Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DEYÐSHÓTTAN Slapp væl frá at hótta borgarstjóran á Sandi Løgreglan mátti sleppa málinum, har borgarstjórin á Sandi var hóttur eftir lívinum Áki Bertholdsen Tað eydnaðist ikki løgregluni at finna persónin, sum hótti Brand Sandoy eftir lívinum í summar. Tað var ímeðan Sea Shepherd var í Føroyum, at borgar­stjórin á Sandi fekk eitt teldubræv, sum hann helt var so mikið groft, at hann meldaði málið til løg­ regl­una. Brandur Sandoy var rættiliga í miðdeplinum tá ið Sea Shepherd var í Føroyum, tí meiri enn nakar var hann tann, sum tók kampin upp ímóti mótmælisfólkunum. Eitt var at hann noktaði skipunum hjá Sea Shepherd at koma inn í Havnina á Sandi, tí hann gav teimum greið boð um, at tey vóru ikki væl­komin á hagar. Somuleiðis vórðu betong­ klossar settir upp á báta­ drátt­inum í bygdini at forða Sea Shepherd at brúka teir til teir smáu, skjóttgangandi bát­ar­nar, tey høvdu við sær til Føroya. Men uppaftur meiri ans vakti tað, tá ið hann noktaði limum í Sea Sheperd at brúka almenna wc á Sandi, tí eitt, sum varð ført fram, var, at tey stjólu so illa wc pappír. Men hetta slóu tey í Sea Shepherd upp í glens og heittu á fólk um at senda borgar­stjóranum á Sandi wc pappír og tey møttu eisini upp á kommunuskrivstovuni á sandi við fleiri pakkum. Serliga groft Men stríðið ímillum borgar­ stjóran á Sandi og Sea Shepherd kom í hæddina tann 29. august, tá ið Brandur Sandoy fekk eitt teldubræv á ensk­um har hótt var við at tað skuldi verða gjørt við hann, akkurát sum vit gera við hvalirnar. Hetta tók Brandur Sand­ oy sum eina so álvarsliga hótt­an, at hann meldaði mál­ ið til løgregluna. Hann sigur, at hann fekk nógv teldubrøv hesa tíðina, men tað var serliga hesin eini sum var so grovur, at hann handaði løgregluni hann. Samstundis skuldi hann fara til Vestmannaoyggjar í Íslandi við Útnorðurráðnum. Men hann var so illa við at teldubrævinum hann hevði fingið, at hann avlýsti ferð­ ina, tí hann vildi ikki sita í Íslandi og hava ampa av fam­ iljuni heima. Rendu seg føst Løgreglan metti at teldu­ brævið var av slíkum slagi, at tað kundi uppfatast sum eina hóttan og tískil fór hon undir at kanna tað. Men Linda Hesselberg hjá ákæruvaldinum sigur, at tað eydnaðist ikki løgregluni at finna tann, sum hevur sent teldubrævið. Hon sigur, at tískil hava tey rent seg føst í kann­ing­ unum og hava sostatt verið noydd at sleppa málinum. Brandur Sandoy sigur, at hann hevur fingið at vita, at teldubrævið kundi sporast til ein ambætara í Kalifornia, men síðani sluppu tey ikki longur. Hann sigur, at hann fær ikki gjørt annað enn at taka tað til eftirtektar, at løg­ reglan ikki sleppur víðari við mál­inum. Men hann leggur afturat, at síðani í summar hevur hann hvørki hoyrt orð ella eið aftur frá Sea Shepherd, ella øðrum, sum hava ilt av grinda­drápi. aki@sosialurin.fo Hóttan Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, kom rættiliga í eldin tá ið Sea Shepherd var í Føroyum í summar. Tað endaði við, at hann var hóttur eftir lívinum Myndir: Álvur Haraldsen