Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Um vikuskiftið verða seks hondbóltsdystir. Tríggir í besti deildini hjá monn­um, og tríggir í bestu deild­ini hjá kvinnum. Hjá monn­unum er kappingin um at skrædna. Tíverri er líkt til, at spenn­ ingurinum um FM plássini kann minkað nógv, um ikki H71 og KÍF byrja at fáa spælið at hanga saman. Longu í kvøld er H71 í Klaksvík, har Team Klaksvík tekur í móti. Team Klaksvík hevur í løtum argað tey stóru, og tað er eisini møguleiki fyri tí í kvøld. Hinvegin, so hevur H71 eitt mál um røkka FM finaluni. Í løtuni eru teir fýra stig aftanfyri Kyndil, sum er á øðrum plássi. Hoyvíkingar hava hinvegin spælt tveir dystir færri. Við einum sigri í kvøld er munurin tvey stig og ein dystur. So er spenn­ ingurin framvegis í hæddini. KÍF hevur hinvegin tor­ før­astu uppgávuna. Teir taka móti greiða oddalinum VÍF. Vestmenningar hava trý stig fleiri enn Kyndil og hava spælt tveir dystir færri, meðan teir eru heili sjey stig frammanfyri H71. Skal VÍF ikki stinga av í oddinum, so má KÍF finna aftur til gamla spælið og herja á. Triði dysturin hjá monn­ unum er á Skála millum StíF og Neistan. Tey liggja avika­ vist nummar seks og fimm í landskappingini. Neistin fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið, men nú halta teir aftaná. Vinnur Neistin, so blanda teir seg upp í liðini, ið stríðast um at koma í FM final­una. Vinnur StíF, so verð­ur botnstríðið eitt stríð mill­um trý lið. Tryggur Kyndils-sigur Ein dystur varð spældur í fremstu mansdeildini miku­ kvøldið. Kyndil vitjaði á Skála, og har fóru gestirnir av­stað við stigunum. Kyndil vann dystin 35-27. Fyrstu løtuna gekk nakað javnt á, men um miðjan fyrra hálvleik skræddi Kyndil seg avstað, og so litu teir ongan tíð aftur um bak. Eftir steðgin bara øktu teir um munin, og hóast skrædlið hjá StÍF ikki gjørdist full- komið, so var ongan tíð nakar ivi um, at stigini fóru til Havnar. Høgni Klein Olsen skeyt 6 av málunum hjá Kyndli, með­an Kjartan Johansen varð besti málskjútti hjá vert­unum. Hann skeyt 7 mál. Fleiri lið um boðið Leygardagin verður dystur millum Søljuna og og VÍF. Her er VÍF stórfavorittur. Søljan hevur framvegis fyrstu stig­ ini til góðar, meðan VÍF er mitt í FM stríðnum. Eisini VB er stórfavorittur í heima­ dystinum móti Stjørnuni, sum bara hevur samlað fýra stig saman. VB er kent fyri at vera sterkt á heimavølli og tí eru trý stig sannlík. Á Skála hevur Neistin møgu­leikan at seta StÍF av. Neistin er oddalið, meðan StíF við reyvini í vatn­skorp­ uni er við í stríð­num um FM finalu atgongu­merkini. Vinna VÍF og VB sínar dystir, so skal StÍF helst hava minst eitt stig, um vónin ikki skal kám­ast burtur í lítið og einki. trondur@sosialurin.fo hondbóltur H71 og KÍF mugu halda lív í kappingini H71 og KÍF elta í løtuni Kyndil og VÍF, sum hava lagt seg á odda í landskappingini hjá monnum. Skal spenningurin framvegis verða í kappingini, so mugu H71 og KÍF vinna sínar dystir um vikuskiftið, men tað er lættari sagt enn gjørt Dystur um vikuskiftið: Fríggjadagin: Kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 Leygardagin: Kl. 16.00 KÍF – VÍF Kl. 18.00 Søljan – VÍF Sunnudagin: Kl. 14.30 StÍF – Neistin (Kvinnur) Kl. 15.00 VB – Stjørnan Kl. 16.00 StÍF – Neistin (Menn) Mynd: Álvur Haraldsen