Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsgrannskoðanin Lemjandi kritikkur av økinum Børn og ung Persónligu upplýsingarnar ikki nóg væl vardar Árni Gregersen Ongin veit um tað hjálpir, at børn og ung sum fáa viðgerð á almennunum stovnum og um tað kanska hevði verið nóg mikið, at tey fingu eitt bútilboð. Almannaverkið hevur latið Landsgrannskoðnina vita, at ongi hagtøl eru fyri, um við­gerðirnar hjálpa nak­ að sum helst. – Samanumtikið hevur Landsgrannskoðanin stað­ fest, at tað finnast ongi hag­ tøl, ið kunnu lýsa úrs­litið (effektina) av arbeið­inum at tryggja, at børn, sum hava fingið bú-og við­gerðar­til­boð, fáa neyðuga hjálp og um­ sorgan, skrivar Lands­grann­ skoð­anin í einum notati til Løgtingsgrann­skoð­ararnar. Landsgrannskoðanin stað­festir eisini, at talan er um eitt dýrt og týdningar­ mik­ið øki. 17 børn fáa viðgerð eftir hesi skipanini og lønar­út­ reiðsl­urnar eru góðar 21 milljón­ir krónur. Tað vil siga, at at hvørt barn kostar tí al­ menna 1,2 milljónir krónur. Mesti parturin av pengunum fer til lønir. Frá 2009 til 2013 kostaði hetta økið 73,6 milljónir krón­ur og harafturat betaltu komm­unurnar góðar 13 milljónir afturat. Í hesumn tølum eru við­ gerðir uttanlands ikki tiknar við. Tað sum Lands­grann­ skoð­anin finst at, er at tað finnast onki hagtøl fyri, at hvørja nyttu uppihaldini á bú- og viðgerðarstovnum hava havt. Í viðmerkingunum sigur Landsgrannskoðanin eisini, at tað hevði verið gott um tað almenna hevði tøl fyri um tað nyttar við viðgerð – ella um talan í veruleikanum er um eitt bútilboð. Greiningar Onki nóg gott yvirlit finst fyri, hvussu við­gerðar­til­ boðini eru og um tey ein­ støku børnini fáa tey tilboð, sum møguliga høvdu hjálpt. Hgetta fyri at tryggja at tey børn og ungu, sum fáa hesi til­boðini eisini fáa bestu við­ gerðina. Viðvíkjandi hølis­umstøð­ unum, so verður sagt, at tey eru vorðin betri seinnu árini. Kortini finst Lands­grann­ skoðanin at summum form­ ligum viðuerskiftum, sum skil ikki er fingið á. Millum ann­að verður nevnt, at onkur stovnur framvegis leigar uttan at leigusáttmálin er góð­kendur av avvarðandi myndugleikum. Funnist verður eisini at, at Almannaverkið ikki veit, hví starvsfólkahópurin er saman­settur, sum hann er. Flestu starvsfólkini er náms­ frøðingar, men Almanna­ verkið veit ikki um starvs­ fólkahópurin er samansettur við atliti til serførleikar at geva viðgerðartilboð til um­ sorgaryvirtikin børn. Sagt verður tó eisini, at Almannavekrið hevur brúkt nógvan pening til skeið og eftir­útbúgvingar. Eftirlitsmyndugleikarnir hava ikki havt reglulig eftirlit við, at samdøgursstovnarnir verða riknir sambært barna­ verndarlógini og hava heldur ikki havt regluligt eftir­lit við virkseminum á stovn­inum. Bøtt er tó um tey viðurskiftini. Eitt heilsu­ fakligt eftirlit var í 2011, og eitt námsfrøðiligt eftirlit var í september 2012. Í juni 2014 hevur lands­ stýriskvinnan greitt frá, at hon tekur viðmerkingar hjá Landsgrannskoðanini til eftirtektar, og hon vísir á, at arbeitt verður altíð fram ímóti at fáaviðurskiftini betur skipað. Løgtings­grann­skoð­ar­ar­ nir, sum eru Høgni Hoydal, Tjóðveldi, Reimund Lang­ gaard, Sambands­flokk­urin, Joen Magnus Rasmus­sen, Fólkaflokkurin, og Eyðgunn Samuelsen, Javnaðar­flokk­ urin, fingu notatið frá Lands­ grannskoðanini í november, men enn hevur nevndin ikki havt tað til viðgerðar. Árni Gregersen Landsgrannskoðanin hev­ ur gjørt eitt notat til Løg­ tings­grannskoðararnar um viðurskiftini hjá børn­um og ungum, sum fáa bú- og við­ gerðar­tilboð frá tí almenna, fyrst og fremst eftir barna­ verndar­lógini. Atfinningarnar um hvussu Al­manna­verkið hand­fer per­sóns­upp­lýs­ ingar­nar um hesi børn og ungu. Landsgrannskoðanin stað­festir, at heili 81 fólk hava at­gongd til upplýs­ing­ ar­nar um 17 børn og ung. Og av teimum, sum hava at­gongd til upp­lýsingarnar, eru 17 als ikki í starvi hjá Almanna­verk­inum longur. Tá ið kanningin var gjørd, kom tað fram, at dagbøkur verða førdar um tey ungu. Hetta verður gjørd í einum van­ligum »word-formati«. Skjølini lógu opin á teldu­ drevi, sum nógv starvs­fólk høvdu at­gongd til. Upp­lýs­ ingar­nar eru bæði um børn, sum eru innskrivað og børn, sum eru útskrivað. Landsgrannskoðanin heldur, at tað er ivasamt, um grundleggjandi reglur um KT trygd, sum snúgva seg um trúnað, rættleika og at­ gongd, vórðu hildnar, og um reglurnar um tagnarskyldu vórðu fylgdar. Onki bendir á, at nakar hevur eftirlit við, um tær upp­lýsingar, sum verða lagd­ar inn eru rættar. Tá ið tað verður skrivað í einum opn­um formati ber eisini til at strika út, broyta og rætta. Heldur ikki er back-up skipanin í lagi. Landsgrannskoðanin mælti til, at Almannaverkið endur­skoðaði innanhýsis manna­gongdirnar við­víkj­ andi handfaringini av per­ sóns­upplýsingum, serliga tá ið ræður um viðkvæmar upp­lýs­ingar, og at uttanhýsis teldu­postar við viðkvomum per­sóns­upp­lýsingum vórðu bronglaðir. Mælt verður eisini til, at stovnurin umhugsaði at biðja Dátueftirlitið taka støðu til viðgerðarloyvi og har­við seta viðgerðartreytir til tess at avmarka bágan fyri børn­ini. Í juni boðar Almanna­ verk­ið Landsgrannskoðanini frá, at nógvar ábøtur eru gjørd­ar og aðrar verða gjørd­ar. Mill­um annað er tað broytt, at dag­bøk­urnar ikki longur liggja í einum opnum for­mati. Landsgrannskoðanin sigur, at tað er eitt stig á rætt­ ari leið, at avtala er gjørd um eftirlit, men finst at, at onki ófráboðað eftirlit hevur verið í tíðarskeiðinum. Løgtings­grann­skoð­arar­ nir fara seinni at viðgera notat­ið frá Landsgrann­ skoðan­ini. Upplýsingar um børn og ung, sum eru í viðgerðar- og/ella hava bústað frá tí almenna, eru ov illa vardir Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eitt notat um viðurskiftini hjá børnum og ungum undir barnaverndarlógini Savnsmynd: Álvur Haraldsen Modelmynd