hósdagur 6. november 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014
2
VIKUSKIFTI
Internet
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kroatiski klaverspælarin Dejan Lazic er
dugnaligur og ferðast kring heimin fyri
at hava framførslur, men hann hevur
eins og nógvir aðrir tónleikarar upp
livað at fingið eitt vánaligt ummæli.
Í 2010 skrivaði amerikanska blaðið
Washington Post »Sparks but no
flame« í eini yvirskrift fyri ummæli,
ið gav Lazic heldur vánaligt skoðsmál
fyri eina konsert.
Nú hevur Dejan Lazic biðið
Washington Post um at strika um
mælið, sum framvegis kann lesast á
internetinum. Lazic vísur til ein ES-
dóm, sum sigur at fólk hava rætt til
at verða gloymd á netinum og kunnu
krevja persónligar upplýsingar strik
aðar í talgiltum leitiskipanum.
Dejan Lazic sigur, at vánaliga um
mælið hjá Washington Post í fleiri ár
hevur riðið honum sum eina marru á
fyrstu leitisíðuni á Google, tá ið leitað
verður við hansara navni.
Skeiv adressa
Washington Post er ikki sinnað at
strikað ummælið og heldur, at Dejan
Lazic misbrúkar ES-dómin í sínum
kravi, sum tey eisini halda hevur skeiva
adressu.
Washington Post vísur á, at ES-
dómstólurin snýr seg um leitimaskinur,
og at fólk, sum halda at okkurt misvís
andi ella skaðandi fyri tey er síggja í
leitimaskinunum, hava rætt at biða tey,
sum varða av leitimaskinunum, um at
skrika tað úr teirra skipan. Tí er miðlar
sum Washington Post ikki umfataðir av
hesum dómi.
Føroyar er
sín egni nalvi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Savnsmynd
klumman
Kroatiskur klaverspælari hevur biðið amerikanskt
blað strikað eitt vánaligt ummæli frá 2010
T
á eg fór úr Føroyum fyrstu ferð
á skúla, fór eg til eitt annað
oyggjaland. Eg fór til Álands. Eg
visti lítið og onki um oyggja
landið, eg skuldi til, og hevði
ikki ánilsi av, hvussu stóran týdning júst
komandi mánaðirnir fóru at hava í mínum
vaksna lívið.
Eg hitti HANN á Álandi. Ein 22 ára
gamlan ítróttarman, sum livdi fyri at standa
á skíum. Eg hevði ongantíð sæð eitt par av
skíðum.
Men hetta kultursjokkið var lítið saman
borið við tað sjokk, tað var, at koma inn í
álendska samfelagið.
Áland er eitt vet størri enn Føroyar,
men hevur bara 28.000 innbúgvar á 6.500
oyggjum.
Eg havi mangan hugsað, hví eg ongantíð
fall til á vakra Álandi, og hví tað enn tann
dag í dag er ógjørligt hjá mær at búgva har.
Seinasta mikudag kom eg eitt sindur
nærri sannleikanum.
Tá vóru vit nakrir føroyingar samlaðir,
og prátið kom inn á munin millum Áland og
Føroyar. Ein av klóku kvinnunum um borðið
segði tá, at stóri munurin er, at Áland er ein
útjaðari, og Føroyar er eitt sentrum.
Nemliga! Føroyar er sín egni nalvi. Vit
hava eingi stór lond ella høvuðstaðir beint
við hjá okkum, og mentanarávirkanin er als
ikki líka stór, sum hon er á Álandi, ið liggur
kleimt millum tvey stór lond.
Føroyar kunnu reypa sær av egnum máli,
flaggi, sjónvarpi, útvarpi og mongum øðrum,
ið oyggjalond aðrastaði bara kunnu droyma
um. Alt hetta merkist eisini í fólkinum og
okkara hugburði. Vit eru føroyingar, og tað
eru vit stolt av.
Eg minnist enn sjokkið, tá svigarfamiljan
á Álandi fyrstu ferð segði mær sína hugsan
um, hvussu tað er at hoyra til eitt annað
land. »Tað er nakað vit skulu verða glað og
stolt yvir«. Tjóðskaparrørðsla er so at siga
ikki til á Álandi, hóast landið er ríkt.
Álendingar kalla seg ikki sviar ella finnar
– teir eru álendingar – men teirra samleiki er
nógv veikari enn okkara. Tey hava egið flagg
og sjálvstýri, men kirkjan er finsk, uttanríkis
politikkurin er finskur, og skattur og toll fer
allur umvegis til Finland.
At verða álendingur og føroyingur er
so ymiskt, at tað illa ber til at lýsa í orðum.
Men tað, sum eg gjørdist klókari av seinasta
mikudag, var, hvussu nógv tað geografiska
faktiskt hevur at týða fyri tjóðirnar.
Og eg eri rættuliga glað um, at júst eg eri
fødd í nalvanum – og ikki á lítlutá.
So segði
hann...
Pianistur vil hava
ummæli strikað
– Vit hava eitt gott og langt
forhold við Russland, og vit vóna
at varðveita tað í framtíðini.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við russiskt sjónvarp
Inna
Törnroos
Dejan Lazic vil sleppa av við vánaligt ummæli, sum øll kunnu finna á internetinum