Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskimálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­ vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Burðardyggur fiskiskapur • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Les meira á fvg.fo Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg leiðingar og annað kunnandi tilfar. Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini • Eginfígging ella onnur fígging er • Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi verkætlanir. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Yviri við Strond 15 FO­110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2015. FISKIVINNUROYNDIR 2015 Lýsing eftir umsóknum Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO-110 Tórshavn Tel. +298 340 800 Faks +298 340 801 lv@lv.fo www.landsverk.fo UPPGÁVUR HJÁ FAKEFTIRLITINUM • Fakeftirlitið skal ansa eftir, at arbeiðið verður útint samsvarandi projekttilfarinum í tí ásettu góðs k- uni og innan fyri ásettu tíðarfreistir GRUNDARLAG • Ydelsesbeskrivelser § 4.2, § 7.36, § 7.42 og § 7.45 • Tað til eina og hvørja tíð galdandi projekttilfar fyri samlaða arbeiðið • Ráðgevarasáttmáli • Arbeiðstakarasáttmáli • Fíggjarætlan fyri fakeftirlit • Notat viðvíkjandi projektuppfylging • Viðkomandi samskifti • Góðskutryggingarskipan hjá ar beiðstakara • Eftirlitsætlanir TEKNISKT EFTIRLIT • Fakeftirlitið skal framhaldandi taka stakroyndir av nøgd og góðsku av gjørdum arbeiði sambært eftirlits- ætlan • Fakeftirlitið skal við stakroyndum tryggja sær, at góðskustýringin hjá arbeiðstakaranum er í samsvari við tað, ið er avtalað • Fakeftirlitið luttekur á byggifundum og øðrum fakligum fundum, sum byggileiðarin innkallar til, eins og viðkomandi tekur stig til at halda fakligar fundir, um viðkomandi metir, at tørvur er á tí. Harumframt luttekur fakeftirlitið á eftirmetingarfundi, tá arbeiðið er liðugt og avhendað GÓÐSKUSTÝRING • Fakeftirlitið ger eftirlitsætlanir • Fakeftirlitið metir um góðsku- stýr ingarskipanina hjá arbeiðs- takaranum • Fakeftirlitið skal skjalprógva sítt eftirlitsvirksemi við frágreiðingum, váttanum og øðrum viðkomandi skjølum og lata byggileiðaranum skjalprógvini einaferð um vikuna. Umframt eftirlitsfrágreiðingar og -notat skal fakeftirlitið gera serligar frágreiðingar um øll frávik frá útbodna projektinum, ið gjørd verða • Fakeftirlitið luttekur á góðsku- stýri ngarfundum, ið verða hildnir í minsta lagi fjórðu hvørja viku og skrivar fundarfrásagnir frá hesum fundum TÍÐ • Fakeftirlitið skal við stakroyndum kanna, um arbeiðstakarin heldur tíðarætlanina og skal kunna byggi- leiðaran, um seinkingar eru PLANLEGGING • Fakeftirlitið ger eina ætlan fyri sítt arbeiði, sum skal leggjast fyri byggileiðaran til góðkenningar. Ætlanin skal vera í samsvari við góðskustýring arbeiðstakarans og við arbeiðsætlanina fyri samlaðu byggingina SKJALPRÓGV FYRI “SUM BYGT” (AS BUILT) • Fakeftirlitið skal kunna byggi- leið aran um øll frávik frá projekt- tilfarinum. Um byggileiðarin metir, at frávikini hava so mikið stóran týdning, at tey skulu skrásetast, skal fakeftirlitið skráseta frávikini • Øll frávik skulu avtalast skrivliga millum fakeftirlitið og arbeið s tak- aran • Fakeftirlitið savnar saman øll skjøl frá arbeiðstakaranum í sambandi við “sum bygt”. Tá tey eru kannað og skrásett, verða tey send ráðgevaranum FAKEFTIRLIT BÝTT UPP Í TRÝ ØKIR. MØGULEIKI ER FYRI AT BJÓÐA UPPÁ EITT ELLA FLEIRI • Tunnil • Vegagerð • EL-arbeiðið FØRLEIKAR OG KRØV Vísast skal á royndir á hesum økum – mvg-skrásett virki við ráðgevara- trygging Áhugaði skulu venda sær til Landsverk, stílað til Herman Lindberg, hdl@lv.fo, við neyðugum upplýsingum, navni, t-post adressu, telefon og V-tal. Síðani verður frá- boðað, hvør sleppur at bjóða uppá uppgávuna. Hetta verður 13. november 2014. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinsta lagi 24. november 2014, klokkan 11.00 og sendast digitalt. Les meira á www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. UNDANGÓÐKENNING FAKEFTIRLIT Í SAMBANDI VIÐ GERÐ AV VIÐAREIÐISTUNLI OG TILHOYR­ ANDI VEGAGERÐ høvuðs­ ungdómsvenjari og ungdómsvenjarar B36 søkir eftir ungdómsvenjarum og høvuðs­ ungdómsvenjara til kappingarárið 2015 B36 til meldar bæði gentu- og dreingja lið í øllum ungdóms ár- gangum og til allar fótbólts- kapp ingar, sum FSF skipar fyri kapp ingar árið 2015. B36 er í føroyskum høpi eitt stórt felag og við einum ung dóms arbeiði í støðugari menning. B36 byggir sítt virksemi á týðilig virðir, har dentur verður lagdur á, at tað skal vera stutt ligt at spæla fótbólt samtíðis sum tað skal vera pláss fyri øllum at íðka ung dómsfótbólt í B36 – bæði heildini og teimum evnaríku. nærri kunning og førleikakrøv á www.b36.fo og facebook/Bóltfelagið B36