týsdagur 4. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri
í Marine Harvest Før oyar,
sigur, at arbeiðið hjá felag-
num at leggja ein tóm an ali-
ring við nót út á Sands vág
ætlandi byrjar hin 10. novem-
ber - ella um nakrar dagar.
- Gongur alt, sum ætlað,
hava vit hin 10. november
fing ið neyðuga loyvi frá
Lands verki. Sands kommuna
hevur sagt ja og tað, sum
Lands verk nú fer at gera, er
at broyta vitan ytst á pier in-
um við havnalagið á Sandi.
Stjórin vísir á, at sigling ar-
leiðin hjá Sildberanum liggur
á leiðini, har aliringurin æt-
landi kemur at liggja, og tí
verð ur hvíti sektorurin á
vita num nakað broyttur, og
grøni sektorurin verður nak-
að breiðari.
- Hetta skal alt vera komið
upp á pláss hin 10. november,
og um viðrar verður tá farið í
holt við at leggja aliringin út.
Herfyri var lastbilur á
Sandi við søkkum og ketum.
Vanligur aliringur
Hans Jákup Mikkelsen sigur,
at hóast talan bert verður
um tann eina royndarringin,
skal hesin fortoyast líka so
væl, sum um talan var um
fleiri ringar - ella allar vegir,
sum hann tekur til.
- Aliringurin, sum verður
lagd ur út við nót, men við
ong um fiski, er 120 metrar í
tvør mát. Hetta er ein van-
lig ur aliringur, sum vit áð ur
hava brúkt. Vit hava bílagt
seks ringar til aling á Sands-
vág, men hetta eru uppaftur
størri og sterkari ringar við
einum tvørmáti á 160 metrar.
Stjórin í Marine Harvest
Før oyar sigur, at meðan
royndar ringurin liggur úti,
verð ur aldan mátað, eins og
Fiska aling fer at seta sensor-
ar á nótina, sum fara at vísa,
hvussu nótin livir í sjónum.
- Í tíðarskeiðnum, sum
roynd in verður gjørd, verður
ring ur in eisini eygleiddur frá
yvir flatuni, helst við kamera
av landi.
Hann sigur, at ringurin
verð ur lagdur eystarlaga á
Sands vág, har minsta dýpið
er 25 metrar, og ytra dýpið er
nakað størri.
Smolt til várs
Hans Jákup Mikkelsen sigur,
at enn hevur felagið ikki
fing ið loyvi til at seta smolt
út á Sandsvág, men ganga
roynd ir nar sum vónað, er
mál ið hjá felagnum at seta
fisk út til várs, helst í mars/
apríl.
- Vit hugsa um at seta
390.000 smolt út í seks ringar
á Sandsvág. Hetta er ikki eitt
so velduga stórt tal í mun
til talið av ringum, men vit
halda, at hetta er eitt hósk-
andi tal.
Stjórin vísir á, at enn hev-
ur felagið ikki fingið loyvi til
at seta smolt út, men ætlanin
er, at hetta loyvi skal verða
kom ið upp á pláss í góðari
tíð fyri ætlaðu útsetingina.
- Um fiskur verður settur
út í ætlaðu ringarnar í mars/
apríl, verður fyrsta tøkan
stív liga eitt ár seinni - ella á
sumri í 2016.
Hans Jákup sigur, at
enda málið við at seta fisk út
um várið til tøku summarið
eftir, er, at fiskurin tá bara
gong ur í ein vetur, og soleiðis
verð ur risiko’in minni.
Eisini landstøð
Kemur tað so langt, at roynd-
ir nar við ringinum, sum í
næst um verður lagdur út á
Sands vág, eydnast, og fiskur
verð ur settur út til várs, skal
eisini ein landstøð byggjast á
havna lag num á Sandi.
- Her er tað aftur Sands
kommu na, sum skal játta øk-
ið, og Heilsufrøðiliga Starvs-
stov an skal góðkenna tekn-
ing ina av eini landstøð.
Stjórin sigur, at øll alibrúk
skulu hava eina landstøð, ið
er hegnað inni, og sum virkar
sum “slúsa” hjá teimum, ið
arbeiða við alingini.
- Tey, sum koma at ar-
beiða hjá Marine Harvest
á Sandi, skulu ganga inn
og út um eina slúsu. Inni á
landstøðini verður eitt nú
brúsa, vaskimaskina til dálk-
að klæði, skiftirúm, kaffi-
stova og skrivstova, og her
skulu eisini verða høli til
Heilsufrøðiliga Starvs stovu-
na, sum kemur at taka roynd-
ir. Bátarnir - gjarna tveir í tali
- sum verða brúktir til aling-
ina, koma eisini at liggja inn-
an fyri nevnda hegn.
Hans Jákup Mikkelsen
vænt ar, at eini 3-4 fólk verða
knýtt
at
alibrúkinum
á
Sandi.
Kanna Salthøvda
Marine Harvest Føroyar hev-
ur alla tíðina verið heitari
fyri Sandsvág sum aliøki
held ur enn økinum innan
fyri Salthøvda.
- Jú, tað er rætt, at vit
trúgva nógv meira upp á
Sandsvág. Tað merkir tó
ikki, at vit hava slept ætlan-
un um um aling innan fyri
Salt høvda. Um royndirnar
á Sands vág, sum nú fara í
gongd, eydnast, fara vit at
ar beiða víðari við møgu-
leikunum eisini at ala innan
fyri Salthøvda, sigur Hans
Jákup Mikkelsen, stjóri í
Marine Harvest Føroyar.
Ætla at seta 390.000
smolt út á Sandsvág
- Eydnast royndirnar við aliringinum, sum í næstum
verður lagdur út á Sandsvág, og smolt verður sett út til
várs, skal eisini ein landstøð byggjast á havnalagnum
á Sandi, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sum væntar,
at 3-4 fólk fáa arbeiði í alingini á Sandsvág
Myndin er tikin á almennum bygdarráðsfundi á Sandi
fyrr í heyst, tá Marine Harvest Føroyar legði fram sínar
aliætlanir. Stórur áhugi var fyri hesi framløgu
Fyri fáum døgum síðan
kom lastbilur til Sands við
søkkum og ketum, sum
skulu brúkast til at fortoya
aliringin við á Sandsvág