Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jóannes Hansen Hjálp! - tað eru jól Soleiðis er heitið á fittari bók, sum júst er útkomin. Bók­in er knappar hundrað síður, og innihaldið er jóla­ upp­skriftir. Hon er flokkað í tríggjar partar – um jóla­mat, um jólaprýði og um jóla­ gávur. Tað er y flokkurin, sum fór undir útbúgvingina í summar, sum gevur út. Tey verða nevnd 14y. Tey fjala ikki, at orsøkin til, at flokk­ urin fór at arbeiða við hug­ skot­inum at geva bók út, var, at tey beinan­vegin eftir at tey í summar fóru undir lest­ urin, fóru at tosa um náms­ ferðina, sum tey sambært ásetingunum skulu á, og sum plagar at vera á skránni á heysti triðja lestrarárið. Náms­ferðin hjá hesum flokk­ inum verður á heysti í 2016. – Fyrstu ferð, tá ið vit tos­ að um, hvørji tiltøk vit skuldu fara undir fyri at savna pen­ ing, so samdust vit skjótt um, at tað skuldi ikki bara vera tað traditionella við skava og vinn og lutaseðlum, bingo og so víðari. Læararin í føroyskum hjá okkum, Hall­gerð Akurstein, stuðlaði okk­um at taka stigið at fyri­ reika bókaútgávu, og síðani hava vit í flokkinum arbeitt við innihaldinum, sum nú er vorðið til hesa bók­ina, greiða tey frá, meðan vit í vetrarveðrinum mána­dag­in fyrireika myndatøku uttan fyri skúlan á Kambsdali. Hvat rokna tit so við at fáa burturúr? – Vit hava longu fingið spennandi royndir, sum vit heilt víst fáa gagn av. Kostn­ aðurin fyri at gera bókina hevur ikki verið so ógvuliga stórur, tí vit hava tryggjað okkum fleiri stuðlar. Hvussu nógv vit fara at fáa burturúr valdast sjálvandi um, hvussu nógv eintøk vit fara at selja. Sjálvi halda vit, at hetta er ein fitt og góð bók fyri 150 krón­ ur. Innihaldið í hesi bókini er um fyrireiking til jóla. Vit halda, at hetta hevur verið so huga­ligt, at møguleikin at geva eina bók út aftrat hevur verið nevndur. Vit hava onkra hugsan um, hvat næsta bókin skal snúgva seg um, men tað bíða vit at siga nakað um, inntil tað verð­ur greitt, um hon verður veru­ leiki. Og hvussu løgdu tit ar­ beiðið til rættis við bókini? – Tá ið vit høvdu tikið avgerðina at gera eina bók. So valdu vit eina bókanevnd. Silvia Súnadóttir Kristiansen og Dögg Tyril vildu fegnar manna bókanevndina, so tær hava havt ábyrgdina. Mamma Dögg, Kristfríð, er foto­graf­ur og rekur Momo. Hon hev­ ur tikið allar tær fínu lit­ myndirnar, og for­eldrini hjá Silviu, Eyð­ gerð og Súni Kristian­sen, hava rættlisið tekstin. Hvør hevur leikluturin hjá hinum næmingunum so verið? – Tað eru vit báðar, sum hava havt ábyrgdina av pro­ jekt­inum, og so hevur tað verið okkara avbjóðing at halda floksfeløgunum til. Upp­runaliga skuldu vit øll koma við trimum uppskotum til uppskriftir. Uppgávan hjá okkum var so at velja, hvørj­ ar skuldu við í bókina. Tá ið tað var avgjørt, so lutaðu vit út á floksfelagarnar at syrgja fyri, at uppgávurnar vóru gjørdar klár­ar at taka mynd av – eitt nú at baka - og tá ið tað var liðugt og avmyndað, so hugnaðu vit okkum í flokkinum við úrslitinum. Ein annar setningur, sum floksfelagarnir skuldu taka sær av, var at finna stuðlar, og tað eydnaðist so mikið væl, at útreiðslurnar av prenti og tí, sum hevur við tað at gera, eru avmarkaðar. Tað ber so aftur við sær, at vit fáa sjálvi stóran part av inntøkunum fyri bókasøluna, siga Dögg Tyril og Silvia Súnadóttir Kristansen, sum manna bóka­nevndina. Tær báðar, Dögg Tyril og Silvia Súnadóttir Kristansen, hava sett bókina upp, og Estra hevði prentumsitingina. Bók­ in er at fáa í flestu bygdum í Eysturoy og í Klaksvík, og hon fæst eisini í Pier í høv­ uðs­staðnum. – Vit hava so stutt síðani fingið bókina, so vit vita ikki enn, hvussu móttøkan verður. Tað fæst at síggja tær báðar næstu vikurnar. Men longu nú hava vit fingið tað burturúr, at samanhaldið í flokkinum er munandi styrkt, tí vit hava øll verið upptikin av hesi avbjóðingin, sum vit hava staðið saman um, siga tey í 14y á Kambsdali, sum eru at finna á facebook, har pro­filurin eitur Hjálp – tað eru jól. Skúlaflokkur gevur bók út Eftir at hava verið á skúlanum síðani miðjan august gevur 14y á Kambsdali nú bók út við jólatemum 14y á Kambsdali avmyndað við snøggu bókini