hósdagur 27. november 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Broytingar í
byggisamtyktum
Broyting í byggisamtyktini fyri Kollafjørð og
nýggj serstøk byggisamtykt fyri ovasta part av
Karlamagnusarbreyt.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 20. november 2014 hevur samtykt
uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri
Kollafjørð og nýggja serstaka byggisamtykt fyri
ovasta part av Karlamagnusarbreyt.
Broyting í byggisamtyktini
fyri Kollafjørð
Ætlaða broytingin er, at markið millum 4. Grund-
umráði og A1-øki verður regulerað nakað
norðureftir.
Ætlaða broytingin fevnir um part av matr. nr.
74a, Kollafjørð.
www.torshavn.fo
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri
øki við Karlamagnusarbreyt millum
Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu
Í sambandi við at kommunan ætlar at gera eina
útstykking við 8 tvíhúsum við 16 bústaðar-
eindum við Karlamagnusarbreyt, millum Rólants-
gøtu og Ólivantsgøtu, er gjørd ein serstøk
byggisamtykt um skipan og bygging á økinum.
Samstundis verður hetta økið tikið burturúr
serstøku byggisamtyktini fyri Karlamagnusar-
breyt.
Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um
matr. nr. 135l, 135m, 135n, 135o, 135p, 135q,
135r og 135s, Hoyvík
Framløga
Tilfar, sum lýsa uppskotini til broyting av byggi-
samtyktini fyri Kollafjørð og nýggja serstaka
byggisamtykt, liggur frammi í Snarskivuni á
Vaglinum, frá 1. desember til og við 22. desember
2014, frá mánadegi til hósdag kl. 9.00 til 16.00
og fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða
at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í
seinasta lagi 19. januar 2015.
NOVEMBER-KAPPINGIN
Hvønn dag í november mánaða verða Sudoku uppgávur
at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 8. desember
2014 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er eitt
gávukort frá Hvonn
virði 500 krónur
Vinn eitt
gávukort
á 500,-
frá