hósdagur 4. desember 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Annika Kunoy Im
annikak@sosialurin.fo
Fjøruti ára gamli havnamaðurin,
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, varð
klaksvíkingur av tilvild. Hann gekk á
Tekniska Skúla í Klaksvík undir krepp
uni og hevði illa ráð at ferðast til Havnar
um vikuskiftini, og tí var hann nógv í
Klaksvík. Eina ferð hann var komin
norður aftur eftir jólafrítíðina, var
skúlaheimið læst. Tá mátti Svein Rógvi
ringja til Anniku Ljósstein, sum hann
hevði møtt gjøgnum hondbóltsfelagið
Stjørnuna, og biðja um innivist.
– Eg bleiv klaksvíksingur efir tað,
flennir hann.
Í dag er Svein Rógvi mest kendur
sum hondbóltsvenjari hjá Team Klaks
vík, treystur kapprógvari við Klaks
víkingi og maðurin handan venjingar
hølið Fullpower Føroyar.
Nú sigur hann, at hann ikki hevur
meir framsókni sum hondbóltsvenjari.
Hann hevur roynt seg sum yrkisvenjari
hjá HK Viborg, landsliðsvenjari í
Føroyum og eisini hevur hann vunnið
seks føroyameistaraheiti. Nú er hann
venjari hjá Team Klaksvík, rekur fyri
tøkuna Fullpower, og rør við Klaks
víkingi.
Tó er Svein Rógvi ikki vísur í, um
hetta verður fyrsta árið í 26 ár, at hann
ikki rør við til nakra av stevninum, tí
hann hevur nú valt at hugsa um heils
una fyrst og minka um harðan ítrott
og strongd.
Yrkisleiðin sum
hondbóltsvenjari
Hann hevur havt áhuga í ítrotti, síðani
pápi hansara koyrdi kann oman at
venja við HB sum fimm ára gamal.
Hann flutti so til B36, tá hann byrjaði í
fyrsta flokki, tí allir vinmennirnir vóru
B36-arar, sum hann tekur til. Ert tú B36-
ari, so heldur tú eisini við Neistanum,
og tað gjørdi Svein Rógvi. Hann spældi
hondbólt, sum so við og við fylti meir
enn fótbólturin. Sum 15 ára gamal byrj
aði hann at hjálpa venjaranum við at
bera dunkar, vaska klæði og annað, og
tað tímdi hann væl. Síðani tók yrkis
leiðin, sum hondbóltsvenjari nátúrliga
dik á seg.
Fleiri ferðir eru tey bæði, Annika og
Svein Rógvi, flutt av landinum í lestrar-
og arbeiðsørindum. Undir lestrartíðini
í Danmark arbeiddi Svein Rógvi eisini
sum hondbóltsvenjari hjá ymiskum
feløgum, og tók eisini útbúgving sum
hondbóltsvenjari.
Tjóðar-
ítrottur
Russlands
fangaði meg
Man skal ikki vera bangin fyri at doyggja. Tað var friðsælt, tá eg
fekk blóðtøppin. Eg lá bara har, og eg var ongantíð bangin, sjalvt
um eg visti, at eg kundi doyggja. Seinni, havi mangar ferðir hugsað,
at tað kendist trygt, greiðir Svein Rógvi Ljósstein Nielsen frá.
Tøppurin hevur eisini ávirkað hugsunarháttin hjá Svein Rógva, sum
nú hugsar alsamt meir um lívið og týdningin av at liva sum best
mynd: Dávur Winther
savnsmynd