Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jana mortensen Kjak síða 14 Mátt- og mót­ loysi í psyk­iatri Annita á fríðriksmørk Kjak síða 14 Rættar samfelag uttan harð­skap Tað verður ein tung uppgáva hjá løg­manni at vinna stjórnarvaldið aft­ur í Føroyum. So greið er í øllum førum nið­ur­ støð­an út frá teimum veljara­kann­ ing­um, sum eru gjørdar síðani valið. Tær siga so at siga allar tað sama, at sam­gong­an missir og andstøðan vinn­ur, Tað eru teir báðir stóru flokkarnir í sam­gonguni, Sambandsflokkurin og Fólka­flokk­urin, sum missa. Politikarar plaga at siga, at teir kunnu ikki stýra einum landi eftir velj­ara­kann­ing­um. Og tað kunnu teir sjálv­sagt heldur ikki. Men vit mugu góð­taka, at veljarakanningar eru ein støðu­mynd, sum vísir, hvat velj­ar­in heldur beint nú. Og sambært teimum 11 velj­ar­ a­kann­ing­u­num, sum eru gjørdar síð­ani valið, so siga átta teirra – og sjey tær seinastu – at samgongan miss­ir meirilutan. Kanningarnar seinasta ár­ið hava eisini víst, at størri flokk­ur­in í andstøðuni verður Javn­að­ar­flokk­ ur­in. Í nøkrum av fyrru kann­ing­ u­num var Tjóðveldi størri, men sein­asta árið er munurin í kann­ ing­u­num vorðin serliga sjónsk­ur. Í seinastu kanning er Javn­að­ar­flokk­ ur­in sjey prosent størri enn Tjóð­ veldi – og tað merkir eisini tveri ting­sess­ir størri. – Okkurt hava vit gjørt rætt, er løg­maður kend­ur fyri at siga. Men tað eru eisini við­ur­skifti, sum løgmaður og Sam­bands­flokk­ur­in ikki hava gjørt rætt. Í øll­um førum flyta veljarar úr Sam­bands­flokk­i­ num til Javn­að­ar­flokkin. Kanska tað er tí, at løg­maður sjálvur ikki held­ur so fæst um sosialu linjuna hjá flokk­i­num, so sum fyrrverandi leið­ar­ar í flokkinum hava víst á, Lis­beth L. Petersen og Edmund Jo­ en­sen. Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkinum. Tað hevur utt­ an iva givið undirtøku. Aksel V. Jo­ hann­e­sen hevur gjørt greitt, at, at Javn­að­ar­flokk­ur­in er ein sam­rík­is­ flokk­ur, og so hevur floksleiðis hjá Javn­að­ar­flokk­inum eisini koyrt Ger­hard Lognberg úr flokkinum eft­ir fleiri grundleggjandi ósemjur inn­an­floks. Hetta eru uttan iva viðurskifti, sum hava givið flokkinum vind í segl­ini í veljarakanningunum. Fullveldisrákið frá 1998 er fánað, og tí fær Tjóðveldisflokkurin ikki ta stóru undirtøku, sum hann kundi fing­ið frá fólki, sum troyttast av sam­gong­uni. Tey fólkini fara heldur til Javn­a­ð­ar­flokk­in, so sum støðan er sam­bært veljarakanningum. Kanningarnar benda so­leið­is á, at ein annar Johannesen fer at taka vald­ið í Tinganesi komandi ár. Johannesen fyri Johannesen Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 31. oktober. Á aðalfundinum varð Heidi Poulsen vald sum for­ kvinna. Svend Sivertsen, sum hevur verið formaður í fleiri ár ynskti ikki at stilla upp­ aft­ur. Á aðalfundinum varð eisini Nina Alberg Arge vald í nevnd­ina fyri tvey ár. Robert Thom­as­sen varð valdur á árs­ að­al­fund­i­num í fjør fyri tvey ár og heldur sostatt fram í nevnd­ini 1 ár afturat. Á nevnd­ ar­fundi tann 3. des­em­ber skip­aði nevnd­ in seg við Ninu Alberg Arge sum kassa­meist­ara og við Rob­ert T h o m ­a s­s e n sum skrivara og næst­for­mann. Til­taks­lim­ir í nevnd­ini eru Birita Wardum og Magni Dalsgaard. Á nýggjárinum fer Venj­ing­ar­ skúlin í Havn í søguna, tí tá verð­ur hann lagdur sam­an við Tórshavnar komm­un­u­ skúla og verður til Vest­ur­ skúl­an. Í hesum sambandi skipar skúl­in fyri hátíðarhaldi á skúla­num mikudagin 17. des­ em­ber. Fyrrapartin klokkan 10 eru all­ir næmingar, ið byrjaðu í 1. flokki skúlans í 1968 bodnir til ein drekkamunn saman við verandi 1. flokkunum í Ytra skúla við Landavegin. Tað er tann skúlin, sum eisini varð kall­aður Guli skúli og fyrr Hvíti skúli - áðrenn hann bleiv gul­ur fyri eini 40 árum síðani. Seinnapartin verður opið hús á Venj­ing­arskúlanum, har tey bjóða fyrrverandi lær­ar­ um, fyrr­verandi næmingum og øðr­um áhugaðum til ein spen­n­an og áhugaverdan seinn­a­part. Venjingarskúlin fer í søguna Tað verður tungur róður hjá løgmanni at vinna valið Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin hvassur vindur upp í skrið av útnyrðingi, fríggjadagin upp í skrið av norði. Kavaælingur og hitalagið um frostmarkið. Veðrið mánamorgunin: Eitt lágtrýst, 981 hPa. eystanfyri Føroyar grynnist. Veðrið týsnáttina: Eitt stormlágtrýst, 942 hPa. eystanfyri Hvarvið kemur hendavegin og brúgvalagið haðani verður við Føroyar týsmorgunin. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinapartin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig. MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 5-10 m/s 20-25 m/s 20-25 m/s 11-16 m/s 14-19 m/s 20-25 m/s Stormur av suðri og regn. Seinnapartin upp í skrið av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 3 og 6 stig. Skrið ella stormur av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Floksveitsla hjá 6. flokki í Brúna skúla í 1977. Tað er orkestrið Fireballs, ið spælir. Teir gingu allir í flokki saman: Mortan Borgarlíð, sum doyði í 1983, Ragnar Martin Egholm, Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður, Rúni Árting og Heini Mikkelsen. Robert Thomassen, Heidi Poulsen og Nina Alberg Arge, kassameistari Heidi forkvinna arkitekta