Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leiðari til Frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu Søkt verður eftir leiðara, sum hevur áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Sum leiðari fyri frítíðarundirvísingini er avgerandi, at tú dugir at fyriskipa, kveikja og samstarva. At tú dugir at varðveita yvir­ blikkið, hóast tú hevur nógv jørn í eldinum. Sum leiðari vænta vit, at tú framhaldandi mennir frítíðar­ undirvísingina og skipar undirvísingarlig tilboð eftir tørvi hjá okkum í Sunda kommunu. Leiðarin skal hava læraraútbúgving ella samsvarandi útbúgving. Starvið verður sett 01.01.2015. Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Kruse, fíggjar­ og fyrisitingarleiðara, á tel. 66 72 05 ella til jogvan@sunda.fo. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til sunda@sunda.fo ella við posti til: Sunda kommuna Postrúm 10 400 Oyrarbakki Umsóknin skal verða okkum í hendi seinast mánadagin 24. november 2014.