Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var eitt áhugavert kjak, sum vit reistu her í blaðnum mánadagin, tá vit lýstu útbúgvingarliga støðið hjá okkara politikarum. Vit bóru sam­ an útbúgvingarstøðið hjá okk­ara landsstýrisfólkum við tað hjá ráð­ harr­um í okkara grannalondum – og støðið hjá okkara fólkavaldu pol­it­ik­ ar­um í mun til fólkið í Føroyum ann­ ars. Tað er týðuligt, at parlamentini og flokkarnir í hinum norðurlondum seta nógv størri krøv til tey fólk, sum tey útnevna sum ráðharrar, enn vit gera til landsstýrisfólkini í Før­oyum. Yvirlitið vísir, at í Ís­landi hava allir ráð­harr­a­rnir hægri út­búgv­ing. Í Svør­ íki hava 90 prosent hægri út­búgv­ing, í Danmark 80 pro­sent og í Nor­eg 75 prosent. Í Før­oy­um hava 14 prosent hægri út­búgv­ing, ella bara ein av teimum sjey lands­stýr­is­fólk­u­num – ella 12,5 prosent, um vit taka upp­ runaligu lands­stýr­is­manningina hjá Kaj Leo Holm Jo­hannesen. Tað er sjálvandi ein dygd, at van­ liga fólkið eisini kann verða um­boðað í hægstu politisku størv­unum. Men sum Súsanna Olsen, sam­fel­ags­frøð­ ing­ur vísir á í Sosialinum mánadagin, so er tað nátúrligt at seta hægri krøv til fólka­um­boðandi politikarar. – Tá ið dagsins samfelag krevur, at fólk­ið er undir áhaldandi før­leika­ menn­ing, so áttu okkara fólkavaldu eis­ini at verið tað, heldur hon. Og tað er eitt áhugavert sjónarmið. Tí rætt er, at politikarar hava stóra makt, og at tað mangan er stutt frá tanka til handling. Tað gav at bíta, tá í flat­skatturin varð uppfunnin, við­gjørd­ur og gjøgnumførdur upp á nakr­ar fáa dagar í november í 2011 – og tá for­skattingin av pensjónunum eis­ini varð trumfað ígjøgnum. Tey vóru nógv, sum mótmæltu, men fíggj­ar­mál­a­ráðharrin – ein hand­ils­maður úr Sørvági við stud­ ents­prógvi frá áttatiárunum, fekk trumf­að málið ígjøgnum, sum øll sam­gongan samtykti. Men tað er eisini rætt, sum sam­ fel­ags­frøð­ingurin vísir á, at tað er ein suk­sé, at øll í Føroyum kunnu gerst ting­limir ella landsstýrisfólk. Men vit eru væl saktans har, at vit skulu hava eitt sindur av hvørjum. Okkum tørvar vælútbúgvið fólk í hæstu politisku størvunum, meðan fólk við lægru útbúgvingum eisini skulu hava ein møguleika. Men tað merk­ir ikki, at hvør hanus og janus er før­ur fyri at stýra Fíggj­ar­mál­a­ráð­ num. Í Danmark kemur tað ikki fyri, at ein ráðharri ikki hevur hægri út­ búgving. Og tá vit tosa um landsstýrisfólk, so eru tey ikki fólkavald. Tað er løg­ mað­ur, sum útnevnir landsstýrisfólk, og hann kann eisini velja fólk, sum als ikki eru fólkavald. Tað er tó ikki van­ ligt í Føroyum longur, hóast tað fyrr var vanligt. Øllum er greitt, at úbúgving hevur virði. Tað er tí, at alt samfelagið legg­ur so stóran dent á at úbúgva fólkið. Tað má eis­ini koma evsta valdi til góð­ar. Eiga vit at seta landsstýr­is­ fólki krøv um útbúgving? Útbúgving í evstu leiðslu Stuðul til pol­it­ iskt virk­ semi Zakarias Wang Kjak síða 28 Eitt stutt ummæli... Heri Mohr Síða 28 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Televarpið fer at hækka prís­ irnir á nýggjárinum. Orsøkin er, siga tey í Tele­ varp­inum, at kostnaðirnir fyri upp­havsrættindi, serliga fyri ítróttarrásir og TV2, sum Tele­varpið rindar hjá sjón­ varps­veit­arunum, eru hækk­ aðir gjøgnum seinasta árið. Prísirnir fyri pakkarnar hjá Televarpinum hækka so­ leið­is: Grundpakkin fer upp við 5 krón­um - úr 169 til 174 krónur um mán­aðin Familjupakkin fer upp við 20 krónum - úr 339 kr 359 krón­ur um mánaðin Stóripakkin fer upp við 30 krónum - úr 459 kr 489 krón­ ur um mánaðin Hálvárliga kortleigan, á­ljóandi 228 kr, nú skal fram­ yvir rindast mán­að­ar­liga. – Hetta merkir, at kort­leig­ an verð­ur nú 38 krónur um mán­að­in og verður avroknað sam­an við kostnaðinum fyri tann pakkan, sum við­skift­ a­fólk­ið hevur valt frá Tele­ varp­i­num. Umframt hetta eru gjørd­ ar nakr­ar broyt­ing­ar í við­ skift­a­treyt­u­num hjá Tel­e­ varpinum, sig­ur Tele­varp­ið. Tær broytingarnar kunnu les­ast á heimasíðuni tv.fo. Televarpið hækkar prísirnar Fríggjadagin 31. oktober let­ur Idé Møblar upp eina nýggja deild. Talan er um hand­ils­ ket­una Kop & Kande, sum Thomas Dam Búnýti áður hev­ur umboðað. Kop & Kande hevur næst­ an hundrað handlar í Dan­ mark, Grønlandi, Íslandi og Før­oyum við umleið 550 út­ bún­um starvsfólkum. Tað var í 1978, at sjálv­støð­ ug­ir danskir búnýtisseljarar byrj­aðu eitt handilssamstarv, sum í 1984 bleiv til Kop & Kande, sum sostatt hevur 30 ár á baki. Gjøgnum hesi 30 ár­ini hava limirnir gjørt Kop & Kande til eitt konsept við eins søluprofili. Í síni vøruskrá hevur Kop & Kande sítt egna merki, Al­ dente, sum er eitt kvalitets pro­d­ukt innan alt slag av køks­út­búnaði. Í handlinum hjá Ide Møbl­ um á Hálsi er nú ein stór deild við øllum sum Kop & Kande hev­ur at bjóða. Deildin, sum hevur fingið navnið Kopp­ur & Kanna, letur upp fríggj­a­ dag­in kl. 10. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Fyrrapartin gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, seinnapartin lot av ymsum ættum. Turt og sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig – um náttina frost. Fyrrapartin frískur vindur av eystri og yvirhøvur turt, men seinnapartin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin hvassur vindur av eystri og regn, leygardagin nakað minni vindur av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 11 stig. Veðrið týsmorgunin: Brúgvalagið yvir Íslandi kemur hendavegin. Veðrið mikunáttina: Ein hátrýstryggur sunnanfyri Ísland verður yvir Føroyum mikudagin. TÝSDAG MIKUDAGIN HÓSDAGIN 6-11 m/s 6-11 m/s 1-6 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s Koppur & Kanna hjá Ide Møblum Bara Annika Olsen hevur hægri útbúgving