Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Felagið Føroysk Træskip siga, at í summar verður re­gatta­siglingin ávikavist fríggja­dag­in 3. juli og leygar­ dagin 4. juli. - Í ár verður siglt av Eiði til Sørvágs. Á veg norður til Eið­is er ætlanin, at okkurt av skipu­num leggur at í Leirvík, so ferðafólk kunnu sigla við norð­ur til Eiðis. Tað siga tey, sum standa aft­an fyri regatta-tiltakið. Í summar fær Eiði vitjan úr grannalondum. Hetta er afturvendandi vina­býar­ sam­starv gjøgnum Norrøna Felag­ið, og nú verður roynt at leggja soleiðis til rættis, at vitjan­in kann verða um sama mund­ið, sum Føroya Regatta verð­ur. Tiltøk í Sørvági Eisini í Sørvági verður skipað fyri ymiskum tiltøkum næs­ ta ár, nú 100 ár eru liðin, síð­ an kommunan gjørdist sjálv­ støðug. Í Sørvági ætla tey, at Før­ oya Regatta skal verða eitt av fólksligu tiltøkunum í hesum sambandi. Umhugsað verður eisini at leggja til bryggju í Havn í nakrar tímar, áðrenn skipini stevna heimaftur. Tað upp á tal, at onkur norður­lendsk tiltøk verða í Havn í summar, og tað er í hesum sambandi, at hugsað verð­ur um at leggja til brygg­ ju í høvuðsstaðnum. Sjómannadagur Eitt afturvendandi tiltak er Føroya Sjómannadagur í Klaks­vík, og her plaga træ­ segl­s­ki­p­ini eisini at seta sín dám á. Soleiðis verður aftur næsta heyst, tá ætlanin enn einaferð er at vísa træ­segl­ skipini fram fyri al­menn­ing­ inum á Føroya Sjómanna­ degi. Træseglskipini fara aftur at seta dám á Sambýlið skal hava navn 186 metrar langa og 31 metrar breiða tangaskipið Maersk Edgar liggur á Runavík, meðan skipasmiðjan MEST ger ymiskar umvælingar umborð Vilmund Jacobsen Í Sjóvar kommunu verður nýtt sambýli bygt, og nú hev­ur kommunan skrivað út navna­kapping um navn til sam­býlið. Tey, sum luttaka í kapp­ ingini og hava uppskot um navn, hava eisini høvi at skriva eina frágreiðing um, hví júst navnið, sum tey skjóta upp, er hóskandi til sam­býlið. Sjóvar kommuna sig­ ur, at brævbjálvin skal merkj­ast “Navnakapping”, og á heimasíðuni hjá kommununi – www.sjov­ ar­kommuna.fo - er neyvari kunn­ing um, hvussu fram skal farast. Kommunan tilskilar sær rætt til ikki at brúka nak­að uppskot, men vel­ ur kommunustýrið eitt av upp­skotunum, fær vinn­ar­ in 5.000 krónur í virðisløn. - Uppskotini skulu verða kommunu­skrivstovuni í hendi í seinasta lagið 31. des­em­ber 2014, og upp­skot­ ini skulu sendast til Sjóvar kom­mu­nu, Skúlavegur 10, 490  Strendur. Sjóvar kommuna leggur aftr­at, at navnið verður av­ dúka­ð, tá sambýlið letur upp. Afturvendandi tátturin at savna træseglskip og gamlar deksbátar til eina regattasigling verður aftur næsta ár Tey eru hugtakandi - træseglskipini - sum aftur næsta summar fara at seta sín dám á kring oyggjarnar 3.869 harur skotnar Vilmund Jacobsen - Í farnu viku royndist fríggjadagurin 5. des­ em­ber bestur á haru­ veiði. Henda dagin vórðu tilsamans 116 har­ur skotnar á 19 túr­ um kring landið. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum skrá­ set­ir haruveiði í Før­ oy­um. Hann vísir á, at saml­aða talið av veidd­ um harum, sum nú er skrá­sett, er komið upp á 3.869. Harurnar eru skotn­ar á 349 túrum kring landið. Á facebook-síðuni - Haruskjóting í Før­oy­ um - er neyvari kunn­ ing um, hvussu haru­ ver­tíð­in higartil hevur vignast. Nú góð vika er farin av desember, eru flestu jólatrø tendrað kring landið. Í Nólsoy tendraði jólatræið eisini um vikuskiftið. Hornorkestur setti serstakan dám á, og Marjun Bæk, prestur, helt røðu. Navnið á nýggja sambýlinum á Strondum verður avdúkað, tá sambýlið letur upp Freistin at senda inn uppskot um, hvussu nýggja sambýlið á Strondum skal eita, er sett til 31. desember 2014