týsdagur 2. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Síðan keypið hevur fyritøkan
koyrt undir navninum hjá
Pola Mohr Poulsen, men
ætlanin hevur leingi verið at
broytt navnið á fyritøkuni.
Tað er nú gjørt, og nýggja
navnið á málarafyritøkuni
er Sp/f Málarin.
Jón Við Neyst er dagligur
leiðari í fyritøkuni. Hann er
ættaður úr Hvalba, men býr í
Havn. Tað var hjá Pola Mohr
Poulsen, at hann lærdi til
málara og gjørdist sveinur í
2008.
- Vit eru 10-12 mans, sum
starvast í fyritøkuni, harav
einir sjey eru útbúnir mál
arar og hinir hava drúgvar
royndir við hesum virksemi.
Hann sigur, at fyritøkan
soleiðis hevur førleikar at
átaka sær allar hugsandi
málarauppgávur, bæði inn
an- og uttandura.
- Vit hava útbúna fólkið,
dugnaligu arbeiðsmenninar,
og vit hava førleikarnar,
leggur hann aftrat.
Gott summarveður
Jón Við Neyst sigur, at teir
høvdu úr at gera í summ
ar, nú veðrið var so gott
meginpartin av summari
num.
- Vit hava málað mest í
miðstaðarøkinum, men eru
eisini til reiðar at fara út um
alt landið.
Hann vísir á, at veðrið í
summar royndist sera væl.
Tað var turt og lýtt veður
heilt fram til ólavsøku, tá
meira væta kom í luftina.
- Nú heystið er komið, og
veturin stundar til, verður
bert málað innandura, og
her hevur eisini verið nógv
at gera.
Í løtuni hevur fyritøkan
- Málarin - fleiri arbeiðir í
gongd.
- Vit hava havt nógv
afturvendandi viðskiftafólk,
og vit hava eisini málað hjá
stovnum, landi og kommun
um, sigur málarameistarin.
Nýggj viðskiftafólk
Jón Við Neyst heldur, at
tað hevur havt sín týdning,
at hann og Sri Jacobsen
keyptu eina fyritøku, sum
nógv viðskiftafólk kendu og
høvdu álit á.
- Jú, tað eru nógv, sum eru
vanabundin og hava ilt við at
skifta til aðrar veitarar, sum
tey ikki kenna framman
undan. Vit hava soleiðis
varðveitt nøkur viðskifta
fólk, sum Pole Mohr Pouls
en hevði, men vit hava eisini
fingið nógv nýggj viðskifta
fólk, leggur hann aftrat.
Vilmund Jacobsen
Í samband við hátíðar
dagin varð í gjár skipað
fyri drekkamunni í kirkju
kjallaranum klokkan 10 fyri
øllum kirkjufólkinum, og
klokkan 11 var gudstænasta
við Meinhardi Bjartalíð,
presti. Kirkjukórið luttók
við sangi, og ein søga varð
eisini lisin fyri børnunum.
Fríðrikskirkjan
varð
bygd árini 1992-1994. Hesi
árini vóru merkt av ring
astu fíggjarligu tíðum í
Føroyum.
- Tí var sera trupult at
savna og reisa pening at
byggja fyri. Kirkjuráðið
stóð sjálvt fyri byggingini,
og tað vóru at kalla bara
fólk úr kirkjusóknini, sum
luttóku í byggingini.
Heimasíðan
hjá
Nes
kommunu veit at siga, at alt
arbeiðisfólkið læt 20% av
síni arbeiðstíð ókeypis til
byggingina, og fyrisitingin
var ókeypis.
Tá kirkjan var liðug,
varð samlaði kostnaðurin
umleið 16,1 miljón krónur.
Fríðrikskirkjan
varð
vígd til nýtslu fyrsta sun
nudag í advent, hin 27. nov
ember í 1994.
Kirkjan rúmar 400 fólk
um í skipinum og 100 á
loftinum.
Fyri nøkrum árum síðan keyptu Jón Við Neyst og Sri Jacobsen, sum eigur
og rekur Sri Máling, málarafyritøkuna hjá Pola Mohr Poulsen, sum tá
hevði fleiri ár á baki. Nú hevur fyritøkan skift navn til Sp/f Málarin
Runavíkar kommuna
fer nú at rudda
burtur óskrásettir
bilar á almennum
økjum í kommununi
Málarin nýtt navn
á málarafyritøku
Fríðriks
kirkjan 20
ár á baki
Eysturkommuna
hevur gjørt
jólakalendara fyri
øll almenn tiltøk í
kommununi fram til
jólar, soleiðis at tú
lættliga kanst kunna
teg um, hvat fer fram
Fyrsta sunnudag í advent
hevði Fríðrikskirkjan á
Toftum 20 ár á baki
Tað er Jón Við Neyst (høgrumegin), sum saman við Sri Jacobsen eigur málarafyritøkuna
- Málarin - sum teir fyri nøkrum árum síðan keyptu frá Pola Mohr Poulsen
Mynd: Álvur Haraldsen