Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Leygardagin fer Tjóðveldi at taka støðu til, um flokkurin skal stilla upp til Fólkatingsval ella ikki. Hetta er ein støða, sum Tjóðveldi er í und­an hvørjum fólkatingsvali, tí flokk­urin hevur ikki frammanundan tik­ið støðu til, at hann stillar upp til Fólka­tingsval. Men royndirnar eru síða­ni 1973, at flokkurin hevur stillað upp til øll tey 15 fólkatingsvaliini, sum hava verið síðani. Tí er væntandi, at Tjóðveldi aft­ur hesa­ferð – á sekstandi sinni, fer at bjóða seg fram at vinna sess á Fólka­ tingi – og á fimta sinni at vinna sær ann­an sessin. Men eins og í 1977, so »órógvar« Zak­arias Wang tjóðveldisveljarar. Zak­ar­i­as Wang hevur boðað frá, at hann stillar upp uttanflokka til fólk­a­tings­valið hesaferð. Við sínum víð­gongdu fullveldissjónarmiðum kann hann taka burtur av tjóð­veld­ is­velj­ar­um. Tá Zakarias Wang stillaði upp utt­an­flokka til fólkatingsvalið í 1977 beyð hann Tjóð­veld­is­flokk­i­num at skipa listasamgongu. Tá hevði Tjóð­veld­is­flokk­urin vunnið fólka­ tings­essin bæði í 1973 og 1975. Men Tjóðveldisflokkurin tók ikki av til­ boð­num hjá Zakariasi Wang – og end­ in varð, at Erlendur Patursson fall. Tjóð­veld­is­flokk­urin var 618 atkvøður ov stutt­ur. Listin hjá Zakariasi Wang fekk 890 atkvøður, so tað hevði verið nóg mik­ið til, at Erlendur Patursson fekk enn eitt skeið á fólkatingi. Men tað ber ikki longur til at gera lista­sam­gongur, og tí kann Tjóðveldi ikki gera sær dætl at atkvøðunum hjá Zakariasi Wang. Tvørímóti kann utt­an­flokkalistin hjá Zakarisi Wang vera enn einaferð verða orsøkin til, at Tjóð­veldi ikki kemur á Fólkating. Tó skal havast í huga, at Tjóðveldi sam­bært kanningum stendur til fram­gongd – og at lítið hugsandi er, at ein utt­an­flokk­a­listi fær eins nógv­ ar atkvøður, sum í 1977. Meðan Zakarias Wang man met­ ast at fiska einamest eftir tjóð­veld­ is­at­kvøð­um, so man tað ikki hava ta stóru ávirkanina, at Sjálv­stýr­is­flokk­ urin ikki stillar upp, tí tær at­kvøð­ur­ nar kunnu spreið­ast javnt til fleiri flokk­ar. Tá val verð­ur aft­ur, verða 100 ár síð­ani, at Sjálvstýrisflokkurin sein­ ast fekk mann valdan á Fólkating. Hvønn týdning flokkarnir leggja í tað at hava fólkatingsumboð, sæst aft­ur í á­huga­num, sum flokkarnir hava fyri hes­um ses­sum. Valið stendur eyðvitað mill­ um teir fýra stóru. Seinast drógu Javnaðarflokkurin og Sam­bands­ flokk­urin longru stráini. Sjúrður Skaale hev­ur ført øðrvísi politikk – og tað kann síggjast aftur á valinum. Um Edmund Joensen ikki stillar upp, so kann Sam­bands­flokk­ur­in fáa trup­ul­leikir. Men alt stendur opið til eitt kom­ andi Fólkatingsval – har valið fer at standa millum stóru flokkarnar – eisini Tjóðveldi. Zakarias ein hóttan ímóti, at Tjóðveldi sleppur á danating Allir vilja á danating Sak­ aris ger nýggjan film tíðind síða 4 90 mió sóu Kaj Leo tíðindi síða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Á tingfundinum týsdagin tóku tveir »nýggir« mans á sæti tingi. Annar úr Sam­bands­flokk­ i­num, hin úr Fólka­flokk­i­ num. Av tí at Reimund Lang­ gaard, sambandstingmaður, er burturi í privatum ør­ind­ um, vóru boð eftir næsta manni hansara, Niels Olafi Eyð­fins­son úr Hvalba. Og av tí at Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum eisini er í farloyvi, vórðu boð eftir Boga Andre­assen at taka sæti fyri hann. Bæaðir hava teir havt sti fyrr, og tí varð ikki neyð­ugt við at­kvøð­u­greiðslu. Framm­ an­und­an hevur Kristianna Wint­her Poulsen tikið sæti fyri Kára P. højgaard, sum er staddur í New York á ST aðalfudni Bogi og Niels Olaf á tingi Mikudagin 3. november byrjar Missiónsvikan 2014 í KFUM & K í Klaksvík. Talan er um eitt afturvendandi tiltak hjá Heimamissiónini. Heitið á missiónsvikuni er “Guds náði meg ber”. Mándagin og týsdagin eru barnamøtir, har Finn Jo­hannesen og Ásbjørn Berthelsen hava hvør sítt kvøld. Mikukvøldið verður møti við Símun P. Jacobsen, hós­kvøldið talar Ann Dahl Han­sen prestur. Fríggjakvøldið er tað Petur Martin Glerfoss sum talar. Leygardagin kl. 10 er bíbl­i­utími við Øssur Kjølbro og um kvøldið talar Margeir Tofte­gaard. Gudstænasta er í Christ­ i­ans­kirkjuni sunnudagin og sunnu­dags­skúli er kl 14. Um kvøld­ið er møti við Hanus á Gørð­um og seinni sang- og vitn­imøti. Missiónsvikuna er sangluttøka av m.a. gos­pel­ kórinum Sola Gratia, Thab­or­ kórinum, Fuglafjarðar Mans­ kóri og kórinum í KFUM &K. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Fleyr til gul av landnyrðingi, seinni av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Lot til andøvsgul av suðri, seinnapartin upp í stívt andøvsgul av landsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, seinnapartin upp í skrið ella storm. Væntandi turt og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin upp í skrið ella storm av landsynningi og regn. Leygardagin andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið týsmorgunin: Eitt hátrýst, 1014 hPa. yvir Íslandi kemur hendavegin. Veðrið mikunáttina: Ein hátrýstryggur skamt vestanfyri Føroyar fer eystureftir og mennist. TÝSDAG MIKUDAGIN HÓSDAGIN 1-6 m/s 1-6 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s 18-23 m/s 11-16 m/s Missiónsvika í Klaksvík