Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var spurningurin um kapping á smá­um marknaðum, sum var evni á ráð­stevnu í Norðurlandahúsinum hós­dagin. Har boðaði landsstýrismaðurin í vinn­u­málum, Johan Dahl, frá, at lands­stýrið arbeiðir við at end­u­r­ skoða sín eigarapolitikk í al­mennu parta­fel­øg­u­num. Hann vísti millum ann­að á, at hóast eftirlit ikki ljóðar gott, so kann neyvt eftirlit vera við til at tryggja effektivitet og sam­fel­ ags­á­góða. Og tað er rætt, sum lands­stýr­is­ mað­ur­in vísti á, at kapping í sjálvum sær ikki er endamálið. Tað er líka rætt sum, at liberalisering í sjálvum sær ikki skapar virkna kapping. Tað eru onn­ur við­urskifti, sum telja við eisini. Men kapping og liberalisering kann og eigur at verða brúkt til bú­ skap­ar­vøkstur og til at skapa vælferð – tí frí kapping og fríur marknaður er ikki einasta svarið. Tað er gamalt, at loysnin ikki er at geva marknaðarkreftunum frítt rás­ a­rúm. Tað helt landsstýrismaðurin heldur ikki. Hann vísti á, at á einum lítl­um marknaði, sum tí føroyska, verð­ur úrslitið av liberalisering oft­ast ikki tað sama sum á stórum markn­aðum. Hann vísti á, at markn­ að­urin er til tíðir snøgt sagt ov lítil til, at markn­að­ar­kreftirnar veruliga kunnu folda seg út. Hinvegin kenna vit í Føroyum væl til duopol, har tað sigst vera kapp­ing, men als ikki er kapping. Vit kunnu taka bankar og tryggingar ella olju­ feløg. Teimum er ikki loyvt at avtala fel­ags prísir. Men á onkran hátt verða prísir og tænastur tær somu, har er eingin kapping. Og so hava vit telefeløgini. Tað stóra føroyska almenna Føroya Tele og so tað minna íslendska Voda­ fone. Landsstýrið, sum eigur Føroya Tele, nýtir tað miðvíst til at krevja skatt inn til landskassan. Føroya Tele ger eisini ymsar íløgur í aðrar fyr­i­ tøk­ur, sum tú átti at hildið nátúrligt skuldu verið privatar, so sum innan edv og teldu­útgerð. Í veruleikanum skulu onnur privat feløg kappast við lands­kassan í slíkum førum. Men við at taka ov høgt gjald frá tele­brúk­arum í Føroyum, annað­ hvørt við ov høgum telefonprísum ella ov høg­um int­er­net­prís­um, so hev­ur lands­stýr­ið gjørt av, at lands­ kass­in skal hava 30 milliónir burt­ur av køkuni um árið – ella fyri at taka tey síðstu 10 árini, so hava tel­e­fon­ brúk­arar í Føroyum rindað 162 milli­ ón­ir krónur ov nógv í telefon- og int­ er­net­rokn­ing­um – at fylla í eitt hol á fíggj­ar­lógini. Er tað kapping? Er tað ein fair kapping? Vinningsbýtið hjá Føroya Tele er 100 ferðir so stórt, sum vinn­ings­ být­ið, sum íslendsku eigarunum av kappingarneytanum, Vodafone. Sambært fyrrverandi stjóranum á Føroya Tele fóru hesar 162 milliónir betur, um tær skaptu nýggjar inn­tøk­ ur og nýgg arbeiðspláss, Rætt hevur hann. 162 mió kr av telefon­ pengum fóru í landskassan telegjald til landskassan Olju­ bók er plett­skot Tíðindi síða 6 Fupp og fakta um alkohol heilsuSíða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Á nýggjárinum fer Tórs­havn­ ar Kommunuskúli, sum vit kenna hann, í søguna. Tað fara tey at markera í morg­in, hósdagin 11. desember, við einum serligum tiltaki í aul­uni í Kommunuskúlanum. Byrjað verður klokkan 9 á morgni og endað verður klokk­an 16. Ein fjølbroytt skrá er gjørd til dagin við røð­um, framførslum, tónleiki, sangi og práti. Eisini verða mynd­a­røð­ir og filmskut frá ymsum tíð­ar­ skeið­um hesi seinastu 58 árini at síggja á skíggjum í auluni og á 1. hædd annars. – Kaffi og køkur verða at fáa í gomlu lærarastovuni, og øll eru vælkomin, siga tey úr Komm­un­uskúlanum. Skráin fyri tiltakið er hend­ an: Kl. 09:00: Boðið verður væl­ kom­in. Morgunsangur, skúla­stjór­ in spælir á urguna hjá Jógvani við Ánna. Borgarstjórin, Heðin Mort­ en­sen, forkvinnan í ment­anar­ nevndini, Hel­ena á Neyst­abø, og skúla­stýris­for­kvinn­an, Han­s­ina Iversen, flyta fram røð­ur Lærarakór framførir Fedr­ anna talu. Matias Kapnas hev­ur und­irspælið á klaveri, Knút Ols­en kórleiðari. Kant­ atan Fedranna tala varð frumframførd, tá Komm­unu­ skúl­in varð vígdur 2. sep. 1956. Jens Marius Hentze, rit­ høv­undur, greiðir frá um søgu Kommunuskúlans og til­gongd­ ini í sam­bandi við byggingina av skúl­a­num í 1956. Zacharias Heinesen, list­a­ mál­ari, greiðir frá um list­ar­ verkini í Skálanum og eyst­ur­ enda skúlans. Kl. 10:00: Skúlagongdin í fimm­ti- og sekstiárunum Jóhann Mortensen, Elsa Bir­gitta Petersen og Jákup Mørk­øre samrøða um, hvussu tað var at vera næmingur í Komm­unu­skúl­a­num í 50 og 60 áru­num í tá nýggja skúla­ num. Kl. 11: Næmingakonsert við Lit­um í Leiki Litir í Leiki framføra tón­ leik í bólkum, duettum og solo. LíL-lærararnir spæla Kl. 12:00: Læraraleikluturin, sam­an­hald, samanspæl og sang­ur Amalia Poulsen greiðir frá um skúl­an út frá leiklutinum sum lærari Næmingar í skúlanum syngja og spæla, m.a. stykkið Fað­ir Vár á íslendskum Næmingar framføra part­ar úr leikinum “Kongur í Konga­ gøtu” Kl. 13: Klaverkonsert Klaversnillingurin Matt­ias Kapnas, fyrrverandi næm­ ing­ur, spælir kend klassisk stykki. Kl. 14: 1. flokkur 1956/57 und­ir­heldur Næmingar, sum byrjaðu í 1. flokki í sep. 1956, hugleiða og fram­føra. M.a. er nýggjur sang­ur gjørdur til høvið. Kl. 15: Løtt løta í tekstum og tónum Kendir næmingar, sum hava ging­ið í Kommunuskúlanum und­ir­halda og framføra tón­ leik. Dánjal á Neystabø, tón­ leik­ari og fyrrverandi næm­ ing­ur, samskipar løtuna. Skúlastjórin takkar øllum lut­takandi og teimum møttu. Farið verður upp á gólv. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin upp í skrið av norði og kavaælingur, leygardagin minni vindur av útnyrðingi og yvirhøvur turt. Hitalagið um frostmarkið. Veðrið týsmorgunin: Eitt stormlágtrýst, 940 hPa. eystanfyri Hvarvið fer eystureftir og brúgvaløgini haðani til Føroya fara eystureftir. Veðrið mikunáttina: Lágtrýstið sunnanfyri Ísland fer eystureftir. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapartin: Upp í hvassan vind av útsynningi, móti kvøldi vaksandi til storm. Ælingur og hitin millum 3 og 6 stig. L e HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 11-16 m/s 21-26 m/s 20-25 m/s 16-21 m/s 21-26 m/s 20-25 m/s Stormur av útsynningi, um kvøldið hækkar hann upp í útnyrðing. Ælingur, partvís kavi og hitin millum 1 og 4 stig. Hvassur vindur upp í skrið av útnyrðingi og norði og kavaælingur. Hitin um frostmarkið. Minnast kommunuskúlan