týsdagur 28. oktober 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
»Hetta hava verið nøkur góð ár«
Hilmar Jan Hansen
Tá dysturin við Margáir leyg
ardagin millum EB/Streym
og KÍ var bríkslaður av,
endaði samstundis eitt hálvt
tíggjunda ára langt tíðar
skeið hjá René Tórgarð sum
málverja hjá EB/Streymi.
Tilsamans
hevur
hann
spælt 285 dystir fyri unga
felagið í Norðstreymoy, og
hevur hann verið partur av tí
nógva, tey í EB/Streymi hava
upplivað hesi árini.
– Eg havi upplivað eitt
sindur av hvørjum hesi árini,
har vit fyrst høvdu heima
vøll á Eiði og síðani í Streym
nesi. Sum hjá teimum flestu
hevur tað sjálvandi eisini hjá
okkum verið eitt sindur upp
og niður, men vit hava verið
við í nógvum finalum og
stórum dystum, og vit hava
vunnið eisini nógv, sigur
René, nú hann lítur aftur á
árini við EB/Streymi.
– Samanumtikið hava vit
kappast í toppinum av før
oyskum fótbólti mestsum
alla tíðina, og tí hevur tað
sjálvandi verið tað stuttligari
eisini. Og so hevur tað eisini
gjørt upplivilsið uppaftur
størri, at eg saman við hinum
á liðnum havi verið við til at
vunnið øll hesi heitini fyri
fyrstu ferð, tí felagið einki
hevði vunnið áðrenn.
Nøgdur við tíðina
Nøgdsemi er eisini eyðsæð,
nú vit tosa við René um hesi
næstan tíggju árini í Sunda
lagnum og har norðuri í
Eysturoynni, og hóast hann
hevur verið við til at vunnið
tvey
føroyameistaraheiti
og fýra ferðir hevur verið
steypavinnari, umframt at
hava spælt europeiskan fót
bólt í átta ár upp í slag, kundi
hann upp á ein máta havt
hugsað sær at fingið enn
meira burturúr.
– Eg kann ikki siga nakað
annað, enn at eg havi verið
nøgdur við tíðina í EB/
Streymi, men skal tað vera
nakað at viðmerkja, so má
tað vera, at eg sjálvandi
kundi hugsað mær at vunnið
eitt
føroyameistaraheiti
aftrat. Men tað bleiv tað so
ikki til, sigur 35 ára gamli
málverjin.
At tey somuleiðis hava
verið glað fyri René Tórgarð,
vístu heimaáskoðararnir og
fjeppararnir hjá EB/Streymi
eisini, tí undan dystinum
leygardagin
varð
hann
fagnaður og fekk eina stóra
tøkk fyri tíðina, nú hann so
hevur valt at gevast.
– Tað er ikki, tí eg fari til
nakað annað felag, at eg havi
valt at gevast í EB/Streymi,
men tí eg havi ikki stundir
at gera so nógv við fótbóltin.
Eg ætli mær at konsentrera
meg um skúlagongdina, nú
eg hava eitt ár eftir, til eg fái
maskinmeistaraprógv.
Tað
krevur meira og meira tíð,
so eg mátti velja okkurt frá,
tí annars bleiv tað ov nógv,
sigur hann.
– Eg skal ikki siga, at tað
kanska verður eitt sindur av
hugnafótbólti onkunstaðni,
men tað verður so í øllum
førum ikki á hægsta stigi, at
eg fari at spæla fótbólt.
Snoddað til landsliðið
Síni fyrstu ár sum fótbólts
spælari hevði René Tórgarð
í B36, og umframt eitt hálvt
ár á Argjum, hevur hann
annars bara verið við EB/
Streymi. Har hevur hann
eisini vart málið trúliga
alla tíðina, burtursæð frá
einum parti av 2009, tá
hann var hevði ein skaða
at stríðast við. Hagtølini
hjá FaroeSoccer vísa, at
hesi árini hevur René spælt
247 dystir í Effodeildini, 47
steypadystir,
fimm
stór
steypadystir, 15 europeiskar
dystir og tríggjar landsdystir.
Umframt at hava spælt
við
ungdómslandsliðum
seinnu hálvu av 90-unum,
hevur hann tríggjar ferðir
vart málið á A-landsliðnum.
Fyrstu ferð var í einum
venjingardysti í 2008 ímóti
Portugal, og so var hann í
EM-undankappingini tvær
ferðir málmaður í 2011 – á
heimavølli ímóti Italia og á
útivølli ímóti Serbia.
– Eg hevði ikki sagt nei
takk, um eg kundi sloppið
at spælt nakrar landsdystir
aftrat, men har var altso
ein annar góður málverji
frammanundan,
Jákup
Mikkelsen, sum var ringur
at taka. Men eg fekk snoddað
til tað og eri fegin um tað,
sigur René Tórgarð.
Enn havnarmaður
Nú hann hevur sagt farvæl
og skal hugsa meira um
skúlan enn bóltin, er tað við
nøgdsemi og takksemi, at
hann takkar fyri seg. Men
bygdamaður er hann tó ikki
blivin eftir hesi árini í EB/
Streymi.
– Hóast tað kanska var
eitt sindur øðrvísi enn tað, eg
var vanur við, tá eg kom úr
Havn og norður til Eiðis, so
hevur tað verið ótrúliga gott.
Eg havi bara alt gott at bera
spælarunum og øllum fólk
inum rundan um felagið, tí
hetta hava verið nøkur sera
góð ár, sigur René, ið sjálvur
hevur røtur í økinum hjá EB/
Streymi, tí hann hevur ein
abba av Eiði og eina ommu
frá Gjógv.
– Men eg eri bæði føddur
og uppvaksin í Havn, so fyri
tað um eg havi spælt øll hesi
árini við EB/Streymi, føli eg
meg framvegis sum ein stór
an havnarmann. Tað fer so
ongan veg.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eftir smá tíggju ár sum málverji hjá EB/Streymi, hevur René Tórgarð nú takkað fyri seg. – Eg havi
alt gott at bera spælarunum og øllum fólkinum rundan um felagið, sigur René, ið sjálvur hevur
røtur í økinum hjá EB/Streymi, tí hann hevur ein abba av Eiði og eina ommu frá Gjógv
– Eg havi ikki stundir at gera so nógv við
fótbóltin, tí skúlagongdin krevur meira
og meira tíð. Eg mátti velja okkurt frá,
tí annars bleiv tað ov nógv, sigur René
Tórgarð, sum nú gevst í EB/Streymi
Mynd: Álvur Haraldsen