hósdagur 6. november 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
Vilt tú arbeiða innan roknskaparøkið á einum
stórum stovni við fjølbroyttum virkisøki, so er
Landsverk rætta arbeiðsplássið til tín. Vit leita
eftir nærløgdum og tænastusinnaðum starvs-
fólki til bókhaldið.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
Tú skalt fyrst og fremst taka tær av ymiskum
bókhaldsuppgávum innan høvuðsbókhaldið á
Landsverki. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum
annað um:
• Bókingar av ymiskum slagi
• Avstemmingar
• Ymsar eftirlitsuppgávur
• Aðrar uppgávur, ið verða loystar í samráði við
roknskaparleiðaran
FØRLEIKAKRØV
Tað er eitt krav, at tú hevur miðnámsútbúgving
ella skrivstovuútbúgving, og at tú hevur góðan
telduførleika og dugir at nýta Offi ce. Harum-
framt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir
innan bókhald og dugir at nýta Búskaparskipan
Landsins og Navision.
Sum persónur vænta vit, at tú ert arbeiðs-
samur, røkin og hevur eygað fyri smálutum.
Harafturat er umráðandi at tú ert væl skipaður,
og at tær dámar væl rutinuarbeiði.
Vit leggja eisini stóran dent á góðar persónligar
eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein
arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvs-
evnum.
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanartreytir annars eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
UMSÓKNIR
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing
skal sendast umvegis heimasíðu okkara
www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi 17. november 2014.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Britt Johannesen, roknskaparleiðara á
tlf. 290822 ella telduposti britt@lv.fo.
LANDSVERK SØKIR
Les meira á www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur
um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og
byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir,
útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir,
bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
ROKNSKAPARFÓLK