hósdagur 4. desember 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sjúrður Olsen
Kjak síða 8
Tí
vinnuni
tørvar tað
Bárður larsen
Tíðargrein síða 10-11
Bygn
aður í fyri
sitingini
Verjin hjá Sea Shepherd í Føroyum,
Jógvan Páll Lassen, heldur speisk
liga fyri í blaðnum í dag, at tað er
tann beri glantrileikur, tá løgting
ið samtykkir – enntá bara í einum
uppskotið til samtyktar – at lands
stýrið skal gera lógir, sum forða fyri,
at fólk frá Sea Shepherd og øðrum
felagsskapum, sum vilja okkum ilt,
sleppa til landið.
Samtyktin
hjá
løgtinginum
gongur út uppá, at heitt verður á
landsstýrið um skjótast møguligt og
í seinasta lagi fyri 1. mai komandi,
at gera neyðugar lógarbroytignar
soleiðis, at umboð fyri felagsskapir
og útgerð, ið hava til endamáls at
fremja ólógligt virksemi í Føroyum,
ikki sleppa til landið.
Løgtingið heitir eisini á lands
stýrið um leggja fyri tingið eina
frágreiðing um, hvussu tryggjast
kann ein støðug upplsying mótveg
is altjóða samfelagnum um avleið
ingarnar av ólógliga virkseminum.
Jógvan Páll Lassen kallar sam
tyktina fyri tær beru lótir. Hann
sigur, at ein slík samtykt kann
vera byrjanin til eina vandamikla
kós – og spyr, um tað næsta
verður at útihýsa samkyndum og
gudloysingum?
Vit eru helst øll samd um, at vit
eiga at hava góða tilbúgving á øllum
økjum – ikki minst í sambandi við
grindadráp. Øðru megin eiga vit at
verja okkara rættindi og greiða frá
støðu okkara. Men vit mugu eisini
viðurkenna tann veruleika, heim
urin ikki hevur somu uppfatan, og
tann veruleika, at heilsulig frámæli
eru í Føroyum um at eta grind.
Men talan er um eitt uppskot
til samtyktar, har einki verður sagt
um, hvussu hesi tiltøk kunnu set
ast í verk, sum skulu steðga hesum
fremmandu fólkum at koma hend
an vegin at órógva okkum.
Og løgmaður, sum hevur fingið
hesa uppgávu frá løgtinginum, veit
heldur ikki, hvat hann skal gera –
og er ikki fegin um samtyktina.
Málsøkið er útlendingarmál, og
tí má hendan samtyktin gerast í
samráð við danir, sigur løgmaður,
sum eisini heldur tað vera eina av
bjóðing at nokta útlendingum at
koma hendanvegin.
Advokaturin hevur rætt í, at tal
an er um eina »bíliga« samtykt hjá
løgtinginum, sum í veruleikanum
ikki hevur nakað innihald.
Vit kunnu eisini staðfesta, at
hóast herferðin hjá Sea Shepherd
ikki gav endurljóð úti í heimi, so
hevur tað eydnast hesum ungu
fólkum, sum vóru á ævintrýraferð
í Føroyum í summar, at provokerað
løgtingið til lógarbroytingar, sum
kunnu skapa umrøðu, – og kanska
gera okkum til grin úti í heimi.
er samtyktin tær beru lótir?
Í blaðnum síðsta fríggjadag
komu vit at skriva, at tað
var í 1953 at Føroyar fingu
tveir fólkatingsmenn. Tað
rætta er at vit fyrstu ferð
valdu tveir fólkatingmenn
28. oktober 1947. Eisini kom
bland í fólkatingsvalið í
1913 og 1915, tí tað var í 1913,
at Andras Samuelsen var
einasta valevni. Í 1915 var
Edward Mitens valdur – og
er tað seinasta ferðin, at
Sjálvstýrisflokkurin hevur
havt umboð á fólkatingi.
Tann
fólkatingsmaður,
sum mundi fallið í 1977, var
ikki sambandsmaðurin, men
javnaðarmaðurin.
Blaðstjórnin
Lív Arge sýnir fram á Dugna
Ber tað til at úthýsa
fólki við ávísari hugsan?
Í dag millum klokkan 15:30
og 17:30 verður fernisering í
hølunum hjá Dugna á Hjalla
Tað er Lív Arge í Hoyvík,
sum sýnir fram.
Um seg sjálva, sigur Lív
Arge, at hon er fødd í 1969,
uppvaksin í Havn og býr í
Hoyvík. Hon er gift og eigur
trý børn.
– Eg havi frá ungum árum
havt áhuga fyri at skapa og
mála, og kreativiteturin hev
ur fylt nógv í mínum lívi.
Málningarnir eru mítt kensl
uliga frírúm, har eg kann
kobla upplivilsi, kenslur og
tankar saman til mítt egna
serliga, abstrakta mál, sigur
hon.
Hon vísir á, at hetta hev
ur verið ein góður máti at
fordjúpað seg og úttrykt seg
uppá – og finna frið.
– Seinastu tíðina havi eg
arbeitt meira miðvíst við
málingini. Henda tíðin hevur
verið spennandi, mennandi
og ekspermenterandi. Henda
framsýning er millum annað
úrslitið av hesari tíðini. Stíl
urin er eksperminterandi
og abstraktur og finnið eg
millum anna íblástur úr før
oysku náttúruni og heimliga
umvørvinum, sigur hon.
Lív Arge hevur tikið lut
við framsýningum í eitt nú
Smiðjuni Lítluvík, ólavsøku
framsýningum hjá Lions, í
SMS og Dugna.
Fernisering verður í morg
in, 5. desember, hjá Dugna á
Hjalla frá klokkan 15.30 - 17.30
– og øll eru hjartaliga væl
komin, siga tey á Hjalla.
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin lot av ymsum ættum
og turt, men seinnapartin strúkur
í vindi av norði og ælingur, partvís
kavi. Mánadagin strúkur í vindi av
norði og kavaælingur. Hitalagið
millum frostmarkið og plus 4 stig.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Veðrið fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi og okkurt æli, partvís
kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.
o
í
k
n
m
LEYGARDAG
FRÍGGJADAG
SUNNUDAG
5-10 m/s
13-18 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
13-18 m/s
5-10 m/s
Veðrið leygardagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og regn, seinni
ælingur. Hitin millum 2 og 5 stig.
Bland í árstølum