Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 2 VIKUSKIFTI Bøkur Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo Teldan varð brúkt til internet, teldu­ postar og annað slíkt. Tað vóru inn­liv­ ingarevnini sum vóru berandi, tá hann sum fimm ára gamal byrjaði at seta seg at tekna tað, sum samsvaraði við okkurt av telduspølunum, sum hann plagdi at spæla. Tá hann seinni ein regnveðursdag í 2013 var til arbeiðis í einum barna­ garði, kom hann í tankar um gamla hugskotið. Hann byrjaði at tekna lítlar villini­borgir til børnini, og børnunum dámdu leikin so mikið væl, at Rasmus fór at spæla við tankan um at geva hetta út sum bók. Tað hevði hann nevni­liga ikki sæð gjørt fyrr. Tað var ágrýtni hjá børnunum, sum fekk Rasmus at taka næsta stigið at søkja um stuðul frá mentanargrunninum í Klaks­ víkar kommunu. Hann fekk stuðul úr grunninum, og tá var ongin vegur aftur hjá Rasmussi, og hann fór í gongd. Bókin Teknispælið var upprunaliga til barnagarðsbørn, men er eisini væl egnað til børn í skúlaaldri. Í fyrsta strekkinum snýr bókin seg um ein drong sum liggur í songini og ikki fær sovið. Hann fer so út, og tá møtir hann øllum hugsandi avbjóðingum og trupul­leikum sum hann skal loysa. Í seinna strekkinum er tað ein genta sum møtir av­bjóðingum. Tað er ongin tekstur í bókini, so ein hevur frælsi at velja, hvussu ævintýrið hjá børnunum skal ljóða. Hóast ongan tekst, so eru nógvir smálutir í tekningunum, og hetta hevur Rasmus gjørt við vilja, tí hann heldur tað vera so stuttligt at síggja, hvussu børnini liva seg inn í spælið og verða bangin, tá tey fara fram­við eini slangu ella onkrum øðrum rað­andi ella spennnadi avbjóðingum. Hvørki um tú spælir eftir reglunum ella ikki, so er nógv at fáa burtur úr tí grafiska, greiðir Rasmus frá. Turið Bærentsen Konoy hevur teknað søguna saman við Rasmusi. Latið tey ungu gráta Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Jólakalendarin í Útvarpinum / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Tá Rasmus Steintórsson Biskopstø var smádrongur, slapp hann ikki altíð fram at telduni, tá hann hevði hug S um so mong onnur havi eg eisini sitið og lippast til sendingina »Tá tey ungu gráta«. Ein sending, sum var týdningarmikil á so nógvar hættir. Systir mín og eg mistu mammu okkara brádliga, tá vit vóru 17 og 22 ára gamlar. Vit vóru so ófyrireikaðar, sum nakar kann vera upp á at missa mammu sína. Eg var í tí støðu tá, at eg var í ferð starvs­ venjing á journalistaskúlanum. Blaðið, eg starvaðist á, var nokk eitt tað besta, tú kanst fáa, tá tað kemur til sorg. Tað var svenska blaðið »Kyrkans tidning«, og fleiri prestar og onnur innan kirkjuna starvaðust har og vistu, hvussu tað var best at tosa og vegleiða meg. Verri var tað við systur míni, sum gekk í Hoydølum. Vit vita enn ikki, um lærararnir fingu nakað at vita um hennara støðu, men onki bleiv nevnt, og tá hon ikki kundi lata ein stíl inn til tíðina vegna jarðarferð og sorg, bleiv hon skeldað út framman fyri øllum flokkinum. Eg minnist hetta sera væl, eftirsum hon var so sera kedd, og hvussu maktaleysa eg kendi meg. Tí verði eg so glað, tá eg síggi, at um­ støður­nar fyri ung, sum missa, nú eru so nógv betri enn tær vóru í 1994, tá mamma doyði. At systir mín kláraði árini í Hoydølum er eitt satt undur og kann nokk bara forklárast við, at hon hevði ein góðan pápa og familju, sum stuðlaði henni, tá á stóð. Sendingar sum »Tá tey ungu gráta« eru eisini við til at bróta teir múrar niður, sum tarna okkum at tosa um tey deyðu, og allar tær reaktiónir, sum koma mánaðir aftaná, at tú hevur mist. At siga at tíðin lekir øll sár og tiga sorgina burtur, ger tað faktiskt bara verri. Tosa – grát – tosa meir og lat tárini renna. Eg taki hattin av fyri teimum trimum ungu fólkunum í sendingini, sum so greidliga og kensluborið greiddu frá síni sorg. Eg hevði ynskt, at eg hevði slík fyridømi, tá eg var niðast í mínum aldudali. Tað sum tey trý eisini vístu var, at lívið gerst lættari, tá ein tíð er fráliðin. Lívið gerst verður ongantíð tað sama aftur, men tað ber kortini til at gleðast og hava eitt gott lív uttan eina elskaða mammu við sína lið. So segði hann... Innlivingarevnini eru berandi – Allir starar byggja sítt egna reiður. Allir starar fáa damu. Allir starar fáa eitt innihald í gerandisdegnum. Eg vil geva fólkið møguleikan at reiðrast Johan í Kollafirði, sum saman við konuni Rakul hevur keypt bóndagarð á Fyn í Danmark Inna Törnroos Rasmus Steintórsson Biskopstø við nýggju bókini Teknispælið Mynd: úr sendingini: »Tá tey ungu gráta«