týsdagur 2. desember 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
KJ Hydraulik er nú av álvara
farið út um landoddarnar
við sínum aliringum, og sátt
máli er eisini gjørdur við
hetlendingar um ein alibát
av teimum størstu.
– Tað nýggjasta er, sigur
Jóannes Mørkøre, søluleiðari,
at KJ nú hevur fingið sátt
mála um 14 aliringar til ali
fyritøkuna Grieg Seafood
Shetland í Hetlandi. Hetta
er eitt felag, sum norðmenn
eiga, og Grieg-samtakið hevur
eisini aling í Orknoyggjunum
og Kanada.
– Alt søluarbeiði tekur tíð,
og tað eru nøkur ár síðan, at
partarnir fyrstu ferð tosaðu
saman. Fyrr í heyst vóru
eg og stjórin í KJ, Ólavur A.
Olsen, í Hetlandi, og síðan
hava stjóri og alileiðari í
Grieg Seafood Shetland verið
í Føroyum.
Væl móttiknir
í Føroyum
Jóannes Mørkøre sigur, at
meðan stjóri og alileiðari í
Grieg Seafood Shetland vitj
aðu í Føroyum, fingu teir
eisini høvi at vitja føroyskar
alarar, og eitt nú vitjaðu teir
Bakkafrost.
– Eg haldi, at tað hevði sín
stóra týdning fyri avtaluna,
vit fingu við alifelagið, at
stjórin og alileiðarin hjá Grieg
vórðu so væl móttiknir og at
teir, sum standa aftanfyri
Bakkafrost-samtakið, vóru
so vinarligir og opnir um
viðurskifti kring felagið og
aliútbúnaðin hjá felagnum.
Hann vísir á, at á ferðini
í Føroyum fingu umboðini
fyri Grieg Seafood Shetland
kunning um føroysku ali
vinnuna, eins og teir deildu
út av teirra vitan um sítt ali
virksemi.
– Orsøkin til, at teir vilja
keypa 14 aliringar frá KJ er,
at teimum dámar styrkina í
okkara ringum og mátan, teir
eru gjørdir uppá.
Jóannes Mørkøre vísir
á, at teir 14 ringarnir, sum
sáttmáli nú er gjørdur um,
eru 100 metrar í ummál, og
tað gevur eitt tvørmát á 31,8
metrar.
– Hetta eru ikki stórir
aliringar í okkara verð, men
Grieg Seafood Shetland velur
hesar ringar, tí tað er ikki so
djúpt, har alingin hjá teimum
fer fram, og við smærri ring
um stingur nótin heldur ikki
so djúpt sum í teimum stóru
ringunum.
Søluleiðarin vísir á, at teir
størstu ringarnir, sum KJ
framleiðir, eru 160 metrar í
ummál.
– Í ár hava vit framleitt
32 aliringar tilsamans, flestu
ávikavist 128 og 160 metrar í
ummál.
Jóannes Mørkøre heldur
tað ikki vera óhugsandi, at
KJ fer at fáa fyrispurningar
um fleiri ringar til Grieg-
samtakið.
– Gongst, sum vit rokna
við, koma vit at framleiða
í minsta lagi líka nógvar
aliringar í 2015, sum vit hava
framleitt í ár, tí longu nú
eru fleiri ringar umbidnir til
føroyskar alarar við levering
í 2015, leggur hann aftrat.
Alibátur til Cook
Salmon
Sum vit áður hava nevnt,
hevur KJ Hydraulik eisini
fingið sáttmála um ein stór
an alibát til felagið Cook
Salmon í Hetlandi. Báturin,
sum verður 14 metrar langur
og sjey metrar breiður, skal
leverast í apríl 2015.
– Cook Salmon er eitt
kanadiskt felag, sum hevur
aling í Hetlandi, og tað er
ikki óhugsandi, at talan kann
gerast um fleiri enn henda
eina alibátin.
Jóannes Mørkøre sigur,
at alibáturin, sum felagið fer
at byggja til Cook Salmon, er
av sama slagi sum teir bátar,
ið felagið áður hevur bygt
til føroysku alararnar - og
í ár eru hesir ikki færri enn
seks í tali, harav hin seinasti í
røðini verður leveraður fyrst
í komandi ári.
– Alibáturin, sum fer til
Hetlands, verður útgjørdur
og innrættaður júst sum teir
bátar, ið vit annars byggja til
føroysku alivinnuna. Í Cook
Salmon eru teir hugtiknir av
dygdini í hesum bátum, sum
hava eitt dekspláss á heilar 80
fermetrar, eins og báturin er
útgjørdur við góðum motori
og stórum krana og koppum,
sigur søluleiðarin hjá KJ
Hydraulik, Jóannes Mørkøre,
sum væntar, at alibáturin til
Cook Salmon ikki verður hin
einasti, sum KJ fer at byggja
til útlandið.
KJ Hydraulik
gjørt sáttmála
um 14 aliringar
til Hetlands
- Í ár hava vit framleitt 32 aliringar tilsamans, og
tað er ikki óhugsandi, at KJ fer at fáa fyrispurningar
um fleiri ringar til Hetlands. Gongst, sum vit
rokna við, koma vit at framleiða í minsta lagi líka
nógvar aliringar í 2015, sum vit hava framleitt í
ár, sigur søluleiðarin hjá KJ, Jóannes Mørkøre
Tveir fegnir KJ-menn, Jóannes Mørkøre, søluleiðari, og Ólavur A.
Olsen, stjóri í KJ, sum fyrr í heyst vitjaðu í Hetlandi
Jóannes Mørkøre, søluleiðari
hjá KJ, væntar, at hesir 14
aliringarnir, sum felagið
nú hevur gjørt sáttmála
um, bara eru byrjanin