Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge / Jákup Mørk Tað hendi, sum ikki skuldi henda. Tá atkvøðuseðlarnir fyri bestu fótbóltsavrikini hetta kappingarárið vórðu taldir saman, kom ein av seðlunum skeivt fyri. Atkvøðurnar hjá lið­skip­ aranum hjá EB/Streymi, Gert Hansen, komu av misgávum at standa øvut. Hetta bar við sær, at navnið, sum skuldi hava 5 stig, fekk 1 stig, meðan tann, ið skuldi hava 1 stig av órøttum fekk 5 stig. Gert varnaðist sjálvur støð­una, tá Sosialurin mána­ kvøldið kunngjørdi, hvussu hvør einstakur av teimum við atkvøðurætti hevði valt síni nøvn. Hann gjørdi okk­ um alt fyri varugar við mis­ takið, sum sjálvandi skal rætt­ast. Verða tølini hjá Gert Hansen rættað, so inniber hetta eina broyting. Hon er, at Adeshina Lawal fer frá 64 upp í 68 stig í kappingini um at gerast ársins spælari. Lukasz Cieslewicz, sum fekk heið­urin fríggjakvøldið, fer sam­stundis frá at hava 71 niður á 67 stig. Soleiðis verður tað Adeshina Lawal og ikki Lukasz Cieslewicz, sum skal hava heiðurin sum ársins spælari í føroyskum mans­ fót­bólti 2014. Fyri hinar bólkarnar broytti justeringin av at­ kvøð­unum einki ímillum trý tey fremstu nøvnini. Hjá okkum, sum sita við ábyrgdini av uppteljingini, er hetta sjálvandi ein sera keði­lig støða. Atkvøðurnar eru undir uppteljingini bæði tald­ar og eftirkannaðar, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Hetta prógvar tó, at tað var ein røtt avgerð, sum varð tikin í fjør, tá ítróttar­redak­ tiónin gjørdi av, at allar at­ kvøður – tær til dómarar undan­tiknar – skuldu al­ manna­kunn­gerast. Hetta gev­ur gjøgnum­skygni, og utt­an hetta varð mistakið helst ongan tíð komið undan kavi. Samstundis er avgerð tikin um at tillaga atkvøðu­ greiðsluna og uppteljing av hesari, so mistøk av hesum slag verða fyribyrgd. Liðið eigur æruna Ársins spælari ikki tann rætti Adeshina Lawal sigur at liðfelagarnir í B36 eiga æruna av, at hann er kosin til ársins leikara í føroyskum fótbólti í 2014 Adeshina Lawal er av røttum ársins spælari hjá monnum í føroyskum fótbólti. Eitt mistak í uppteljingini bar við sær, at Lukasz Cieslewicz fekk heiðurin á fótbóltskvøldinum fríggjakvøldið André Olsen Ársins leikari í føroyskum fótbólti 2014 er álopsleikarin hjá B36, Adeshina Lawal, sum í alt ár hevur verið eyð­ sýndur á meistaraliðnum. Adeshina Lawal kom 13 ferðir á máltalvuna í Effo- deild­ini, meðan hann eisini legði upp til nógv mál. Adeshina Lawal er bæði fegin og stoltur av heiðr­ inum, sum ársins leikari í før­oyskum fótbólti. – Tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg eri valdur sum ársins leikari í Føroyum í 2014. Men tó, so eru tað ser­ liga mínir liðfelagar í B36, sum eiga æruna av, at eg eri valdur sum ársins leikari. Hann greiðir eisini frá, at tað vóru fá, ið høvdu vænt­að at B36 fór at gerast føroya­ meistari áðrenn kapp­ingar­ árið fór av bakkastokki, og tí er kenslan eyka góð nú, aftaná at felagið hevur vunn­ið meistaraheitið. – Undan kappingini vóru tað fá, ið høvdu okkum sum favorittar til meistaraheitið. Men eg haldi at mátin, ið vit hava leikt uppá, hevur verið fram­úr, og tað hevur verið stutt­ligt at verið partur av lið­num hjá B36 í ár. Adeshina Lawal var fyrst og fremst stoltur av, at hann var millum teir tríggjar, ið vóru tilnevndir sum ársins leik­ari í 2014, tí at hann held­ ur at tað er ein rúgva av góð­um fótbóltsspælarum í Føroyum. – At eg nú eri valdur til árs­ins leikara í Føroyum, tá so nógvir aðrir góðir fót­ bólts­spælarar eru í Effo- deild­ini, ger bara tað at eg eri eyka stoltur av heiðrinum. Men teir, ið eiga æruna av heiðr­inum eru liðfelagarnir og venj­ararnir í B36, ið hava fingið sum mest burturúr mær. Greitt er annars, at ársins leikari í Effo-deildini 2014 til kom­andi kappingarár spæl­ir í nýggjum felagið. Adeshina Lawal gjørdi eftir kapp­ingar­ lok sáttmála við ÍF, sum fær gleði av nigerianska álops­ leik­aranum í 2015. Adeshina Lawal er longu fluttur til Fugla­fjarðar, har hann hevur funnið seg væl til rættis. – Eg eri glaður av at eg longu eri so væl móttikin í Fuglafirði, og eg gleði meg til at sleppa í gongd við kapp­ ingarárið í ÍF, sigur Adeshina Lawal at enda. fótbóltur Endaliga og rættaða úrslitið av Ársins leikara 2014. Røttu atkvøðurnar hjá Gert Hansen standa í reyða feltinum Ársins leikari í Føroyum 2014, Adeshina Lawal, hevur longu funni seg væl til rættis í Fuglafirði Mynd: André Olsen B36 viðleikarar tóku ímóti »Ársins leikari« steypinum Mynd: Álvur Haraldsen 1. Adeshina Lawal 5 68 2. Lukasz Cieslewicz 1 67 3. Hallur Hansson 3 47