Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Árni Gregersen Ein av stóru búskaparligu avbjóðingunum hjá vest­ urlendsku samfeløg­unum er, at vit liva longri og tí eisini gerast dýrari fyri samfelagið at veita røkt til. Í Føroyum er talið av teimum, sum eru yvir 67 ár vaksið við 1000 persónum síðani 2005. Alt annað líka, so skuldi hetta eisini havt við sær, at fleiri eisini fáa heimahjálp ella heimarøkt á sambýlum, men soleiðis er veruleikin ikki. Hóast 1000 fleiri eldri eru, so er talið av teimum,sum fáa hjálp lækkað við 400 í mun til 2005. Tað stendur í ein­um notatið, sum Lands­grann­ skoð­anin hevur gjørt til Løg­ tingsgrannskoðararnar. Heimahjálp/heimarøkt verður veitt fólki, ið hevur tørv á hjálp, antin tað er brá­ ð­feingis, varandi ella tíðar­ markað hjálp. Tað eru ikki øll, ið eru 67 ár ella eldri, ið hava tørv á heimahjálp. Fólk, ið eru yngri enn 67 ár, kunnu eisini hava tørv á hjálp. Fleiri møguleikar Fleiri møguleikar eru at fáa hjálp, tá ein er yvir 67 ár. Ellis- og røtarheim er ein møguleiki, sambýlir ein annar og so er eisini møguleiki at fáa heimahjálp. Sambært Almanna­verk­ inum eru 16 ellis- og røktar­ heim og 15 eldrasambýlir í land­inum. Heimatænastan veitir røkt til búfólkini á eldra­sambýlunum, men ikki til tey, ið eru á ellis- og røktar­ heimum. Í tíðarskeiðinum frá 2005 til 2013 hava millum 150 og 180 fólk búð á sambýlum, meðan 200 felri hava fingið pláss á ellis- og røktarheimum. Fleiri nýggj ellis- og røktarheim eru liðugt bygd hesa seinastu tíðina:. Hamragarður, Grøna­ nes og Boðanesheimið, ið til­ samans høvdu 112 búpláss, lótu upp. Í útgangsstøðinum eru tað tyngstu brúkararnir, sum fyrst fáa røktarheimsplássini. Tað vil siga, at hetta eru tey, sum fáa hjálp meira enn 20 tímar um vikuna. Yvirlitið vísir greitt, at tey sum fáa hjálp heima eru munandi færri, og tað sæst at talið av teimum, sum fáa hjálp heima fellur nógv. Hetta hendir í 2009 og frágreiðingin er rlættuliga einføld: sparingar. Tá var avgjørt, at heimarøktin ikki longur skuldi taka sær av at gera reint heima hjá fólki. Hetta gjørdi, at talið av brúkarm minkaði nógv, tí vanligt var, at tey, sum bert fingu reingerðarhjálp fingu undir tveir tímar um vikuna. Og tað var tá eitt stórt tal av brúkarunum. Minni játtað – minni avgreitt Landsgrannskoðanin hevur eisini roynt at gera yvirlit yvir, hvussu nógvir tímar verða játtaðir og hvussu nógvir verða veittir. Tað er ikki lætt at fara langt aftur at síggja hettar, men Almannaverkið hevur eina skipan, sum vísir hetta aftur til 2011. Og tølini eru heilt greið. Munandi færri tímar verða játtaðir og sjálvandi eisini færri avgreiddir. Í 2011 vórðu um 3700 tímar tillutaðir um vikuna og í 2014 um 2200 tímar. Veittir tímar vóru í 2011 um 2800 um vikuna og í 2014 um 1700. Sostatt verða um 1500 tímar færri tillutaðir um vikuna, meðan veittir tímar bert eru 1100 færri um vikuna. Veittir tímar, eru teir tímarnir, sum Heima­tæn­ astan brúkar at geva borg­ arunum tænastuna, sum av­ gjørt er, at teir skulu fáa. Tá ið fíggjarnevndin við­ gjørdi uppskotið til fíggjar­ lóg fyri 2014 spurdi hon um, hvussu vorðið var við bíði­listum til heimahjálp. Landsstýrismaðurin svaraði, at ey sum verða visiteraði til hjálp fáa hana beinanvegin og at ongin bíðilisti er. Uppgerðin vísir tó, at mun­ur er á, hvussu nógv fáa hjálp eftir at avgerð er tikin um tað – og hvussu nógv fáa hjálp í veruleikanum. Fleiri fólk yvir 67 ár –færri fáa heimarøkt Sjálvt um 1000 fólk fleiri eru yvir 67 ár, so fingu 400 færri heimarøkt enn í 2005 Eldrarøktin er vorðin dýrari, men færri fáa hjálp. Tað er niðurstøðan í ein­ um notati, sum Lands­grann­ skoð­anin hevur gjørt til Løgtingsgrannskoðararnar. Ein frágreiðing til at tað er vorðið lønartyngri er tó, at tey sum fáast við tey gomlu nú hava hægri út­ búgvingar og harvið eisini hægri løn. Men tímarnir til røkt eru eisini vorðnir munandi færri. 400 færri fáa nú hjálp frá heimatænastuni hóast 1000 fólk fleiri eru yvir 67 ár nú. Nevnast skal tó, at ellis- og røktarheimini eru vorðin nógv fleiri og ahr eru tilsamans 200 búfloss komin afturat. Ein partur av kanningini hjá Landsgrannskoðanini var eisini at vita, hvussu nógvir tímar í skipanini fara til røkt og hvussu nógv verður brúkt til umsiting. Í notatinum verður sagt, at hetta hevur ikki borið til, tí at Almannaverkið nýtir so nógvar ymiskar skipanir til at skráseta tíðarnýtsluna. Kommunurnar yvirtaka 1.januar yvirtaka komm­un­ urnar eldrarøktina. Føroyar eru býtt sundur í økir, sum eru farin sam­ an um at taka sær av eldra­ røktini. Hóast tað hevur tikið nógva orku at fáa hetta gjørt í seinastuni, so er onki, sum bendir á, at hetta ikki fer at virka beinanvegin. Landsstýriskvinnan við almannamálum, Annika Olsen, hevur ferð eftir ferð takkað kommununum fyri, at tær hava verið so posi­ tivar og tað er eisini fyri­bils komið á mál við teim­um pengum, sum komm­un­ urnar fáa fyri at yvirtaka eldraøkið. Dýrari eldrarøkt, men færri fáa vitjan Eldrarøktin er dýrari at reka, hóast færri fáa hjálp Hóast 1000 fleiri eru yvir 67 ár, so eru tað 400 færri, sum fáa hjálp Løgtingið hevur samtykt, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið frá 1. januar 2015.