Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 olja Jan og Tróndur hava laðað varða Jóannes Hansen Í síðstu viku varð skipað fyri tveimum framløgum av bók­ini um oljuna, sum Jan Müller og Tróndur Djurhuus hava skrivað – »OLJAN – Føroysk vinnu- og sam­ felags­menn­ing í 25 ár.« Fyrra fram­løgan var í høvuðs­ stað­num týsdagin, og tann seinna var í bókasavninum í skúlanum við Løkin í Runa­ vík seint seinnapartin hós­ dagin. Føroyaprent hevur brotið um og prentað, og ta upp­gáv­una hava Jon Hestoy og hansara fólk enn eina ferð megnað til lítar. Tað er efir at hava verið við til framløguna í skúl­ anum við Løkin og eftir at hava blaðað í og lisið brot í yms­um pørtum av bókini, at hesar fáu og fátæksligu reglur verða festar á blað um hetta stórverkið, sum á 551 síðum tekur lesaran ígjøgn­um søguna um olju­ vinn­una, frá úrslitinum av sam­ráð­ingunum við donsku myndug­leikarnar um rá­ evni í før­oysku undir­grund­ ini varð greitt, og til olju­ vinn­una, sum nú er vorðin týðandi partur av føroyska búskapinum. Týdningurin og førleikin Hóast vit framvegis bíða eftir oljuni, sum serkøn siga er undir okkum, so er olju­ vinn­an vorðin stórur og støð­ugt vaksandi partur av búskap­inum. Høvundarnir gera við­merk­ingar til, hvat kann gerast fyri at skunda undir menn­ingina og eisini fyri at fáa fatur á okkara olju. Í tí sambandi eru teir inni á, hvussu nógv betri fyri føroy­ ingar og Føroyar eru at hitta av­bjóð­ingina, um olja verður funnin á okkara øki, enn Føroyar og føroyingar vóru, tá ið fyrstu royndirnar at bora í før­oysk­um øki vórðu gjørdar. Teir halda, at henda vinnan hevur borið nýggjan dynamikk við sær, at hon hevur pro­fessionali­serað og globali­serað Føroyar, at olju­bor­ingarnar hava borið nógv arbeiði og týdningar­ mikla vitan við sær, og at vinnan hevur birt undir nógv­ar nýggjar vinnur, sum veita tæn­astur til frálands­ vinn­una. Síðstu mánaðirnar er hetta fleiri ferðir undir­ strik­að. Eitt nú tá ið West Hercules mestsum fylti munn­an á Skálafjørðinum, tá ið hann 19. august í ár fór inn um Saltnes­grynnuna, og aftur nú sunnu­morgunin 7. desember, tá ið tangaskipið Maersk Edgar sigldi inn á Skála­fjørðin, har tað við bryggj­una í Runavík í hesi vik­uni verður umvælt. Í báð­um førum var tað fyri at keypa tænastur frá føroyska vinnu­lívinum. Umframt at sigla á heims­ høvunum á fremmandum tangabátum eiga bæði Skansin og Thor alt størri leik­lut í oljuvinnuni. Og um­framt føroyskar naviga­ tør­ar og maskinmenn hava eitt nú føroyskir hand­verk­ arar í stórum tali í fleiri ár verið uttanlands, har teir í oljuvinnuni hava vunn­ið pen­ing til føroyska sam­ felagið. Nú er nýggi vinkulin, at fremm­an­dir leita sær henda vegin at keypa tæn­ astur, sum føroyskar fyri­ tøkur megna at vinna í tættari kapping við aðrar. Tað er mikið hugaligt, og hetta kann gerast framúr íkast. Hetta verður lýst og við­gjørt í nýggju bókini. Keldurnar Søguliga hevur tað ikki verið vanligt her hjá okkum, at tey, sum hava verið uppi í av­ gerandi samráðingum, og tá ið avgerðir hava verið tiknar, sjálvi hava greitt frá, hvussu tað út frá teirra sjónarmiði gekk fyri seg. Jógvan Arge plagar at lofta fyrrverandi politikarum, og tað er at fegnast um, samstundis sum tað er at harmast um, at aðr­ ir, sum í síni tíð vóru heilt sentralir, fóru undir grønu torvu, uttan at tað er per­ són­liga og alment doku­ment­ erað, sum teir vóru við í. Í bókini um oljuna greiða teir frá og analysera og reflektera, sum hava verið við. Tað er fongur at lesa tað, sum eitt nú hesir, ið á fleiri frontum hava sitið á orkestur­plássunum, vita at siga: Árni Olafsson, Halgir Winther Poulsen, Hjarnar Djurhuus, Martin Heinesen, Herálvur Joensen, Ben Arabo og Rúni M. Hansen. Góða greipan Á framløguni var tað týðu­ ligt, hvussu væl skikkað greip­ingin av Jan Müller og Trónda Djurhuus er hepnast. Jan hevur fram um allar aðrar ótroyttiliga fylgt olju­ vinn­uni. Hann hevur títt og støðugt skrivað tíðindi og havt samrøður við føroy­ ingar og útlendingar. Tí ber tað til at skriva eina so­ vorna bók. Tað eru sam­røð­ urnar hjá honum, sum eru grundarlagið. Myndatólið hevur hann altíð havt við sær, og myndaliga doku­ menta­tiónin er ikki minni týdningar­mikil. Í meiri enn eina fjórð­ ingsøld teknaði Óli Petersen í Sosialinum. Jan var blað­ stjóri, og hann man eiga part av íblástrinum til nógvar av strikunum um oljuvinnuna, sum Óli á sín serstaka hátt hevur teknað, og sum eru endur­givnar í bókini um oljuna, har tær geva tekst­inum og myndunum ein farra av speisemi og intelligent­um humor. Eftir at Jan Müller hevði innleitt á framløguni og greitt frá um áhugan fyri til­ feingi í breiðum týdningi og sein­astu fjórðingsøldina fyri olj­uni, tók Tróndur Djurhuus so meistarliga saman um inni­haldið í bókini. Áhoyr­ ararnir sótu rúnarbundnir, og hetta var vorðið sum brell­biti at fara til hús við. Eingin ivi er í, at Tróndur við sín­um góðu evnum at miðla og skipa innihaldið hesi sein­ astu árini hevur verið og er ein veldugur stuðul hjá Jan. Bókin fæst í bóka­búð­ unum, og talan verður neyv­ an um fleiri framløgur, tí longu dagin eftir framløguna í Runavík fór Tróndur aftur til Spania, har hann býr. Men tað hevði verið upp á sítt pláss, at tað onkra aðra staðni í landinum varð skipað fyri tiltaki, har teir báðir – Jan Müller og Tróndur Djurhuus – so skjótt sum møguligt fingu høvi at folda seg út um hetta evn­ið á sama hátt, sum teir gjørdu í bókasavninum í Skúl­anum við Løkin síðsta hós­dag. Eini góð ráð til ábyrgdar­ fólk í lokal­politkki og lands­ politikki og í vinnulívinum skulu vera, at tey taka sær stund­ir at møta upp til eitt sovorðið tiltak, um tað verð­ ur endurtikið. Í sambandi við fram­ løg­una varð upplýst, at ar­ beiðið við aðru bókini er kom­ið ávegis. Tann bókin fer m.a. at snúgva seg um sam­ráð­ingar­nar við danir um undir­grundina og bretar um markið. Tað ljóðar heilt spennandi, og einki er at ivast í, at tá fer at koma fram aftur í ljósið nógv av tí, sum Jan Müller í mong ár hevur dokumenterað um hesar spurningarnar eitt nú í samrøðum við før­ oyskar, danskar og bretskar politikararar, embætismenn og aðrar ser­frøðingar. Teir báðir rit­høv­undarnir siga eis­ini, at teir ætla ikki at gev­ ast á hondum við tveim­um bók­um. Teir ar­beiða eisini við at gera eitt dátusavn, sum skal inni­halda alt hugs­ andi til­far um olju­til­gongd­ ina. Hesin, sum fer at verða ogn og í varð­veitslu hjá FOÍB, fer at  vera at­gongi­ligur hjá føroyska al­menn­ing­inum til eina og hvørja tíð. Millum annað fer savnið at fevna um goymslu av øllum research­ til­fari og inni­haldi í teimum báð­um bóka­verk­unum.  Jan og Tróndur hava við bókini um oljuna laða ð ein varða í føroyskari vinnu- og samfelagssøgu. Hetta er eitt so­vorðið verk, sum tað heilt víst fer at verða latin onkur heiðursløn fyri. Tað ber illa til at ímynda sær nakað ann­ að, og okkum bíðar ein bók aftrat. Tað er heilt hugaligt! Bókin um oljuna, sum kom út í síðstu viku, er eitt plettskot og merkisverd upp á fleiri mátar Svend Højgaard, leiðari í bókasavninum við Løkin, saman við høvundunum báðum – Jan Müller og Tróndur Djurhuus Myndir: Tórbjørn Jacobsen Tróndur Djurhuus greiðir frá, at lagt verður fyri við, tá ið Atli P. Dam og Poul Schlüter undirskrivaðu semjuna um yvirtøku av ráevnum í undirgrundini