Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2014 · Nr. 138 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov »Nýggja pensjónsskipanin er eitt dømi um, hvussu sjúkt føroyska sam­fel­agið er« Soleiðis sigur lýsir samskiparin í Sam­taki støðuna, nú landsstýrið umsíðir er farið undir at við­gera pen­sjóns­málið – ein av stóru ný­ skip­an­u­num, hendan samgongan skuldi loysa. Eitt tað fyrsta kritikkpunktið, sum hon førdi fram á almennum fundi, sum Javnaðarflokkurin skip­ aði fyri um málið, varð, at av­leið­ingin av pensjónsskipanini hjá lands­ stýrinum er, at stættamunurin á før­oyingum, sum verður knæsettur longu í móðurlívi, skal halda fram í ellis­árum. Hon heldur tað vera eitt sjúku­ eyð­kenni, at pensjónin verður sett eft­ir lívslønini. Hon vísti á, at hetta er ein end­a­lig uppgerð við samhaldsfastai í sam­ fel­ag­num, tí tað eru bólkar, sum hon met­ir eru millum 10 og 20 prosent, sum ikki hava møtuleika at spara sam­an til eftirløn. Tað er jú logikkur, at meira tú for­vinn­ur gjøgnum lívið, meira hevur tú spart saman til ellisár, um leisturin skal verða tann, sum samgongan hev­ur sett út í kortið, at vit øll spara eitt prosent eyka hvørt ár, til vit øll gjalda 15 prosent inn til okkara eft­ir­løn. Men hendan skipanin, sum nú hev­ur virkað í eitt á, man neyvan vera enda­liga skipanin, sum landsstýrið ætl­ar at seta í verk: Heldur man tal­ an vera um eitt neyðaregg – eina fyr­ibils neyðsemju, til okkurt fræg­ ari er gjørt. Tí tilgongdin hjá lands­ stýr­i­num hevur verið sera trupul. Helst eru ósemjurnar eru so stórar inn­an­hýsis í sam­gong­uni, at tað ikki hevði verið vert eisini at tikið stríðið upp við andstøðuna. Higartil er tað so bara Javn­að­ar­ flokk­ur­in, sum er komin við ein­um boð uppá, hvussu ein pen­sjón­s­ný­ skip­an skal verða. Flokkurin heldur, at samhaldsfasti skal styrkjast og leggjast saman við fólka­pensjónini. Ein skipan, har gjald­ið til Samhaldsfasta veksur upp í 7,5 prosent, sum síðani verður mink­að til­svar­andi í skatt­i­num, tí at fólka­pen­sjón­in nú fellur burtur. Hetta higartil einasta boðið upp á eina aðra pensjónsskipan tyk­ist áhugavert. Tí hevði tað verið sera gott fyri kjakið, um vit fingu nakr­ar óheftar útrokningar, sum øll kundu fyrihildið seg til – eisini pol­itisku mótstøðufólkini hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num. Tað gevur ikki meining, at ein heil tjóð skal brúka alla sína ellis­upp­ spar­ing til at ríka tryggingarfeløg upp og nakr­ar bankar – fyri ikki at tala um stjór­ar­nar – tey sum fammandunan gera alt fyri at klóra so nógvar eyka krón­ur frá hvørjum borgara, sum til ber – og helst eitt sindur meira. Latið okkara uppsparing koma okkum sjálvum til góðar. Eingin orsøk at ríka bankar og tryggingar við pensjónini latið fólkið eiga pensjónina Bilar og koyri­ kort í fýrati ár Nøvn síða 18 Ósak­ ligir pá­ stand­ir úr Vinnuhúsi Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Arbeiðsmenn í Havn stuðla býráðnum Havnar Arbeiðsmannafelag kemur nú Tórshavnar komm­ u­nu til hjálpar mót­veg­is teim­ um kreftum, sum vilja steðga ætlaðu havn­ar­út­bygg­ingini í Havn. Í yv­ir­lýsing heitir felagið á kommununa um at halda fast um ætlaðu menningina og út­bygg­ingina av Tórshavnar havn. – Meginparturin av okkara lim­um starvast hjá fyritøkum á øki­num hjá Tórshavnar havn, og stór arbeiðsskapandi til­tøk eru undir búning, sigur Havnar Arbeiðsmannafelag í yv­ir­lýsingini. Felagið vil minna bæði mynd­ug­leikar og havnarfólk á, at um­leið 700 familjur vinna sítt dag­liga breyð á økinum hjá Tórs­havnar havn. – Økið er vorðið ov trongt, og Tórs­havnar havn kemur sum frá­líðir ikki at megna at veita all­ar tær tænastur, sum vinn­an hevur tørv á. Tí eru fram­tíðar arbeiðspláss okkara í stór­um vanda, um ikki menn­ ingin heldur fram, heldur Havn­ar Arbeiðsmannafelag. Felagið vísir át, at ágangur ofta er á arbeiðspláss í Havn. – Tí er av alstórum týdn­ ingi, at Tórshavnar bý­ráð stuðlar Tórshavnar havn at fremja neyðugu út­bygg­ing­ ar­nar, so vit harvið tryggja okk­ara arbeiðspláss og tí neyðugu og nátúrligu menn­ ing, tørvur er á, sigur fel­ag­ið hjá arbeiðsmonnum í yv­ir­lýs­ing­ini, sum formaður felagsins, Hans Joensen, hevur skrivað und­ir. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin frískur vindur av útnyrðingi og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið týsmorgunin: Eitt lágtrýst, 976 hPa. yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani kemur móti Førtoyum. Veðrið mikunáttina: Brúgvalagið við Føroyar fer eystureftir. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapartin: Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og regn av og á. . Hitin millum 6 og 9 stig. ú le u o o V B e HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 15-20 m/s 13-18 m/s 8-13 m/s 15-20 m/s 13-18 m/s 8-13 m/s Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og fyrrapartin regn, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig. Ikki øll eru so fegin um, at býráðið í Havn ætlar at byggja havnarlagið út framman fyri Skansan. Men arbeiðsmenninir stuðla hesum av fullum huga Heðin Mortensen Síða 21