týsdagur 2. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Hans Jákup Simonsen liðlækni
hjá sjúkraflutningstænastuni
Hans Jákup Simonsen, yvirlækni, varð mánadagin tilnevnur
liðlækni í Sjúkraflutningstænastuni í Sjúkrahúsverki Føroya
Liðlæknin er tilnevndur av
Landssjúkrahúsinum
vís
andi til kunngerð nr. 9. frá
19 februar 2010 um skipan av
sjúkraflutningstænastuni
og sambært avgerð frá 14.
oktober 2014 hjá landsstýris
manninum í heilsumálum
Karsten Hansen. Tilnevning
in er fyri trý ár.
Hans Jákup er anæstesi
lækni og hevur sonevnda
præhospitala útbúgving. Lið
læknin hevur evstu fakligu
ábyrgd av Sjúkraflutnings
tænastuni fyri Føroyar. Lið
læknin hevur myndugleika á
Sjúkraflutningstænastunum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suð
uroyar Sjúkrahúsi og Lands
sjúkrahúsunum,
og
skal
virka fyri at tryggja eina eins
góða sjúkraflutningtænastu
um alt landið.
Sjúkraflutningstænastan
skal tæna teimum, ið hava
tørv á bráðfeingis hjálp
orsakað av óhappi ella sjúku,
føðing ella annað. Sjúkrabilar
røkka nærum alt landið og
saman
við
tyrluflúgving
kunnu
allar
Føroyar
og
havøkið rundan um náast
skjótt.
Liðlæknin sum nú er
settur, skal hava umsjón við
tænastuni og skal tryggja
førleikarnar
hjá
teimum
starvsfólkum, sum virka í
sjúkraflutningstænastuni.
Tað merkir millum annað, at
hann hevur ábyrgdina av, at
starvsfólkini fáa góðkenda
útbúgving og tryggjar, at
útbúgvingin verður dagførd
á hvørjum ári.
Liðlæknin
skal
eisini
góðkenna, at viðgerðartólini
í sjúkrabilunum lúka altjóða
krøv og at hesi eru eins,
soleiðis at øll sjúkraflutnings
starvsfólk kenna tólini uttan
mun til hvør sjúkrabilur er á
staðnum.
Í
kvøld,
mikukvøldið,
klokkan 21 verður konsert
við Marius Ziska, Guðrið
Hansdóttir og Knút Háberg
Eysturstein í Reinsarínum,
øll hava tey bólk við.
Tað er Kringvarpið og
Reinsaríið, ið skipað fyri
konsertini, ið verður filmað
og væntandi send í Kring
varpinum seinni undir heit
inum Sjóð.
Her er talan um trý av
okkara fremstu tónleika
nøvnum, ið fara á sama
pall sama kvøld. Men sum
um tað ikki var nóg mikið
verður fjøldin hitað upp
av einum serligum gesti, ið
spælir upp til veitslu.
Marius Ziska er júst
komin úr uptøkuhølinum,
har ein nýggj útgáva er inn
spæld, og væntandi verður
okkurt av hesum tilfari á
skránni. Marius Ziska vitjaði
herfyri í Reinsarínum sum
duo saman við Benjamin
Petersen,
men
hesaferð
kemur hann við fullum
bólki.
Guðrið Hansdóttir gav
um árskiftið út fløguna
Taking Ship, og hevur síðan
ferðast í Evropa við sínum
tónleiki, herfyri spældi hon
eina nógv fagnaða konsert
í Reinsarínum, og nú verð
ur so høvið at uppliva
songkvinnuna aftur undir
egnum navni.
Knút Háberg Eysturstein
er plátuaktuellur við Tuxe
do Rebels og sum tónleikari
hjá AVE og Høgna Lisberg,
men hevur sjálvur fleiri
útgávur á baki, tann nýggj
asta “On High”, ið kom út í
fjør. Hansara inniliga út
trykk og vøkur sangir eru
altíð ein serlig uppliving
live.
Marius, Guðrið og
Knút í Reinsarínum
TANN DAGIN EG IKKI
HAVI TAÐ STUTTLIGT,
SO ERI EG IKKI VIÐ
KLUmmAN Hjá
HøGNA DjURHUUS
LES Um VENjARAN SVEIN RóGVA LjóSSTEIN
NIELSEN, SUm TóK TjóÐARíTROTT RUSLANDS
TIL KLAKSVíKAR, Tí TAÐ fANGAÐI HANN
Í teiginum »Umafturafturum«
hugleiðir Høgni Djurhuus um
gerandisdagin, upplivingar,
tíðarrák og annað.
Íkast til kjakið um
bygnaðin í almennu
fyrisitingini
múSIN KANN IKKI
HAVA bEINA-
GRINDINA á fíLINUm
í Sosialinum fríggjadagin