Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 8 I 27. oktober 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum m stigtakararnir til Airport 19 fáa vinnuna at trúgva upp á, at hon kann skapa fylgivinnur og økja flutningin so nógv, at íleggjararnir tora at seta pening í verkætlanina, ja so kann hon eisini realiserast. Hetta er ein sera einfaldur máti at seta tingini upp uppá, og sjálvandi eru nógv onnur atlit at taka, men grundleggjandi er tað væl so­leiðis, tað hongur saman. Tað sigur Magni Laksáfoss, búskapar­frøð­ ingur og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, sum tó leggur dent á, at hann øgiliga illa dugir ítøkiliga at meta um stórfingnu verkætlanina, tí hon er so serlig. – Tað er jú nærum ógjørligt at meta um, hvønn týdning ein sovorðin byggiverkætlan fær, og hvørjar møguleikar, hon kastar av sær, fyrr enn hon er gjørd. Men tað er ein sann­ roynd, at kost-nyttu kanningar av stórum byggi­verkætlanum í infrakervinum typiskt geva eitt negativt úrslit, tí tað er so nógv lættari at fáa eyga á tað, sum peikar skeivan veg, heldur enn tær positivu avleiðingarnar og positivu ávirkanina, sum ein slík verkætlan fær, sigur hann. Torført at spáa Sum dømi vísir Magni Laksáfos á, at danska Stóra­beltsbrúgvin av álvara kom til sín rætt sum ein týdningarmikil flutningsruta, tá Oyra­sunds­brúgvin varð bygd fleiri ár seinni. – Men Oyrasundsbrúgvin var neyvan við í roknistykkinum, tá kost-nyttu útrokningarnar vóru gjørdar fyri Stórabeltsbrúnna. Og her heima fara vit helst eisini at síggja, at Norð­ oya­tunnilin kemur enn betur til sín rætt, tá Skálafjarðartunnilin er komin. Á sama hátt er tað sera torført nú at siga, hvat møguliga hendir seinni, sum kann stuðla undir eina verk­ætlan sum Airport 19, og hon kann eisini sjálv fara at elva til samferðslubroytingar, sum eis­ini verða til gagns fyri hana sjálva, sigur Magni Laksáfoss. Tolandi prísur Airport 19 er hugsað í trimum byggistigum, har fyrsta byggistig er ein 3.300 metrar langur flogvøllur og ein 5000 fermetrar stórur terminalur. Hetta byggistigið er mett at kosta 2,4 milliardir krónur. Til samanberingar metti Lands­verk í 2010, at ein 2.700 metrar langur flogvøllur á Glyvursnesi fer at kosta 1,7 milliardir krónur, og tá er terminalur ikki við í prísinum. – Sæð í tí ljósinum haldi eg als ikki, at prísurin ljóðar so ræðandi, men stóri spurn­ ing­urin er kortini, um tørvur yvirhøvur er á einum stórum altjóða flogvølli afturat verandi vølli í Vágum. Tí er mín fyrsta hugsan, at um privatir íleggjarar hava hug at fara undir eina slíka verkætlan, so lat teir. Og vísir tað seg so, at teir vilja hava tað almenna við við nøkrum milliónum krónum um árið, so má Løgting og lands­stýri meta um, í hvørt ein slík íløga er ein skilagóð samfelagslig íløga. Er svarið ja, skal tað almenna sjálvsagt eisini vera við, sigur Magni Laksáfoss. Flúgva til London Aðra staðir her á síðunum vísa bæði stjórin á Bakkafrost og á Faroe Origin á, at tað við­víkjandi loftvegis flutningi av alifiski og fesk­fiski hevur størri týdning at hava gott sjóvegis samband við víttgreinaða altjóða loft­ferðslunetið í Stórabretlandi enn at kunna flúgva fiskin beinleiðis úr Føroyum. Men Magni Laksáfoss ivast í hesum argu­ment­ unum, tí eisini hjá teimum kann tað vera trupult at meta um møguleikarnar 10-15 ár fram í tíðina. – Eg skilji væl, at tað ikki loysir seg at fylla ein jumbojet við laksi og senda hann til New York, um keypararnir eru spjaddir um alt USA, men tað er møguligt, at onkur onnur loysn gevur meining, til dømis at sent jumbo­ jettin til London og síðani umskipað fiskin í fleiri onnur flogfør, ið flúgva til ymiskar destinasjónir í USA. Sum tað gongur fyri seg nú, skal fiskurin, ið verður fluttur sjóvegis, væl sagtans transporterast við bilum frá til dømis havnabýnum Immingham og til Heathrow-flogvøllin í London, sigur hann. Magni Laksáfoss heldur eisini, at ein verk­ætlan sum Airport 19 møguliga kann skunda undir eina menning av ferðavinnuni, tí regulari­teturin sambært stigtakarunum verður 100 prosent, og ongar avmarkingar vera fyri støddini á flogførunum, ið kunnu lenda á flogoynni og fara avstað aftur. – Hetta dugir onkur við størri vitan um ferða­vinnuna tó betri at siga nakað um, sigur Magni Laksáfoss. – Samanumtikið er stóri spurningurin, sum er so sera torførur at svara, um allir fyri­munirnir samanlagt eru nóg stórir til, at teir kunnu brúkast sum grundgeving fyri yvir­ høvur at fremja verkætlanina. Og tað er hetta, sum íleggjararnir í seinasta enda mugu svara upp á, sigur Magni Laksáfoss.  Tað er Jóannes Petersen arkitetkur, sum eigur hugskotið til Airport 19 – flogoynna, ið sambært hugsaðu verkætlanini skal byggjast omaná Flesjarnar í Tangafirði millum syðra part av Eysturoynni og Streymoynna. Talið 19 merkir, at flog­ oyggin, um hon verður til veruleika, verður hin 19. oyggin í Føroyum.  Eftir ætlanini hjá Jóannesi Petersen skal Skálafjarðtunnilin, sum Løgtingið longu hevur samtykt at byggja, knýtast beinleiðis í flogoynna. Flogoyggin sjálv skal umfata eina floghavn við krossbreyt við tveimum flogbreytum á ávikavist 3,3 kilometrar og 2,5 kilometrar umframt terminal og skipshavn.  Samanlagt er Airport 19 mett at kosta 5,6 milliardir krónur at byggja, men verkætlanin er býtt upp í trý í byggistig.  Fyrsta byggistig er mett at kosta 2,4 milliardir krónur og fevnir um longru flogbreytina á 3300 metrar, ein terminal á 5000 fermetrar við tilhoyrandi parkeringsøki, tunnilsuppkoyring og brimgarð.  Annað byggistig er mett at kosta 2,0 milliardir krónur og fevnir um styttru flog­ breytina á 2500 metrar, størri terminal, 10.000 fermetrar afturat til parkeringsøki, verk­stað­bygning, byrjan upp á havnabygging og ein størri brimgarð.  Triðja byggistig er mett til 1,2 milliardir krónur og fevnir um størri havnarbygging, størri terminal, størri verkstaðsbygging og størri parkeringsøki.  Byggistigini eru trý, men fyrsta stigið hjá Jóannesi Petersen verður nú at finna privatar íleggjarar, áðrenn hann yvirhøvur fer at gera sær tankar um at biðja landið um at koma við einum fíggjarligum íkasti. Tó fer hann at biðja landsstýrið um eina prinsipiella tilsøgn um at sleppa at brúka økið við Flesjarnar til ætlaða endamálið.  Jóannes Petersen, stigtakari, hevur knýtt eitt toymi afturat sær í sambandi við verkætlanina. Í hesum toyminum eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund Hansen, Rúni Højgaard, flogskipari, Rói Højgaard, simulering FDS, Preben Hansen, verkfrøðingur og Sonne Smith, journalistur. Um Airport 19 bara er ein ørvitisverkætlan, sum ikki kann gjøgnumførast, ella eitt gott hugskot og ein góð investering, tað eru íleggjararnir bestir til at meta um, heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur. Hann heldur als ikki, at prísurin fyri hvørt byggistigið er so ræðandi, at hann einsamallur er nøkur forðing Ingolf S. Olsen – PRESS Íleggjararnir eiga seinsta orðið U Airport 19 Mikudagur 15. oktober 2014 Nr. 117 88. árg. kr. 20,00 í leysasølu fígging 100 føroyskar fyritøkur lýsa uttanlands s14 Skerjast 20 prosent: Dyggur smeitur fyri trygdina s4-6 Nýggja Bakkafrost: Byrja bygging um ein mánað Før. framleiðsla Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 føroysk framleiðsla EYKABLAÐ Tilboðini eru galdandi frá hósdegi 16. oktober til og við leygardagin 18. oktober 2014 Grasker Danmark. 2500 Danæg egg 9 stk. Std. M/l. 1200 VANL. PRÍSUR 1995 Høsnarungalør 2 kg. 2995 FYRI HVØNN 3995 Umboð fyri KAESER í Føroyum Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20 Kompressarar • Blásarar • Turkarar • Trystluftskipanir • Eykalutir • Døgntænasta • EYKABLAÐ – Summi eru positiv og biðja okkum koyra á, onnur halda okkum vera svakar. 61 ára gamli arkitekturin úr Klaksvík er farin at leita eftir milliardunum, ið kunnu gera Airport 19 til veruleika Meldurin s8-10 nú fari eg eftir Jóannes Petersen: Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, er sjálvur íverkseti og rekur orkufyritøkuna Vitorka saman við øðrum, og hann ræðist ikki høgt hugflog og stórar ætlanir, tó at tær við fyrsta eygnabrái kunnu tykjast sum reinar fantasi­verk­ætlanir. Men tað eru íleggj­ ararnir, sum í seinasta enda mugu gera av, um Airport 19 er ein verkætlan, sum kann verða lív lagað, staðfestir hann. flogoyggin Jóannes Petersen, arkitektur, er heilin aftanfyri Airport 19-verkætlanina