týsdagur 4. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsstýrismaðurin
við
vinnumálum hevur hingið
í einum klønum politisku
tráði seinastu tíðina, men nú
er hann sloppin av krókinum
og situr aftur tryggur í lands
stýrissessinum.
Ein frágeiðing til ting
bólkin hjá Sambandsflokk
inum var tað, sum endaliga
bjargaði
landsstýrismann
inum undan einum misáliti,
tí fleiri í tingbólkinum hjá
Sambandsflokkinum høvdu
annars atkvøtt fyri misálit
isuppskotinum.
Helgi Abrahamsen segði
greitt, at frágeiðingin hjá
Johan Dahl var so greið og
nøktandi, at hon gjørdi, at
hann ikki atkvøddi fyri mis
álitisuppskotinum.
Kjarnan í málinum
Frágreiðingin er ikki serliga
lang, men hon ger greitt, at
landsstýrismaðurin – og nú
eisini
Sambandsflokkurin
– ikki heldur, at landsstýr
ismaðurin hevur brotið lóg
ina um ábyrgd landsstýris
manna.
Í frágreiðingini stendur,
at tað bert er landsstýris
maðurin, sum kann áleggjast
ábyrgd
eftir
løgtingslóg
ini um ábyrgd landsstýris
manna. Frágreiðingin vísir
til, at landsstýrismaðurin
kann verða revsaður, um
hann tilætlað ella av grovum
ósketni skúgvar til viks tær
skyldur, sum liggja á honum
sambært stýrisskipannarlóg
ini ella lóggávuni annars.
Jóhan Dahl sigur í frá
greiðingini, at landsstýris
maðurin eisini kann áleggj
ast ábyrgd fyri brot á m.a.
játtanarreglur, sum ein und
irmaður hevur framt.
Í
frágreiðingini
vísir
hann á, at niðurstøðan hjá
landsstýrismálanevndini er,
at landsstýrismaðurin ikki
hevur framt brot á lóg um
ábyrgd
landsstýrismanna.
Nevndin heldur tó, at tað er
átaluvert, at landsstýrismað
urin ikki bað um eykajáttan
ella syrgdi fyri at fáa fíggj
arligu viðurskiftini í 2013 í
rættlag.
Fíggjarstýringin
Tað var ikki nóg gott skil á
fíggjarviðurskiftunum
hjá
Strandferðsluni. Hetta verð
ur staðfest av bæði løgtings
grannskoðarunum og lands
stýrismálanevndini,
men
Jóhan Dahl, landsstýrismað
ur, greiddi Sambandsflokk
inum frá, at tað ikki var fyrr
enn á fundi 18. desember, at
tað var greitt, at stórur mun
ur var á rapporteringini hjá
Strandferðsluni í Búskapar
skipan Landsins og í egnu
skipanini.
Ikki dagført
Í frágreiðing síni til Sam
bandsflokkin segði Johan
Dahl,
at
vinnumálaráðið
ikki fyrr enn 20. desember
í fjør visti, at bókhaldið hjá
Strandferðsluni ikki var dag
ført. Hann segði, at vinnu
málaráðið heldur ikki hevði
grund til at ivast í hesum í
sambandi við váttan av mán
aðarroknskapum. Tá váttar
stovnurin, at alt er bókað og
allar skyldur skrásettar.
Tað sum manglaði í bók
haldinum, var sambært frá
greiðingini:
• Lønir ikki bókaðar í
fimm mánaðir
• 400 rokningar “hingu” í
skipanini
• Sjey milljónir krónur
bókaðar eftir einum degi
• Innrapporteringin av
mánaðarroknskapum
var ikki rættvísandi
Hvørki landsstýrismað
urin ella vinnumálaráðið
vóru vitandi um, hvussu
víðfevnt fíggjarliga óskilið á
Strandferðsluni var. Hvørki
í
grannskoðaðum
rokn
skapum ella í roknskapar
protokollum framgekk, at
fíggjarliga innaneftirlitið á
stovninum ikki var í lagi.
–Ríkisgóðkenda
grann
skoðanin var heldur ikki
nøktandi og hetta avmarkaði
í stóran mun møguleikarnar
hjá
landsstýrismanninum
og aðalráðnum at útinna sítt
eftirlit við stovninum, segði
Johan Dahl við tingmanning
ina hjá Sambandsflokkinum.
Landsstýrismaðurin við
vinnumálum, Johan Dahl,
greiddi í gjár Sambands
flokkinum frá, at stór
sparitiltøk vóru sett í verk
á Strandferðsluni fyri 2013.
Sparingarnar vóru tilsam
ans næstan 11 miljónir
krónur.
Hesar sparingar skuldu
forða fyri, at stovninum
fór at mangla pengar. Olju
prísurin lækkaði mun
andi, 2,9 miljónir krónur
vóru settar av til nýggjar
hvíldarreglur hjá mann
ingini, men tær vóru ikki
brúktar. Sjálvt í sambandi
við grannskoðanina av
roknskapinum, sæst ikki,
at nøkur króna er brúkt
til nýggju hvíldarreglur
nar, so har leypa næstan
tríggjar milljónir av.
Framd átøk
Á fundinum í Sambands
flokkinum
vísti
Johan
Dahl á, at nógv tiltøk eru
sett í verk í ár, fyri at rætta
viðurskiftini á Strand
ferðsluni.
Longu í fjør vetur var
stjórin, Bogi Mortensen,
settur úr starvi og í ár er
nýggjur stjóri settur.
Fíggjarleiðarin var eis
ini sendur til hús og nýggj
ur fíggjarleiðari settur í
starv.
Nú er stovnurin ein
partur av Búskaparskipan
landsins, sum skal tryggja,
at lættari er at fylgja við.
Og aðrar broytingar
eru á veg:
• Nýggj reglugerð verð
ur gjørd fyri stovnin
• Landsgrannskoðanin
yvirtekur grannskoð
anina
• Nýggj herd roknskap
arreglugerð verður
gjørd
• Nýggjar reglur fyri
avspákan og sjúkrafrá
verður gjørd
• Mánaðarliga uppfylg
ingar í mun til atfinn
ingarnar í grannskoð
araprotokollini
Slapp av krókinum
Frágreiðingin
til
Sam
bandsflokkin gjørdi, at
landsstýrismaðurin slapp
av innanhýsis krókinum í
flokkinum.
Minst tríggir tinglimir
í flokkinum ivaðust og
fóru helst at atkvøða fyri
einum misáliti, áðrenn tey
fingu frágreiðingina.
Frágreiðingin
kyrr
aði tingfólkini, so lands
stýrismaðurin slapp av
krókinum.
Sambandsflokkurin fekk eina frágreiðing frá Johan
Dahl – og so slapp hann av krókinum
Johan slapp
av krókinum
við frágreiðing
til Sambandsflokkin
Strandferðslan
hevði nóg mikið
av pengum
Sparitiltøkini, sum vóru sett
í verk, tryggjaðu, at Strand
ferðslan ikki manglaði pengar