týsdagur 28. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
Í 1940inum samtykti tásit
andi sóknarstyrið í Klaksvík,
sum tað tá kallaðist, at onki
skuldi byggjast millum Borð
oyavík og Vágna fyrr enn ein
fullfíggjað
miðbýarætlan
varð gjørd. Hetta var tó ikki
hildið til fulnar, tá onkrir
bygningar vórðu bygdir har
gjøgnum árini. Men samtykt
in hjá sóknarstýrinum kom
arkitektunum til góðar tá
nýggja miðbýarætlanin var
gjørd, tí sum nú er er onki í
miðbýnum í Klaksvík sum
forðar fyri nýggju ætlanun
um.
Ætlanin hjá Klaksvíkar
Kommunu er at byggja 36
íbúðir sum væntandi skulu
húsa um 100 til 110 fólki. Í
veghæddini verður alment
virksemi, so sum skrivstovur
og handlar.
Í
fyrsta
byggistignum
ger Klaksvíkar Kommuna
Biskopstorgið klárt við at
hita upp við sjóhita og bygg
ja vegir og torg. Miðbýar
ætlanin, sum er partur av
vakstrarætlanini hjá býn
um at skapa hægri fákligt
umhvørvi, kann væntast at
verða liðug í 2016.
Tað eru Bústaðir og Klaks
víkar Kommuna sum hava
samráðst um miðbýar verk
ætlanina. Bústaðar parturin
verður fyriskipaður í sam
starvi millum Bústaðir og
P/F Tryggingarfelagið LÍV
samtakið.
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri í Klaksvík, sigur at
skiftandi fólk hava verið sum
hava viljað bygt býin, men
ikki fyrr enn nú er ætlanin
av álvara byrjað.
Tað er vakstur í kommun
uni sum er frammaliga við
minkandi arbeiðsloysi og
vaksandi fólkatali.
- Hetta er trivnaður, sigur
hann, og leggur aftrat at ein
slík byggiætlan er ein positiv
domino effekt sum elvir til
alsamt meir virksemi og lív
í býnum.
Fyrsta miðbýar ætlanin
í Klaksvík varð samtykt í
1987 tá Jógvan við Keldu
var
borgarstjóri.
Hendan
ætlanin fevndi um at gera
eina bogagongd við glas
taki,
sum
skuldi
ganga
framvið
strondini.
Tann
ætlanin varð væl móttikin
av
klaksvíksjingum,
men
Jógvan við Keldu fekk nógv
ar atfinningar frá politikar
um og øðrum kring landið.
Jógvan við Keldu sigur, at
fólk høvdu onki forhold til
hesa ætlanina og tí varð hon
kritiserað. Hetta at byggja
ein miðbý var radikalt tá,
sigur hann.
Orsøkin til at hendan
ætlanin fór í vaskið var
fíggjarliga
kreppan
sum
rakti landið nøkur ár seinni,
greiðir Jógvan við Keldu
frá. Tá landið var komið seg
eftir kreppuna var so nógv
annað sum skuldi gerast
í kommununi eisini. Eftir
kreppuna vóru ongar íløg
ur, hvørki privatar ella al
mennar, sigur hann, og tí
varð miðbýarætlanin sett á
bíðilista.
- Soleiðis er við øllum
stórmálum, sum ein býar
ætlan eisni er. Tey taka tíð
og ein skal gjøgnum ringar
og góðar tíðir, sigur Jógvan
við Keldu.
Síðani var ein onnur
miðbýarætlan løgd fram í
ár 2000, og hendan ætlanin
varð ikki sett í verk. Jógvan
við Keldu sigur at hóast
hann atkvøddi fyri hesi
ætlanini tá meðan hann sæt
í minniluta, angrar hann tað
enn í dag.
- Eg eri glaður um at tann
ætlanin ikki varð realiserað,
tí hon var alt ov fløkjalig,
sigur hann.
Tað er stórur munur á
hugskotinum
um
miðbý,
sum varð skotið upp í 1987
og ætlanini, sum nú er sett í
verk, sigur Jógvan við Keldu.
Hóast bæði lutfalsliga nýgg
ja politistøðin og læknamið
støðin á Sandinum í Klaksvík
vóru partur av ætlanini sum
varð skotin upp í 1987.
Síðani kanningar vórðu
gjørdar um at gera tunnil
millum Eysturoy og Borðoy
í 1988 hevur ætlanin verið at
nýtt grótið frá tunlinum til
at fylla vágna út til miðbýin.
Vágin har miðbýarøkið
Biskopstorgið skal vera varð
útfylt við gróti tá Steinbjørn
O. Jacbosen, varaborgarstjóri
í Klaksvík, sæt í borgarstjóra
sessinum.
Hann sigur at hann hevur
hoyrt nógvar negativar við
merkingar um at hava fylt út
vágna. Nú er hann tó glað-ur
fyri, at karmanir sum vóru
lagdir til hesa ætlanina tá
nú fáa sín ágóða, og ítøkilig
úrslit av útfyllingini nú eru
at síggja.
Skipað var fyri eini arki
tekt kapping fyri trimum
árum síðani tá ætlanin um
miðbýin í Klaksvík aftur
kom í miðdepilin. Jógvan
við Keldu, sum tá var frá
farin sum politikari, var til
framsýningina,
og
hann
fegnast um hvussu nýggja
ætlanin sikti ímóti at samla
Klaksvíkina sum ein mið
bý. Tí, sum hann sigur, ein
miðbýur eigur at vera bygd
ur upp av húsum og handl
um, sum halda lív í býnum.
Politikarnir sum sita í
býranum í dag koyra uppá
trivnað, og júst hendan
ætlanin fer at skapa trivanð
við handlum, stovnum, íbúð
um og náttarlívi. Hetta er ein
synergi effekt, sigur hann til
endans.
Miðbýurin í Klaksvík
er søgulig hending
Tað er ein søgulig hending,
at miðbýar ætlanin í Klaksvík
sum varð samtykt fyri 30
árum síðani er nú byrjað
Myndir: Dávur Winther