týsdagur 4. november 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Leygardagin hevði russiska
sjónvarpsstøðin,
Russian
National
Television,
eitt
innslag úr Føroyum, har tey
millum annað høvdu sam
røðu við Kaj Leo Johannesen,
løgmann. Tey vitjaðu eisini
aðrastaðni í Føroyum, eitt
nú á alibrúki. Vit hava biðið
Ivan Eginsson Eysturland,
sum er russi men dugir raðið
føroyskt, týða okkum sam
røðuna við løgmann.
Tað er tíðindakvinnan
Daria Grigorova, sum tosar
við løgmann. Fyrst greiðir
hon frá, at Føroyar eru part
ur av kongaríkinum Dan
mark, sum er limur í NATO
og ES. Men sjálvt fyri evrope
iska fólkaræðið er Føroya
løgmaður, Kaj Leo Johanne
sen, ógvuliga djarvur í sínum
útsøgnum.
Síðan hoyra vit løgmann
siga:
– Hvat eg vildi siga vegna
Føroya... vit halda ikki, at
boykott er nakað rætt am
boð, sum gevur ávirkan...
sum oftast, raka bann og
tiltøk ikki tey røttu fólkini
og hava onga meining, segði
løgmaður.
Síðani spyr russiska tíð
indakvinna soleiðis:
– Føroyar, er tað Dan
mark? Tit hava tykkara
flagg, tykkara "útgávu" av
valuta...
– Ja, á ein hátt eru vit
ein partur av kongaríkin
um Danmark, saman við
Grønlandi... og vit hava eis
ini somu drotning, sama
uttanríkispolitikk og sama
hægstarætt. Men samstundis
hava vit okkara egnu skatta
skipan, fyri at taka eitt dømi,
greiðir løgmaður frá.
Síðani
spyr
tíðinda
kvinnan:
– Annars, er almenna mál
ið danskt?
– Nei nei, svarar løgmaður.
Alt er bara á føroyskum.
Og hon spyr aftur:
– Eg veit, at tú vart ein túr
í Moskva í september. Hví?
– Tí at vit eru ikki í ES,
og tá Russland setti hand
ilstiltøk í verk ímóti matvør
um úr ES, Danmark íroknað,
bóðu vinnulívsfólk okkara
meg at fáa eina skriftliga
váttan um, at Føroyar eru
uttan fyri handilsbannið.
Og løgmaður heldur fram:
– Hvørt ár koma millum
500 og 1000 russisk før (hetta
passar nokk ikki, týðarin),
hetta byrjaði longu í 50-inum,
hetta merkir, at vit hava
havt langt og gott forhold
við Russland, og vit vóna at
varðveita tað í framtíðini.
Og Daria Grigorova spyr:
– Tú sigur 50-ini, men
hetta var jú í byrjanini av
kalda krígnum!
– Men vit handlaðu sam
an álíkavæl, vit minnast
eisini,
hvussu
russiskar
skipsmanningar
feiraðu
nýggjár saman við okkum,
sprongdu skreyteldir í lítlu
bygdum okkara.
Daria Grigorova greiðir
frá:
– Á oyggjunum, har øll
brúka sítt egna mál, frá fiska
útflytarum til landsliðsleik
arar, verður hesin spurning
urin reistur av og á – kanska
skal ein eisini taka alt hitt í
egnar hendur. Løgmaður, ið
annars er fyrrverandi lands
liðsmálmaður, noyðist aftur
at bjarga skotunum uppá sítt
egna mál.
– Vit elska okkara før
oyska flagg sera nógv, sum
einhvør tjóð, men viðvíkajndi
fullveldi, so haldi eg, at lond,
tá ið tey eru saman, standa
sterkari. Men vit eru í konga
ríkinum ikki orsakað av
nøkrum "bláum eygum," men
tí at Danmark hevur gagn av
at vera saman við okkum,
og vit hava gagn av at vera
saman við Danmark. Hetta
eru normal viðurskifti, sigur
løgmaður.
Til ber at síggja innslagið
í russiskum sjónvarpi á in.fo.
Um tú skrivar »90 milliónir
sóu Kaj Leo« í leititeigin á
in.fo, so kemur fram grein
við sjónvarpsbrotinum úr
russiska sjónvarpinum. 33
minuttir inni í sendingini
kemur seks minuttir langa
innslagið um Føroyar, har
tey millum annað hava sam
røðu við løgmann.
– Eg fór til Moskva at tryggja mær, at føroyskur útflutningur ikki varð raktur av
russiska handilsbanninum, segði løgmaður við russiskt sjónvarp leygardagin
sóu Kaj Leo
Johannesen
90 milliónir
Russiska tíðindakvinnan, Daria Grigorova, hittir løgmann á Løgmansskrivstovuni
Kaj Leo Johannesen í russiskum sjónvarpi leygardagin. Ivan Eginsson Eysturland hevur týtt okkum tekstin