hósdagur 6. november 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Misálit á sam
veljarakanning
Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011
57,6
42,4
19
14
Gallup desember 2011 30-11-2011
52,6
47,4
17
16
Gallup februar 2012 21-02-2012
51,6
48,4
17
16
Gallup juli 2012 03-07-2012
48,0
52,0
15
18
Gallup november 2012 09-11-2012
51,6
48,4
17
16
Gallup februar 2013 25-02-2013
50,5
49,5
16
17
Gallup september 2013 16-09-2013
44,6
55,4
15
18
Gallup mai 2014 02-05-2014
41,2
58,7
14
19
Lóður mai 2014 11-05-2014
42,5
57,5
14
19
Fynd november 2014 06-11-2014
47,3
52,6
16
17
Munur valið/í dag
-10,3
10,2
Kanning
Kunngjørd
Samgonga
Andstøða
Sessir samg.
Sessir ands.
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa leiðsluna
í Tinganesi. Hóast Sjálvstýrisflokkurin
hvørvur úr føroyskum politikki, so verður
andstøðan á tingi størri enn samgongan
Eirikur Lindenskov
– Javnaðarflokkurin verður
nógv tann størsti flokkurin
á tingi.
Tað er greiða niðurstøðan
í nýggjastu veljarakanning
ini, sum Fynd hevur gjørt
fyri Sosialin.
Kanningin gevur Javn
aðarflokkinum 25,8 prosent,
sum er 8,1 prosentstig meira,
enn á valinum 29. oktober í
2011. Hetta gevur flokkinum
9 tingfólk, í mun til tey 6, sum
flokkurin fekk á valinum.
Næststørsti flokkur verð
ur Sambandsflokkurin. Hann
fær 22,3 prosent, sum er ein
afturgongd upp á 2,3 prosent,
og sum gevur flokkinum 7
tingfólk í mun til tey 8, sum
flokkurin fekk á valinum.
Triðstørsti
flokkurin
verður Tjóðveldi. Flokkurin
sum hevur verið størsti
flokkur á fleiri valum síðani
1998, misti á valinum í 2011
førandi støðu sína – og hana
hevur hann sambært sein
astu kanningini ikki vunnið
aftur, tí bæði Sambands
flokkurin og Javnaðarflokk
urin eru størri enn Tjóðveldi.
Flokkurin fær við sínum 21,1
prosentum av atkvøðunum
eina framgongd upp á 2,8
prosent, sum gevur flokk
inum ein tingsess afturat
teimum 6, sum flokkurin
fekk á valinum.
Flokkur
nummar
fýra
verður sambært kanningini
Fólkaflokkurin. Hann fær
20,1 prosent av atkvøðunum,
sum er ein afturgongd upp á
2,4 prosent og sum merkir, at
flokkurin missir ein tingsess.
Bæði Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin er í teirri
støðu, at teir hava fingið
hvør sín tingmann afturat,
síðani valið í 2011. Fyrst var
tað Janus Rein, sum varð
valdur fyri Framsókn, sum
skfiti flokk til Fólkaflokkin.
Síðani
var
tað
Gerhard
Lognberg, sum varð tveittur
úr
Javnaðarflokkinum.
Hann fór upp í Sambands
flokkin. Telja vit hesa báðar
tingmenn við, so missa Fólka
flokkurin og Sambandsflokk
urin tveir tingsessir í part –
ella sagt við øðrum orðum,
at hesir nývunnu tingmenn
ikki geva nýggju flokkum
sínum framgongd.
Teir smáu flokkarnir hava
allir afturgongd í kanningini.
Størstu afturgongdina hevur
Framsókn, sum fer úr 6,3 til
3,3 prosent. Ein afturgongd
upp á 3 prosentstig, sum
merkir, at flokkurin missir
ein tingsess og bara hevur
annan tingsessin eftir.
Sjálvstýrisflokkurin klár
ar ikki upp um tinggáttina
hesaferð heldur. Hann fær
bara 2,4 prosent í mun til 4,2
prosent. Tinggáttin er 1/33
ella 3,03 prosent. Tí verður
Sjálvstýrisflokkurin
sam
bært kanningini ikki umboð
aður á tingi.
Miðflokkurin fær í kann
ingini 4,8 prosent, sum er ein
afturgongd upp á 1,3 prosent
stig. Men flokkurin klárar
kortini at varðveita teir tveir
tingsessirnar.
Sambært
kanningini
hava samgonguflokkarnir 16
tingsessir, meðan andstøðu
flokkarnir hava 17.
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
Tað hevur gingið strúkandi
hjá Akseli V. Johannesen,
síðani hann tók við sum for
maður í Javnaðarflokkinum
í 2011. Sambært nýggjastu
veljarakanningini
stendur
Javnaðarflokkurin til at fáa
besta valúrslitið í 24 ár – og
eitt av teimum bestu nakran
tíð. Flokkurin fær í kann
ingini 25,8 prosent, sum er
ikki minni enn átta prosent
stig meira enn á valinum í
2011. Hetta hevði givið flokk
inum níggju fólk á ting. Trý
fleiri, enn flokkurin fekk á
seinasta løgtingsvali.
Tær 10 kanningarnar, sum
hava verið síðani seinasta
løgtingsval vísa eina javna
framgongd hjá Javnaðar
flokkinum.
Longu í fyrstu kanningini,
sum varð gjørd bara góðan
mánað eftir valið í oktober
í 2011, fekk flokkurin 2,4 pro
sentstig í framgongd. Síðani
hevur gingið støðugt framá.
Seinastu fýra kanningarnar,
sum allar eru gjørdar í ár,
hava givið Javnaðarflokk
inum oman fyri 25 prosent
av atkvøðunum tann besta
fyri flokkin er tann feskasta,
sum gevur flokkinum 25,8
prosent og níggju tingfólk.
Hóast Javnaðarflokkurin
fekk seks fólk á seinasta løg
tingsvali, so hevur flokkurin
bara havt fimm tingfólk, síð
ani flokkurin í november í
fjør tveitti Gerhard Lognberg
úr flokkinum.
Um tað hevur gjørt mun í
veljarakanningunum, er ilt at
siga. Men staðfestast kann,
at veljarakanningarnar, sum
eru gjørdar eftir at Gerhard
Lognberg varð tveittur úr
flokkinum, hava givið Javn
aðarflokkinum millum 3 og 4
prosentstig meira, enn kann
ingarnar, sum vórðu gjørdar
áðrenn, hann varð tveittur úr
flokkinum.
Javnaðarflokkurin vann
støðuna sum størsti flokk
ur á valinum í 1958. Tá
hevði
flokkurin
agiterað
við
fólkapensjónini,
sum
varð gjøgnumførd árið eftir.
Javnaðarflokkurin varðveitti
støðuna sum størsti flokkur
næstu 20 árini, til Sambands
flokkurin við Paula Ellefsen
á odda vann á Javnaðar
flokkinum
sum
størsti
flokkur í 1978.
Bara tvær ferðir eftir 1978
hevur
Javnaðarflokkurin
verið størsti flokkur. Tað
var í 1984 og í 1990. Í 1994
fekk
Javnaðarflokkurin
eitt katastrofuval, tá hann
fór úr 10 niður í 5 tingfólk,
eftir at fakfelagsleiðararnir
Óli Jacobsen og Ingeborg
Vinther vendu flokkinum
bakið og saman við øðrum
stovnaðu Verkamannafylk
ingina.
Síðani tá er flokkurin ikki
komin fyri seg aftur.
Men sambært fýra teim
um seinastu veljarakanning
unum, so hevur Javnaðar
flokkurin undir leiðslu av
Aksel V. Johannesen aftur
vunnið støðuna sum størsti
flokkur í Føroyum.
eirikur@sosialurin.fo
Tjóðveldi hevur framgongd
– men flokkurin fær ikki
alt tað mista aftur.
Hóast Tjóðveldi sam
bært
kanningini
hevur
lutvíst stóra framgongd
í mun valið seinast, so er
hon langt frá so stór, sum
framgongdin hjá Javnaðar
flokkinum.
Tað gekk illa hjá Tjóð
veldinum á valinum sein
ast, tá flokkurin misti
tvey av sínum um boðum.
Afturgongdin var 5 pro
sentstig.
Síðani valið hevur Tjóð
veldi – í mun til valið – havt
framgongd í øllum veljara
kanningum. Besta úrslitið
hevur verið 23,6, sum var í
kanning í september í fjør,
sum hevði givið flokkinum
átta tingfólk. Kanningin
hesaferð gevur flokkinum
tó sjey tingfólk, sum er eitt
meria enn á valinum sein
ast.
Størsta undirtøka, Tjóð
veldi hevur havt, var í 1958,
tá flokkurin fekk 23,9 pro
sent av atkvøðunum.
Í nítíárunum stóð ikki
so væl til flokkinum. Á val
inum í 1994 fekk flokkurin
13,7 prosent. Men tá Høgni
Hoydal kolvelti flokkin í
1998 við »skipaðari loys
ing«, sum seinni varð til
»fullveldi«, fór at ganga
betur. Á valinum í 1998 fekk
flokkurin 23,8 prosent og
tvívaldaði tingmanningina
úr 4 upp í 8. Flokkurin
varðveitti átta tingfólk á
valinum í 2002, í 2004 og í
2008. Men so gekk galið í
2011, tá flokkurin mist tvey
tingfólk. Sambært nýggj
astu veljarakanningini, so
fær flokkur annað av hes
um tingfólkum afturvalt.
eirikur@sosialurin.fo
Fær ikki alt tað mista aftur
Aksel buldrar fram