hósdagur 30. oktober 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
2
VIKUSKIFTI
Bókmentir
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Paul Celan, sum var føddur í 1920 bert
livdi hálva øld, telist millum merkis
verdastu yrkjarar í 20. øld. Nú er komið
eitt fitt úrval við einum eftirmæli eftir
Heðin Klein, har hann ger greiði fyri
bæði lívinum hjá yrkjaranum, hansara
skaldskapi og umrøður ymiskar
spurningar í sambandi við at flyta týskt
mál yvir í føroyskt.
Paul Celan var av jødiskum fólki í
Czernowitz, sum tá var í Rumenia. For
eldrini vórðu myrd av nazistunum
undir krígnum, men Celan hóraði
undan í eini arbeiðslegu. Stutt eftir
krígslok slapp hann til Fraklands, og
seinni varð hann lektari í týskum
bókmentum í París.
Druknaði í Seinen
Upprunaliga var Paul Celan
ávirkaður av modernistiskum
ráki í eystur- og miðeuropeiskum
skaldskapi og eisini av franskari
surrealismu, men tað var serliga tann
nazistiska týningin av jødum, sum
meira og meira gjørdi vart við seg í
skaldskapinum. Hann vónaði, at tíðin
kundi lekja hetta
sár, men soleiðis
var ikki, og í 1970
druknaði hann seg
í Seinen.
Við týðing
unum hjá Heðini
Klein hava vit
fingið heimsbók
mentir á hægsta
støði á føroyskum.
Paul Celan: Tala tú eisini.
Bárður Jákupsson gjørdi permuna.
Mentunargrunnur Studentafelagsins,
70 bls. kr. 168
Lukkulig
í regni
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Olaf Johannessen / Mynd: Ulrik Jantzen/Das Büro
klumman
Jødiskur yrkjari, sum yvirlivdi nazistiska
arbeiðslegu, er nú týddur til føroyskt
E
in maður stendur uttan fyri
humanistiska fakultetið á
Nygårdshøyden í Bergen ílætin
eina reyða troyggju, grønar
buksur og gummistivlar. Hann
stendur mitt í einum flokki av lesandi.
– Vita tit, hví fólk í Bergen eru býttari enn
aðrir norðmenn, spyr hann.
Tey lesandi rista við høvdinum – og bíða
eftir svarinum.
– Tað er tí, at tey ganga við paraply,
og blóðið, sum skuldi runnið upp í høvdið,
rennur út í høgru hond.
Tomas Espedal fortelur søguna í bókini
Bergeners.
Er tað nakað, vit føroyingar hava felags
við tey í Bergen, er tað regnið. Vesturlandið
í Noregi er tað økið í Europa, har tað regnar
mest. Og vit, sum hildu, at tað ikki kundi
regnað meira ella verri enn í Føroyum.
Fyri nøkrum døgum síðani skrúvaðu vit
tíðina aftur – í øllum førum ein tíma – og tá
staðfestu vit, at summartíðin er farin úr gildi.
Tann ljósara og lýggjara og turrara árstíðin
er farin afturum, og fyri framman bíða fimm
ella seks mánaðir við veðurarmóð. Vit tosa
um valið millum regn og vind ella kava og
hálku. Storm ella ódn, æling ella samregn,
áarføri ella skrið – ella alt hvørt um annað.
Tíbetur ganga føroyingar ikki og mæla
við paraply, tí so høvdu vit bara farið á flog,
og tí hava vit – fram um tey í Bergen –
varðveitt blóðrenslið til høvdið og heilan.
Tíbetur er hetta eisini tíðin, sum bjóðar
okkum veitslur, konsertir, framsýningar,
bókaringar, innandura ítrótt og møguleikan
fyri hugnaligum kvøldum – einsamøll ella
saman.
Hóast okkum ikki nýtast at syngja í regni,
kunnu vit saktans verða lukkulig í regni.
Vátt kann verða gott. Og við røttum ryggi
og framlítandi eygum ganga vit inn í veturin
– inn í myrkrið, regnið, vindin, kavan og
stormin.
Eins og Tomas Espedal og tey í Bergen:
Tað eru mong, sum ikki orka at búgva
leingi í Bergen. Tú verður sjúkur og lívs
troyttur av tí ófrælsa regninum – og váttliga
innistongdur millum fjøllini. Tú verður
noyddur at liva innandura, einsamallur ella
í smáum familjum. Tú fert frá húsi til hús,
frá høli til høli, frá barr til barr, frá inni til
inni. Tú kundi tømt býin fyri allar íbúgvar,
flutt onnur fólk til býin, men býurin hevði
framhaldandi verið tann sami.
So segði
hann...
Merkisverdur yrkjari
nú á føroyskum
– Tá vit hava eitt landsstýri við
falleraðum forrætningsmonnum, so
kann man væl ikki vænta sær annað
enn eina gummijáttan
Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni
Eyðun
Klakstein
Heðin Klein hevur týtt yrkingar hjá Paul Celen til føroyskt mál