týsdagur 9. desember 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Sløk 300 føroysk
aliljós til Tasmania
og Ruslands
- Umframt tey 105 aliljósini, sum JT electric hevur selt
alifelagnum í Tasmania, hevur fyritøkan júst sent 105
aliljós til eina alifyritøku í Murmansk í Ruslandi, sigur Rúni
Petersen, søluleiðari hjá JT electric á Kambsdali
Arbeiði
BETONGSAGING TLF. 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,
ventilatiónshol o.a,ring
og fá ein góðan prís.www.
2xj-bygging.com
560056
Bátar og bátaútgerð
Bátaútgerð
8-10. HK. Sabb við
aksilgreiðum. 16. FJ.Furuno
radari og ekkolodd 4 ára gamal.
Línuspæl og 2 oljutystsnellur
við øllum íð hoyrir til. Alt í
góðum standi. Til sølu
447558
Býli í Føroyum
Kamar til leigu
Kamar til leigu í miðbýnum í
Havn Ring tlf 216363
Kamar nær býnum í Havn til
leigu
Í búfelagsskapi vid 3 deilir tú
køk, stovu,grovkøk, vaskikj.,
badirúm og wc. 2325 kr, 1 md.
depositum. Ert tú fridarligur,
drekkur ikki, so ring
317580/287580
Kamar til leigu
Kamar ca. 12 m2, við
atgongd til køk, stovu, bað,
vaskimaskin og internet, til
leigu frá 1.jan.2015. Ring Tlf.
26336414 ella 255449
Hús til leigu
Hús í Kollafirði til leigu frá
1.januar
214361
Lutaseðlar
Jólakalendarin hjá Kiwanis
Rósuni
Hesi nummar eru drigin í
jólakalendaranum hjá Kiwanis
Rósuni: 1235 - 1658 - 2883 -
1564. Vit takka fyri studulin.
314708/314793
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM
SO HEVUR TÚ ALTÍÐ EITT
TÓL SUM VIRKAR.ÓKEYPIS
ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ.
KEYPSRÆTTUR. 40 ,42 OG 55 .
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF
251160
Ymiskt
Heimasíða
Hungrandi kristin? Sí heima
síðuna; www.roddinaveinum.
com
lýsingartorgið
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan
JT
electric
á
Kambsdali hevur saman við
føroyskum
alarum
ment
eitt dygdargott aliljós, sum
er eftirspurt víða um lond.
Higartil
hevur
fyritøkan
selt aliljósini í 11 ymiskum
londum, og millum hesi
eru so fjarskotin lond sum
Tasmania og Rusland.
At JT Electric selir aliljós
av landinum, er tó ikki nak
að nýtt í konseptinum hjá
fyritøkuni, tí longu nógv ár
afturi í tíðini vórðu aliljós av
fyrstan tíð seld alivinnuni í
Chili.
Menning og søla
JT Electric arbeiðir alla tíð
ina við menning av sínum
vørum, men Rúni Petersen,
søluleiðari, sigur, at tað so
sanniliga eisini er umráðandi
hjá fyritøkuni at selja tær
vørur, sum fyritøkan hevur
ment, og sum eru royndar
sum dygdarvørur kring um
lond, bæði nær og fjar.
– Øll lond hava ikki aling,
og tí er talið av londum, sum
vit higartil hava selt aliljós til,
ikki vorðið størri enn 11. Men,
vit arbeiða á marknaðum við
stórum potentiali, og útlitini
eru ógvuliga spennandi.
Rúni sigur, at umframt tey
105 aliljósini, sum fyritøkan
hevur selt alifelagnum í Tas
mania, hevur JT electric júst
sent 105 aliljós til eina alifyri
tøku í Murmansk í Ruslandi.
– Millum ymiskar forvitn
isligar leveringar næsta ár, er
ein levering í januar til eitt
risastórt akvarium í Dubai.
Hetta verður í fyrstu syfti
ikki nøkur stór levering,
men vit hava avtalu um at
selja teimum átta aliljós til
akvariumið.
Ljósini hjá JT hildu
Søluleiðarin vísir á, at tað var
síðsta vár, at JT electric sendi
tey seinastu 100 aliljósini til
alifyritøkuna í Tasmania.
– Hesi alarin - www.
huonaqua.com.au - keypti
fyrst 80 aliljós úr Føroyum.
Tað vísti seg, at tá ein hervi
ligur stormur hevði gjørt um
seg í økinum, vóru aliljósini
hjá okkum tey einastu sum
hildu. Tí valdu alifyritøkan
í samband við útbygging av
alivirkseminum at keypa 100
aliljós úr Føroyum aftrat.
Rúni Petersen sigur, at
JT electric sendi tey seinstu
100 aliljósini avstað í apríl,
og flutningurin tók níggju
vikur.
– So fyrst í juli fingu tey
ljósini í Tasmania og settu
tey upp beinanvegin, leggur
hann aftrat.
Søluleiðarin
sigur,
at
alifyritøkan í Murmansk,
sum herfyri fekk plattar
við 105 aliljósum sendandi
úr Føroyum, ætlar at keypa
fleiri aliljós næsta ár.
– So, hetta sær rættiliga
spennandi út, leggur hann
aftrat.
Rúni Petersen vísir á, at
sølan av aliljósum er rímiliga
jøvn millum Føroyar og út
landið, men á JT electric
eru teir í holt við at byggja
sølulið upp í eitt nú Noregi,
Íslandi, Skotlandi og Chili.
JT electric hevur júst sent 105 aliljós til eina alifyritøku í Murmansk í Ruslandi, og
higartil hevur fyritøkan eisini sent 180 aliljós til eina alifyritøku í Tasmania
Vilmund Jacobsen
Herfyri luttók JT electric
fyri fjórðu ferð á fiski
vinnuframsýningini Pacific
Marine Expo í Seattle.
Meðan stevnan var, vitjaði
Sig Hansen, ein av kendu
skiparunum úr Discovery-
sendirøðini
-
Deadliest
Catch - á básinum.
Á myndini eru tað Rúni
Petersen, søluleiðari hjá JT
electric, høgrumegin og Sig
Hansen, skipari, vinstru
megin.
– Jú, tað var hugnaligt at
hava hann á básinum. Ein
hjálparmaður var eisini við
honum. Sig Hansen segði,
at teir hava undirskrivað
Deadliest Catch-sendingar
yvir fýra ár aftrat. Meðan
hann vitjaði, segði hann, at
hann fór at tosa við sjón
varpsstøðina um at fáa
møguleikar at hava okkara
trolkamera live við í sendi
røðini.
Rúni Petersen vísir á, at
sjálvandi er ivasamt, um
nakað verður av hesum,
men her høvdu ymiskir
nýggir møguleikar verið
hjá teimum, sum veiða
krabba - og eisini hjá mongu
hyggjarunum, sum send
ingin hevur á Discovery.
– Trolkameraið, sum nú
eisini verður tráleyst, hevði
sjálvandi havt sín týdning í
veiðini, soleiðis at skipari
og manning sóu havbotnin.
Í aðrar mátar hevði eisini
borið til hjá hyggjarum at
sæð, hvussu krabbin gongur
inn í rúsurnar, meðan tær
standa.
13 skiparin
Rúni Petersen sigur, at JT
electric seinnu árini hevur
selt 13 komplettar skipanir
við trolkarmeranum í økin
um, har Pacific Marine
Expo verður hildin - og í
USA annars.
– Tað nýggjasta við
trolkameranum er, at eitt
skip hjá Royal Greenland í
løtuni ger royndir við trá
leysum trolkamera, og tað
eru nógv skip og reiðarí,
sum bíða eftir, at vit fara
at marknaðarføra tráleysa
kameraið, sigur søluleiðarin
hjá JT electric.
Ein av kendu skiparunum úr Discovery-sendirøðini
- Deadliest Catch - á básinum hjá JT electric í
Seattle. Á myndini eru tað Rúni Petersen, søluleiðari
hjá JT electric (v.m.) og Sig Hansen, skipari
Rúni Petersen og Stig
Hansen í Seattle
Í Seattle hevði JT electric vitjan
av einum av kendu skiparunum
úr kendu og vælumtóktu
sendirøðini - Deadliest Catch