hósdagur 4. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
2
VIKUSKIFTI
skótar
Annika Kunoy Im
annikak@sosialurin.fo
Tað eru 75 ár liðin síðani KFUM skótar
nir í Føroyum vórðu settir á stovn.
Skótarnir byrjaðu av fyrstani tíð í Gøtu,
og tískil luttóku skótar og úlvar eisini
í guðstænastuni í Gøtu Kirkju, fyrsta
sunnudag í advent.
Tað var Palli Thomsen, skræddarin,
sum var stovnari av KFUM skótunum í
Føroyum. Hann setti skótarnir á stovn
6. august í 1939, og hann virkaði eis
ini sum leiðari hjá dreingjunum, og tá
vóru tað bert dreingir, sum kundu vera
skótar.
Kaj í Bartalstovu, sum var ein av
fyrstu skótunum í Føroyum, er 90 ára
gamal í dag, og hann minnist við gleði
aftur á nógv ymiskt, sum hann upplivdi
í sínum ungu árum sum skóti. Hann
minnist afturá, at teir vóru nógv úti
í náttúruni. Teir leitaðu eftir postum,
vóru á legum, gjørdu mat á báli og
annað. Hann minnist eisini, at teir
kókaðu sýrukál og ótu tað eisini. Eisini
gingu hann og beiggi hansara upp um
Leirvíksfjall við skótunum.
Hetta er alt virksemi, sum vit gera
enn sum skótar. Virksemi, sum var nógv
nátúrligari at gera tá í tíðini enn í dag.
Kanska ein orsøk til at vit í dag skulu
leggja stóran dent á, at okkara børn og
ungu vera uppald í skótavirkseminum,
soleiðis at tey læra seg at virðismeta
og klára seg í náttúruni, sigur Sólrun
Foldbo, forkvinna í bólkaráðnum fyri
KFUM skótarnar í Leirvík.
Kaj í Bartalstovu minnist eisini
afturá fleiri legur, millum annað á
Hellunum og í Klaksvík. Hetta eru
legur, har hann kom at kenna nógv
nýggj fólk og knýtti vinarbond. Á leg
uni í Klaksvík luttóku havnadreingir
og vágbingar eisini. Tað er júst soleiðis
nógv av okkum minnast skótalívið.
Góðar og hendingarríkar løtur, har vit
minnast við gleði afturá, hvør annar
var saman við okkum, sigur Sólrun
Foldbo.
Endamálið hjá KFUM skótunum
leggur upp til, at skótin skal stremba
ímóti góðsku. Sólrun Foldbo heldur, at
tað góða við skótalógini er, at hon hevur
eingin forboð, men sigur skótanum,
hvat hann skal stremba ímóti. Hetta er
júst í tráð við rákið í samfelagnum í
dag, at vit skulu læra okkum at síggja
møguleikar ístaðin fyri forðingar. Eisini
er skótaarbeiðið á hægsta námsfrøðiliga
støði, har skótin skal læra við at sleppa
at royna seg, ella sum tað verður sagt á
enskum: »Learning by doing«.
Hendur
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Roxette / Mynd: Pressumynd
klumman
Ein orsøk til at eggja børnum at taka lut í skóta
arbeiðinum er, at tey við hesum læra at virðismeta
og klára seg í náttúruni, heldur Sólrun Foldbo, for
kvinna í bólkaráðnum fyri KFUM skótarnar í Leirvík
E
g havi eina vinkonu, sum hevur
mist nógv av førleikanum í
høgru hond. Tað er ringt hjá
henni at venja seg við hesa
støðuna. Hon hevur altíð bundið
nógv, bakað køkur og gjørt salat til føðingar
dagar og veitslur, sum vinir og kenningar
hava havt. Altíð tann fyrsta at hjálpa, um
framt sítt gerandisyrki við telduna og tað
vanliga húsarbeiði. Seinast, eg var saman við
henni, sat hon og »royndi« at binda. Legði
merki til, at hon í heilum legði stokkarnar frá
sær og helt um hondina.
Í desember mánaði eru hendurnar veru
liga í gongd. Tær binda, seyma, baka, skriva
jólakort, keypa gávur, pakka inn og senda
runt heimin. Tankarnir eru hjá okkara kæru
heima og burturi. Gleðin at geva og gleða er
stór í hesum døgum.
Tá eg hugsi um vinkonuna, so minnist eg
afturá, hvussu tað var, tá mamma, sum altíð
skrivaði nógv jólakort, ikki meira kláraði so
væl at fáa hondina at stýra penninum, sum
hon vildi. Hendurnar, sum ongantíð høvdu
bundið frið. Sum høvdu bundið hosur til
stór og smá, sum altíð hevði einar klárar, tá
ommubørnini komu inn vát um beinini. Nú
vóru hendurnar troyttar.
Gleðin at geva er so mikið stór, at vit
verða ørg, tá vit ikki megna tað, vit ætla og
vilja. Ikki bara á jólum, men í øllum lívsins
viðurskiftum. Tað er so ringt, tá hóttafall
kemur á at viðurkenna, at nú ert tú skerd.
Vit vilja jú heldur geva enn at fáa. Tí skulu
vit ikki rokna við, at tann skerdi sjálvur ger
vart við sína støðu. Tá ræður um nærveru, at
royna eftir førimuni at seta seg í støðuna hjá
øðrum. Tá kanst tú fáa hóming av tørvinum.
Til dømis at baka fyri vinkonuna ella skriva
jólakort fyri mammuna ella pápan.
So vil eg takka fólkunum, sum skipa
fyri »Í menniskjum góður tokki«. Okkara
samfelag, sum er so ríkt, eigur tó nógv fólk
í fíggjarligari trongstøðu. Hóast hendurnar
arbeiða 8 tímar hvønn dag, er ríkidømið
so illa býtt, at ov lítið liggur eftir til lívsins
uppihald. Gott at tað finnast fólk, sum kenna
ábyrgd av sínum medmenniskjum og taka
um endan, tá samfelagið svíkur.
So segði
hann...
KFUM Skótarnir eru 75 ár
– Tá vit tosa um eina framtíðar altjóða skipahavn í
Føroyum, so eri eg samdur við løgmanni, at henda eigur
at verða á Skálafjørðinum, sum í sær sjálvum er ein
Gud givin náttúruhavn, við ongari sjóvarfalsflóð og
fjøru, har er kyrt, stórt uppland og góðir møguleikar
hjá skipum bæði at ankra upp ella liggja við kai.
Alfred Olsen, Toftir, løgtingsmaður Sambandsfloksins
Simona
Weihe
savnsmynd