hósdagur 27. november 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Annika Kunoy Im
annikak@sosialurin.fo
– Eg eiti Erik Nielsen og eg eri úr
Argentina, og tað er kanska ein góður
spurningur, hví eg eiti Erik Nielsen, tá
eg eri úr Argentina, sigur Erik Nielsen
smílandi á flótandi føroyskum.
Abbi Erik er nevniliga dani og omm
an svii. Tey vóru bæði tilflytarar til
Argentina. Erik gekk í fótasporunum
hjá ommu og abba sínum, og flutti úr
Argentina til Føroyar at búgva fyri átta
árum síðani.
Heima hugsaðu tey ofta um Dan
mark og hildu eitt lítið sindur við bæði
Danmark og Svøríki, tá tað var HM í
fótbólti og ymiskt annað. Abbin longd
ist illa aftur til Danmarkar men flutti
ongantíð. Tí lá ynskið um at uppliva
Danmark so at siga í blóðinum hjá
pápa Erik, og hetta ynskið førdi hann
víðari til synirnar. Eldri beiggi Erik
var fyrstur av teimum báðum at flyta
úr Argentina. Hann fór fyrst til Dan
markar, men seinni til Føroyar at spæla
fótbólt. Síðani flutti Erik trý ár seinni
til Føroyar við tí endamáli at finna
eina betri framtíð. Foreldrini hjá hon
um høvdu ikki ráð til gjalda fyri eina
útbúgving til Erik, so hevði hann verið
verandi í Argentina, skuldi hann út at
arbeiða, og uttan útbúgving eru ikki
nógvir pengar at tjena. Tað er eitt hart
lív, sigur hann.
Kendist sum skuldi
hann í kríggj
Hann greiðir frá, at hann var 18 ára
gamal og júst liðugur við studentaskúla,
tá mamma hansara grátandi pakkaði
kuffertið.
– Hon segði 'Erik, hetta er tað besta
fyri teg, men tað er hart hjá mær', sigur
hann. Foreldrini høvdu selt nógv av
tingunum, tey áttu, soleiðis at tey fingu
ráð til ein ferðaseðil til Erik.
– Pápi mín segði, at eg skuldi í
klædning, tí nú skuldi eg til Evropa.
Tað minnist eg ordiliga væl, sigur hann
flennandi.
Tað kendist næstan, sum var hann
á veg í kríggj, og visti ikki nær ella
um hann fór at koma heim aftur, tí øll
vóru so kedd, tá hann fór, sigur Erik
flennandi. Hann segði forvæl við vinir
og kenningar og fór so til eitt ókent
land, sum hann bert hevði sæð mynd
ir av.
Hann sigur, at tað allíkavæl var
ein spennandi støða at vera í, tí hann
mátti vera djarvur. Hann dugdi hvørki
føroyskt ella enskt, men tosaði bara
spanskt. Erik sigur, at hann hugsaði
nógv um, hvat fyri fólkaslag føroyingar
vóru, hvussu hann sjálvur var og
hvussu tað fór at rigga.
Argentina er eitt slætt land, so tá
Erik so kom til Føroya, var hann ov
farin av, hvussu flott náttúran er.
Hann sigur, at hann hugsaði, at tað
var ótrúligt, at fólk høvdu funnið uppá
at byggja hús í fjøllunum. Føroyingar
gloyma viðhvørt, hvussu vakurt her er,
sigur hann.
Føroyska málið er mín ábyrgd
Hóast Erik ikki dugdi enskt, tá hann
kom til Føroya, tosaðu føroyingar við
hann á enskum, tá teir funnu útav, at
framhald
Hvar
eru
tey
fátæku?
– Tá eg sigi familju míni í Argentina, at um
eg og borgarstjórin verða sjúkir, so fáa
vit viðgerð á sama sjúkrahúsi,
trúgva tey mær ikki, sigur Erik Nielsen,
sum er úr Argentina og býr í Klaksvík