, at lands­stýrisfólkini ikki hava høga útbúgving, er, at fak­liga innihaldið og dagliga samskiftið kann skeiklast. Við øðrum orðum kann tað hugsast, at embætisfólk og landsstýrisfólk tosa framvið hvørt annað. – Heimurin er mikið torgreiddari í dag enn fyri bert 20-30 árum síðani, sigur Súsanna og vísir á ástøði hjá Lars Qvortrup, sum hevur nýtt hugtakið »hyperkompleksitetur« at lýsa dagsins samfelag. Við »hyperkompleksiteti« verður sipað til samfelagsavbjóðingarnar, sum vit hava í dag. – Í dag merkja vit økta ferð á tøkniligari menning, globalisering og informatiónsstøði, sum setir størri krøv til áhaldandi førleika­ menning. Eg sigi ikki, at øktu førleikakrøvini gera okkara landsstýrisfólk óarbeiðsfør, men heldur, at tað kann vera ein vansi, at starvs­ fólkini, sum ráðgeva og gera lands­stýris­fólk­ unum tilmæli ikki samskifta um somu søk á sama hátt. Hetta er tað, ið kann føra við sær óhepnar misskiljingar millum embætisfólk og lands­stýrisfólk, sigur Súsanna. Hægri krøv Súsanna vil vera við, at hetta natúrliga eigur at seta hægri krøv til fólkaumboðandi politik­ ararnar. Tá ið dagsins samfelag krevur, at fólkið er undir áhaldandi førleikamenning, so áttu okkara fólkavaldu eisini at verið tað, við øðrum orðum. – Tær avgerðir, lógaruppskot og annað, sum politiska valdið varðar av, má sampakka við hendan áðurnevnda kompleksitetin. Sigla vit aftur úr á hesum økinum, so megna vit ikki tað, sum krevst í kapping við umheimin, og vit fáa ikki tað burtur úr, sum vit annars kundu, sigur Súsanna Olsen. Starvið hjá landsstýrisfólki og politikkara er fyrst og fremst at taka samfelagsliga ábyrgd og leiðslu. Sambært Súsonnu Olsen, so hava landsstýrisfólk og politikarar við lægri ella ongari útbúgving ikki somu ástøðiligu før­ leikar og greiningaramboð, sum lands­stýris­ fólk og politikkarar við hægri útbúgving. So­ statt er hugsandi, at landsstýrisfólkini á lægri útbúgvingarstøði ikki í sama mun sum tey á hægri útbúgvingarstøði hava hegni at meta um, hvørjar langtíðarfylgjur kunnu standast av politiskum avgerðum og lóg­gávum. – Ráðharrar hava stóra makt hjá okkum, av tí, at so stutt er frá hugsan til avrik. Vit síggja hetta millum annað í, hvussu skjótt tað var at viðtaka flatskatt og forskattan av pensjónum. Slíkt hevði ikki komið fyri í londunum kring okkum, har serfrøðin hevði verið tikin inn í við­gerðirnar, sigur Súsanna Olsen. Fólkaræðisliga forsvarligt At øll í Føroyum í grundini kunnu gerast tinglimir ella landsstýrisfólk, uttan mun til útbúgving, skal tó roknast sum ein fólka­ ræðislig suksé, vísir Súsanna á. – Parlament kring demokratiska heimin eru løgd undir at flyta seg burtur frá veljarum í tann mun, at elitan og tey vælbjargaðu ikki í sama mun kunnu representativt umboða, ella avspegla fólkasamansetingina, tey smíða lógir fyri, sigur Súsanna. – Men, leggur Súsanna fyri. – Tað er eisini ein representativ andsøgn, at samgongan í miðal er verri fyri útbúgvingarliga enn fólki í Føroyum. Súsanna Olsen vildi mælt flokkunum til at hugsa meira um førleikarnar hjá teimum fólkunum, sum verða sett í landsstýrissessir, heldur enn innanhýsis at togast um, hvør hevur uppiborið sessin í flokkinum. Landsstýrisfólk uttanífrá – At hava hjarta á røttum stað og sið­venju­ bundin politisk sosialisering er ikki nóg mikið í dagsins samfelagi. Eitt rímiligt støði og funda­ment av útbúgving og royndum skal til, um ein velur at takka ja til slíkt høgt embæti, sum ein ráðharrasessur er. Alla aðrar staðir í sam­felagnum og á arbeiðsmarknaðinum, har ábyrgd og lønir eru so høgar, er hetta minsta krav, sigur Súsanna. At enda vísir Súsanna Olsen á, at lands­ stýrisfólk skulu ikki neyðturviliga vera fólka­ vald – hesi kunnu setast uttan mun til bæði persónligt atkvøðutal og parlamentarisku støddina á flokkunum. – Ein kundi borið í bøtuflaka fyri vantandi útbúgvingarstøði hjá okkara lands­stýris­fólk­ unum við nevniliga at seta fakliga sterkar ráð­ harrar uttanum valskipanina, sigur Súsanna Olsen. M Samanborið við norðurlendsku grannalondini eru føroysku landsstýrisfólkini útbúgvingarliga verri fyri enn ráðharrarnir kring okkum. Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, vísir á, at hetta er ótíðarhóskandi í mun til krøvini, sum dagsins samfelag setir, hóast tað kanska er ein fólkaræðisligur sigur, at óútbúgvin eisini sleppa framat Mortan Absalonson Østerø Seinasta óteknokratiið