Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er ein trupulleiki fyri okkum handilsfólk, at fólk keypa nógv á netinum. Men mun­urin í Føroyum er, at lands­ins lógir eggja fólki til at keypa uttanlands og á net­ inum, tí so sleppa tey undan at gjalda mvg. Tað skrivar Havgrímur Jo­hann­esen, handilsmaður, á Face­book. Hann vísir á, at keypir tú í ein­um handli í Føroyum, so skalt tú rinda mvg. – Men keypir tú i einum hand­li í Føroyum, so SKALT tú gjalda mvg, og hand­ils­ mað­urin skatt og lønir. Er hetta at byggja land?? Hví kunnu so ikki allar sølur her á landi undir 300 krónur ikki verða frítiknar mvg og harvið taxfree? spyr hand­ils­mað­ur­ in. Og Poul Michelsen og hand­ils­maður svarar honum á Face­book: – Vit hava hatta fyri í Hand­ ils­felagnum í Vinnuhúsinum, og vit eru við at orða eitt skriv til lands­stýr­ið um hetta. – Sjálvur kann eg als ikki góðtaka ein slíkan ójavna í kappingini og als ikki frá ein­ um almennum partafelag, sum Posta er. Posta hevur bið­ið um at hækka mvg-fría mark­ið munandi, skrivar Poul Michelsen. Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Kristianna winther poulsen Kjak síða 13 Sálar­ heilsa sum eingin sær Kristina clementsen Kjak síða 14 Fram­ tíð­ar­ál­itið svíkur – Uppskotið um misálit á Johan Dahl er ein sjónleikur. Men eg taki ikki eina avgerð, uttan at eg meti, at av­gerðin er røtt – og so kunnu øll hoppa og renna! Soleiðis segði løgmaður í ting­i­ num týs­dagin, tá misálitsuppskotið á Jo­han Dahl var til viðgerðar. Men tað er tó alt, ið bendir á, at tað verða onnur, sum kunnu biða Kaj Leo Holm Johannesen hoppa og renna. Í øllum førum um sein­ asta velj­ara­kann­ing­in – og fimm tær sein­astu und­an henni – eru eft­ir­far­andi. Tær vísa greitt, at tað verð­ur ikki Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen ella Sam­bands­flokk­ur­in sum skal stjórna nýggj­um lands­stýri. Tvørt­urímóti vísa tær, at tað verð­ ur Javn­aðar­flokk­urin og Aksel V. Jo­hann­e­sen, sum nú skulu vísa síni leið­ar­a­evni í landsins stjórn. Spurningurin er so, hvørja stjórn, Javn­að­ar­flokk­urin fer at skipa. Bæði Fram­sókn og Tjóð­v­eldi hava fríggj­að til Javn­að­ar­flokk­in – ella lagt upp til, at tað verður nú­ ver­andi and­støða, sum skal verða alt­e­rnativið til sitandi stýri. Aksel V. Johannesen hevur gjørt púra greitt, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Har­við er triðja ABC samgongan av­skrivað. Men tað merkir ikki, at Sam­bands­flokk­urin er avskrivaður. Javn­að­ar­flokk­urin hevur ikki gjørt greitt, hvønn hann heldur vil sam­ starva við, Tjóðveldi ella Sam­bands­ flokk­in. Matematiskt gongur tað út upp á tað sama, sum Javnaðarflokkurin fer saman við Tjóðveldi ella Sam­ band­inum sam­an við Framsókn ella Mið­flokk­inum. Poul Michelsen hevði uttan iva kent seg ov kroyst­ an mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Sam­ bands­flokk­in. Tí hevði sam­gonga mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­ veldi og Fram­sókn hósk­að hon­um væl. Sjálv­stýris­flokk­ur­in sær ikki út til at vinna upp um ting­gátt­ina, tí fær gamla heima­stýr­is­sam­gong­ an mill­um Javn­að­ar­flokk­in, Sam­ bands­flokk­in og Sjálv­stýr­is­flokk­in ikki meiriluta. Tí er mangt sum bendir á, at velj­ arin fer at biðja Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen hoppa og renna, meðan Aks­el V. Johannesen kann skipa sam­gongu millum Javnaðarflokkin, Tjóð­veldi og Framsókn. Eina sam­gongu, sum ikki verð­ur bund­in nið­ur av Mið­flokk­i­num í et­ isk­um mál­um, so sum fosturtøkur, rús­drekka ella samkyndum hjún­ ar­bandi – og eina samgongu, sum kann finna semju um ein fiski­vinn­ u­politikk, sum øll uttan Fólka­flokk­ ur­in taka undir við. Nú kann hann hoppa og renna... Keyp útlendskt og spar mvg Jákup Egholm Hansen er sett­ur í starv sum nýggjur rakstr­arleiðari á Vága Flog­ havn. Hann avloysir Finn­ boga Niclasen, sum eftir 36 ár fer frá við eftirløn. Jákup Egholm Hansen er út­búgv­in artitektur og hevur eis­ini tikið Master prógv inn­ an leiðslu í Aberdeen. Harumframt hevur hann eina røð av skeið­um og eft­ir­út­búgv­ing­um og holl­ar starvs­roynd­ir inn­an ráðgevara- og pro­jekt­er­ings­ virk­semi og fyrisiting. Til fyri stuttum var Jákup Eg­holm Hansen tekniskur stjóri hjá Tórshavnar komm­unu. Men fór úr starv­inum eftir ósemju við arbeiðsgevaran um ein nevnd­ar­sess í Eik Banka. 14 umsóknir vóru til star­ við sum rakstrarleiðari á Vága Floghavn. Jákup Egholm Hansen byrj­ar í starvinum 1. des­em­ ber. Jákup Egholm Hansen rakstrar­ leiðari hjá Vága Floghavn Sannlíkt at andstøðan tekur yvir valdið í Tinganesi Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig. LEYGARDAGIN HÓSDAG FRÍGGJADAGIN 10-15 m/s 6-11 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 6-11 m/s 5-10 m/s Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig. Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi og ælingur. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin andøvsgul av landnyrðingi og okkurt æli, mánadagin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið hósmorgunin: Eitt stormlágtrýst. 965 hPa. í útsynning úr Íslandi kemur spakuliga hendavegin. Veðrið fríggjanáttina. Stormlágtrýstið við Ísland fer í landnyrðing og grynnist.