mánadagur 1. desember 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Annfinn Brekkstein
Kjak síða 14
Sam
gongan er
dumpað
Ólavur Hátún
Kjak síða 14
Spurn
ingar
til SEV
leiðsluna
Fakfeløgini vilja fegin samstarva
um sáttmálasamráðingar – men tey
vilja ikki leggja saman, og eitt før
oyskt LO – landsfelag fyri øll fakfel
øg – liggur langt úti í framtíðini.
Tað tykist greitt, eftir at Sosial
urin hevur spurt seg fyri hjá arbeið
ara- og handverkarafeløgunum um
hugskotið um eitt føroyskt LO, ella
eitt skipað fakfelagssamstarv, sum
vit varpaðu ljós á í Vinnuni seinasta
mánadag.
Samskiparin í Samtaki nevndi
í Vinnuni í Sosialinum seinasta
mánadag, at fyri at skapa eitt før
oyskt LO, so var neyðugt at minka
um talið á fakfeløgum úr teim
um núverandi umleið 55 niður í
umleið 10 fakfeløg. Fyri privata
arbeiðsmarknaðin merkir tað fyrst
og fremst, at tvey handverkarara
feløg skuldu lagt saman, eins og
fimm arbeiðarafeløg. Harumframt
eru nøkur fá yrkislærd feløg og
manningarfeløgini.
Men tað sum er mest undrunar
vert er, at tað eru ognir – bygningar
og pengar – hjá arbeiðarafeløgunum,
sum eru forðingin fyri, at feløgini
kunnu leggja saman í eitt sterkt
felag, sum kann vera mótvekt til
vælskipaða Vinnuhúsið hjá arbeiðs
gevarunum.
Tað skert ikki burt, at arbeiðsgev
ararnir eru væl betur skipaðir, enn
fakfeløgini. Arbeiðsgevararnir hava
eina sera professionella umsiting í
Vinnuhúsinum, sum fakfeløgini
hvør sínum lag ikki megna at
geva tað mótspæl, sum ein skipað
fakfelagsrørsla átti at gjørt fyri at
fingið ein arbeiðsmarknað, sum
virkaði betur, bæði til gangs fyri
verkafólkið og arbeiðsgevarar.
Fakfeløgini í Føroyum hava
nógvar limir, og tað er meira
vanligt at verða skipaður í fakfelag
í Føroyum enn í fleiri av okkara
grannalondum. Kortini er føroyska
fakfelagsrørslan ikki tann mótvekt
til arbeiðsgevarar og til politisku
skipanina, sum vit síggja tað í
øðrum londum.
Kanska er tað júst trupulleikin,
at feløgini hugsa ov nógv um sítt
egna lítla kongaríki og um at savna
kapital og ognir í fakfeløgnum,
heldur enn at skipa eina munadygga
fakfelagsumsiting,
mannað
við
øllum teimum serfrøðingum, sum
skulu til, fyri at fakfelagsrørslan
skal verða tað mótspælið, sum
krevst í einum fólkaræði?
Serfrøði
hjá
fakfeløgum
er
spjadd – eitt nú á advokatskrivstov
um, sum eisini skulu vera loyalar
yvir fyri arbeiðsgevarum.
Spurningurin er, um tað er rík
idømi, ognir og viljin til vald, sum
darvar fakfelagsrørsluni at náa
veruliga málinum.
Ov rík til samanhald
Nú fær Atlantsflog kapping
á føroyaflúgving
Flogfelagið Greenland Ex
press ætlar longu næsta ár
at taka kappingina upp við
Atlantsflog á flúgving mill
um Danmark og Føroyar
Talan er um flogfelag,
sum ríkmaðurin Gert Brask
hevur stovnað. Hann er dani
við grønlendskum røtum.
Flogfelagið boðar frá, at tað
fer undir seks norðuratlant
iskar flogrutur, har Føroyar
er partur av eini teirra. Flogið
verður
Danmark-Føroyar-
Grønland og øvugt.
– Vit eru í fullari ferð við
menningini av Greenland
Express og Faroe Express,
og síðsta hond verður løgd á
okkara nýggju ætlan í hesum
døgum, eins og nýggjar skip
anir verða innkoyrdar, skrivar
Gert Brask á Facebook síðuni
hjá flogfelagnum, Greenland
Express.
– Eg vil takka familju, vin
um og stuðul, sum hjálpa
mær í stríðum fyri at kunna
ferðast bíliga til og úr Grøn
landi frá fleiri ferðamálum,
skrivar hann.
Jákup Sverri Kass, stjóri
í Vága Floghavn váttar fyri
info, at samband hevur verið
millum partarnar. Men hann
fær ikki sagt meira, sigur
hann.
Greenland Express flýgur
í løtuni leigutúrar í Eysturev
ropa. Felagið nýtir somu flog
før sum Atlantsflog, Airbus
319 – og sum info hevur fingið
uppspurt, so verður tað eisini
við Airbus 319 flogførum, at
felagið skal taka kappingina
upp við Atlantsflog á rutuni
millum Føroyar og Danmark
– og á rutuni millum Føroyar
og Grønland.
Fyrsti sunnudagur í advent
er
farin
aftur,
er
nýtt
kirkjuár byrjað. Til hvørja
av teim ymisku tíðunum í
kirkjuárinum hoyra ávísir
sálmar.
Í annaðkøvld, týskvøldið
klokkan 20 verður sangløta
í Havnar kirkju, har sungnir
verða sálmar, sum hvør sær
hoyra til eina av hesum tíð
um.
Byrjað og endað verður
við adventssálmum og har
ímillum verða sungnir sálm
ar til jólatíðina, páska- og
hvítusunnutíðina og trinitat
istíðina. Millum sálmarnar
fer Jákup Reinert Hansen at
lesa tekstir og hugleiða um
kirkjuárið.
Aftan á tiltakið verður
kaffimuður til øll á hotel
Hafnia.
Syngja kirkjuárið inn
Pengar og ongir forða
fakfeløgum at leggja saman
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Hósdagin upp í skrið av
útsynningi og yvirhøvur turt,
men fríggjadagin minni vindur og
ælingur. Hitin millum 5 og 9 stig.
Veðrið mánamorgunin:
Ein kuldabrúgv við Føroyar fer
eystureftir.
Veðrið týsnáttina:
Brúgvalagið vestanfyri Ísland fer í
landnyrðing.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapartin:
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi og ælingur, men eisini
sólglottar. Hitin millum 2 og 5
stig.
la
MIKUDAGIN
MÁNADAG
TÝSDAGIN
8-13 m/s
11-16 m/s
14-19 m/s
8-13 m/s
15-20 m/s
14-19 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útsynningi, um kvøldið
upp í skrið. Ælingur og hitin
millum 6 og 9 stig.
Strúkur í vindi upp í skrið av
útsynningi og skýggjað veður.
Hitin millum 4 og 7 stig.
Ætla í kapping við Atlantsflog