Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Zakarias Wang Tað er ein sera merkisverd bók, sum Óli Jacobsen hevur skriv­að um Dánjal Jákup Dani­el­sen, vanliga kallaður Doll­in. Sum kunugt fór Óli fyri nøkr­um árum síðani undir at skriva um gravirnar í gamla kirkju­garðinum í Havn. Hann royndi at finna fram til hvørji tey fólkini vóru, sum givin vóru, og eydnaðist tað honum at fáa fatur á av­varð­ andi, sum vistu nakað um tey deyðu. Burtur úr hes­um komu nógvar greinir í Sosi­ al­in­um, sum hava glett mong fólk um alt Føroya land. Men ein grøv var ringt at fáa nakað at vita um. Tað var grøvin hjá Daniel J. Danielsen. Har stóð á grav­stein­inum, at hann hevði ver­ið trúboðari í Congo. Men har vóru eingi avvarðandi, sum vistu nakað. Treiskur sum Óli er, fór hann so at leita, og tað, sum kom burtur úr, var ikki minni enn ein sen­sa­tión. Bókin um hesa av­dúk­ing er nú við góðari grund givin út á enskum og hev­ur vakt miklan ans mill­ um søgumenn um allan heim. Tað vísti seg nevnliga, at maðurin í hesi grøvini er ein av teimum fáu før­oy­ ing­un­um, sum hev­ur havt týdn­ing í heims­søg­uni! Men hesin týdn­ing­ur hev­ur verið for­fjón­að­ur so væl, at eing­ in yv­ir­høv­ur hev­ur vitað av mann­in og av­rik hans­ara, fyrr enn Óli fann røttu keld­ urnar. Sum kunn­ugt er veru­ leik­anna hav óendaligt, men tað er tig­andi, til sett­ir verða tí skila­góð­ir spurn­ing­ar. Óli megn­aði at seta teir røttu spurn­ing­ar­nar, og burtur úr ti kom ein søga, sum ikki er minni spenn­andi enn nøkur krimi­nal­rom­an. Fyrst fáa vit nógv at vita um mann­in. Hann kom úr smá­um korum, fødd­ur í Keyp­ m a n n a ­h a v n . Mamm­an var før­oysk, fað­ir­in var dansk­ur, og for­eldr­ini gift­ust ikki. Mamm­an kom aft­ur til Før­ oya við soninum. Hon gift­ist her og fekk fleiri børn. Dánj­al Ják­up fór sum so mang­ur út í stóru verð har hann gjørd­ist mask­in­mað­ur og sigldi víða hvar. Fyri ald­ar­skift­ið varð hann frelst­ ur og fekk starv á áar­damp­ar­um á Kongo- ánni í tæn­astu hjá bretskum trú­boð­ar­um. Hann gjørdist sjálv­ur trú­boð­ari. Hann var held­ur sjálv­støð­ugt hugs­ andi, og tá hann eftir at hava verið skipari á damp­ar­ an­um sum bretski kons­ul­in Roger Casement sigldi við fyri at síggja ræðu­leik­ar­nar sum belgi­ar gjørdu her niðri fyri at noyða bygda­fólk­ini at útvega sær gummi, kom hann til Bret­lands og fór at halda fund­ir um hes­ar hend­ ing­ar. Hetta var gjørt uttan góð­kenn­ing frá leiðsl­uni í missi­óns­fe­lags­skap­in­um, og tí­skil varð hann frá­koyrdur og kom til Før­oya, har hann síni síðstu tíggju ár sam­an við kon­uni præd­ik­aði víða hvar og vann brøðr­un­um stóra und­ir­tøku. Tað sum er serligt við kann­ing­ini hjá Óla, er at hann prógv­ar, at tað vóru mynd­ir av ræðu­leik­un­um sum fingu mannahugsanina at broyt­ast, soleiðis at fólk vendu sær í and­stygd frá tí yv­ir­gangi, sm stýr­ið hjá Leo­ pold kongi skipaði fyri í hes­ um landi. Óli prógvar, at tað var Dánial Jákup, sum hevur tik­ið tær mest ræðandi mynd­ir­nar, og nú hava teir søgu­menn, sum viðgera hetta evnið, boygt seg fyri próv­førsl­uni hjá Óla. Tað er ikki óvanligt aðra­ staðni, at vísindamenn, sum gera koll­velt­andi rann­sókn­ir, fáa heið­ur fyri tær. Vit hava í Før­oy­um eitt fróð­skap­ar­ set­ur við eini søgudeild, og tað hevði ikki verið heilt av leið hjá teim­um at gjørt Óla til heið­urs­dokt­ara fyri hetta merk­is­verda avrik. – Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at vísindamenn, sum gera kollveltandi rannsóknir, fáa heiður fyri tær. Vit hava í Føroyum eitt fróðaskaparsetur við eini søgudeild, og tað hevði ikki verið heilt av leið hjá teimum at gjørt Óla til heiðursdoktara fyri hetta merkisverda avrik, skrivar Zakarias Wang í ummæli av nýggjastu bókini hjá Óla Jacobsen Áttu at gjørt Óla til heiðursdoktara Óli Jaco­bsen hevur í fleiri ár skrivað siðsøguligar greinar í Sosialinum ummæli Óli Jacobsen: Daniel J. Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity Photographs. Brethren Archives & Historical Network, Tórshavn 2014 Myndirnar hjá Dollanum, sum skakaðu heimin Olaf umbOðar tað ónda á palli Klumman hjá høgna djurhuus førOysKi sjónleiKarin Olaf jOhannesen spælir adOlf eichmann í nýggjum sjónleiKi, sum ummælarar Kalla suverenan. Í teiginum »Umafturafturum« hugleiðir Høgni Djurhuus um gerandisdagin, upplivingar, tíðarrák og annað. Um heystið koma allir sansirnir til sín rætt. Monica Stauss Joensen hugleiðir um heystið. Les samrøðu við Olaf í Vikuskifti hesaferð. mOnica stauss í Sosialinum fríggjadagin