hósdagur 6. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
veljarakanning
Veljarakanningin vísir, at føroyingar eru farnir at troyttast
av tí miseydnaða politikkinum hjá samgonguni
Føroyingar
farnir at
troyttast av
samgonguni
Áki Bertholdsen
– Allir føroyingar hoyra nógv
um tað stóra ríkidømið sum
er í samfelagnum. Men tað
eru ógvuliga fáir føroyingar
sum merkja nakað til tað.
Tað er stutta niðurstøð
an hjá Aksel V. Johannesen,
formanni í Javnaðarflokk
inum, tá ið vit fortelja honum
úrslitið
at
spildurnýggju
veljarakanningini,
Fynd
hevur gjørt fyri Sosialin.
Veljarakanningin gevur
Javnaðarflokkinum
eitt
serstakliga gott val við eini
framgongd upp á heili 8,1
prosent aftur ímóti seinasta
løgtingsvali.
Yvirhøvur hevur Javn
aðarflokkurin
havt
sera
góðan byr í øllum veljara
kanningunum og allar tær
seinastu fýra kanningar geva
flokkinum eina undirtøku
upp á yvir 25 prosent av at
kvøðunum og tær gera hann
til nógv størsta flokk á tingi.
Tað fegnast formaðurin
um, men tekur tað við tí fyri
varni, at talan nettupp er um
eina veljaralkanning.
Men formaðurin í Javn
aðarflokkinum
heldur,
at úrslitið av kanningini
vísur, at í botn og grund eru
føroyingar troyttir av førda
politikkinum, tí hann er so
miseydnaður.
– Eitt er tað, at vit hava
havt nógv rumbulsmál hesi
seinastu árini og tey hevur
samgongan
ikki
takklað
serliga álitisvekjandi tí tey
hava ikki fingið neyðugu av
leiðingarnar, sigur Aksel V.
Johannesen.
Trý mál hann sipar til í
hesum sambandi, er málið
um Eysturoyartunnilin, toll
málið hjá Jørgen Niclasen og
málið um fíggjarstøðuna hjá
Strandferðsluni.
– Men veruleikin er eisini
tann, at hóast vit hava havt
eina søguliga og óhoyrda
framgongd í búskapinum
upp á 2,5 milliardir, bara í
hesum valskeiðnum, hevur
tað ikki eydnast samgonguni
at fá hallið á fíggjarlógini
burtur.
– Taka vit forskattingina
av pensjónum burtur úr,
verður hallið á fíggjarlógini
á fíggjarlógini fyri 2015 enn
tá størri enn tað var, tá ið
hendan samgongan tók við
í 2011.
– Tað stóra ríkidømið, vit
hava fingið við uppsjóvar
fiskinum, endar alt í nøkrum
heilt fáum lummum, uttan
at vanligi føroyingurin fær
nakran sum helst lut í tí.
– Tvørturímóti er stættar
munurin í Føroyum vaksin
seinastu árini.
– Hetta órógvar veljaran,
sum er farin at troyttast
av samgonguni og vil hava
broytingar. - Veljarin hevur
mist álitið á politisku skipan
ina, soleiðis sum samgongun
umsitur skipanina, og vísir
nú sína ónøgd við førda
politikkin.
Aksel V. Johannsen held
ur, samstundis vísir kann
ingin, at veljarin tekur væl
undir við teimum sjónar
miðjum, javnaðarflokkurin
hevur ført fram.
Fleiri møguleikar
Seinastu
nógvu
veljara
kanningarnar hava víst, at
samgongan missur meiri
lutan á tingi og tað ger
hendan nýggja kanningin
eisini.
Hendan
samgongan
gevur samgonguni 16 ting
limir og andstøðuni 17 ting
limir.
Andstøðan hevur sam
starvað væl á nógvum økjum
Áki Bertholdsen
Eg havi onga forkláring upp
á, hví vit klára okkum so illa
nú, sigur formaðurin í Fram
sókn, Poul Michelsen.
– Eg havi forkláring uppá,
hví vit standa okkum so illa
nú.
Tað sigur Poul Michelsen,
formaður í Framsókn.
Nýggja veljarakanningin,
Fynd
hevur
gjørt
fyri
Sosialin gevur Framsókn
eina stóra afturgongd aftur
ímóti seinasta vali. Á val
inum fekk Framsókn 6,3
prosent av atkvøðunum og
tveir tinglimir. Men í nýggju
veljarakanningini fær flokk
urin ein rættiligan lúsing, tí
hann fær bara 3,3 prosent og
missur ein tinglim.
Hetta er samstundis nógv
vánaligasta veljarakanningin
av øllum teimum 10 kann
ingunum, sum eru gjørdar
síðani løgtingsvalið í 2011, tí
fleiri kanningar hava víst, at
flokkurin fær 7-8 prosent av
atkvøðunum.
Eitt Poul Michelsen uggar
seg við, at tá ið talan er um
smá tøl, er størri óvissa um
úrslitið, enn tá ið talan er um
størri flokkar.
Men hann ger samstundis
greitt, at hann ætlar avgjørt,
at úrslitið skal vera betur
enn hetta, tá ið val verður
aftur.
– Eg havi onga orsøk at
halda, at hetta verður val
úrslitið. Vit eru ein væl skip
aður flokkur og nógv fólk
eru farin undir arbeiðið at
brynja okkum til valið og
hvessa profilin, sigur hann.
Seinast nakað av álvara
var at hoyra til Framsókn,
var eftir fólkafundin í sep
tember, tá ið flokkurin tosaði
um at fáa vín og øl í handlar
nar at selja.
– Eg veit ikki um tað
hevur ávirkað veljaran, men
tað bygdi so á úrslitið av eini
veljarakanning sum vísti, at
stórur partur av føroyingum
vil hava, at handlarnir skulu
sleppa at selja øl og vín, sigur
formaðurin í Framsókn.
Blussið lágt
Men hví tað gongur so strilti
í hesi kanningini, hevur hann
einki boð upp á.
Men hann heldur, at hetta
er kanska ring tíð at gera
veljarakanning í, tí politiska
arbeiðið hevur ligið rættiliga
stilt leingi.
– Hetta kann vera ein av
leiðing av at vit hava ikki
verið heilt so atfinningarsom
ímóti samgonguni, sum Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
hava verið, sigur hann.
– Vit hava heldur ikki
verið líka nógv frammi í
miðlunum,
leggur
hann
afturat.
Annars
heldur
Poul
Michelsen, at ein samgonga
ímillum
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi
og
Framsókn
kundi verið ein møguleiki
eftir valið.
Poul
Michelsen
hevur
ofta sagt at honum dámar
væl 17 manna samgongur,
har eingin tinglimir leypir av
og sleppur at spæla fríspæl í
ymsum málum.
– At verði høgri vongur í
eini mið-vinstra samgongu,
havi eg einki ímóti, sigur
Poul Michelsen.
Men hann leggur dent á,
at hann útihýsir ikki øðrum
samgongumøguleikum.
aki@sosialurin.fo
Poul fær ein lúsing