týsdagur 9. desember 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu
samkendslu, tá kæri pápi, abbi, langabbi og verfaðir
okkara
Kristen Johannes Johannesen,
í Guttastovu
Leirvík
f. 17.07.1924 d. 18.09.2014.
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Ellis-og
Røktarheiminum í Runavík, sum tóku tykkum so væl
av Kristini, ta tíð hann búði á heiminum. Somuleiðis
takka vit øllum, ið vitjaðu hann.
Tøkk til Regin Høgnesen, fyri troystarrík orð
í kapellinum, til Havstein Klein prest og Eilin
Andreasen í Leirvíkar kirkju.
Tøkk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, ið vóru
um hann til seinast.
Somuleiðis tøkk til sangarar, berarar, gravarar,
kirkjutænarar og tykkum sum hjálptu so væl við
ervinum.
Takk øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferðini. Takk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Ellis- og Røktarheimið í Runavík.
Við ynski um Harrans ríku signing, verður ynskt
øllum eini gleðilig jól.
Familjunnar vegna
Suni, Jórun, Oddma, Ása, Tom, Kára, Jákup
Arabo og Kaj
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt
sýndu samkensku, tá okkara kæra systir
Rósa Bjarnason Højgaard
ættað av Skála
búsitandi í Havn
f. 22.12.1950 d. 03.05.2014.
andaðist og varð jarðað.
Takk til Ann Dahl Hansen, prest, fyri vøkur orð í
kapellinum, og takk fyri vakran sang og spæl.
Takk til Símin P. Jacobsen, prest, fyri góð orð
í kirkjuni, og takk til kirkjutænarar, berarar,
sangarar og gravara. Takk fyri blómur, kransar og
peningagávu til Sambýlið í Børkugøtu. Takk til
tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið.
Eina serstaka takk veita vit starvsfólkum og
búfólkum í Børkugøtu, fyri at tit altíð vóru so góð
við Rósu.
Hjartaliga takk øll somul, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Systkini við familju
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara elskaða dóttir og systir
Jóhanna Martinsdóttir Kúrberg
f. 04.07.1990 d. 11.04.2014
Eiði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Sjúklingahotellið Tórshavn og tykkum,
ið vóru um okkum í Keypmannahavn.
Tøkk til Emil prest fyri góð og troystarrík orð.
Somuleiðis tøkk fyri sangin í kirkjuni og á grøvini.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar
og organist. Tøkk fyri kransar og peningagávur.
Tøkk øll tit, sum bakaðu og hjálptu til við jarðar-
ferðina og ervið, og ikki minst takka vit øllum
tykkum mongu, sum fylgdu Jóhannu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hertha, Martin og børnini
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá elskaða mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma okkara
Elsa Olsen
Klaksvík
f. 28. mars 1918 d. 1. mai 2014
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk til Norðoya Røktarheim fyri tykkara
umsorgan, og deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri
alla tykkara hjálp og umsorgan, tit vístu henni og
okkum hennara seinastu tíð.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum ringdu, bakaðu og á
annan hátt vístu okkum umsorgan. Takk fyri blómur,
kransar og peningagávur til Christianskirkjuna. Takk
til Eyðun Elttør fyri góð orð í kapellinum, og Hanus
á Gørðum, prest, fyri góð orð í kirkjuni og á grøvini.
Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar,
og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til
tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Steinvør, Michael, Annebeth, Katrin og Sørmund
60 ára
føðingardagur
Fríggjadagin 9. januar
2015, verður Ludvík
Petersen (Bilfríðk
an) seksti. Dagurin
verður hildin á Hotel
Føroyum sama dag kl
18:00. Skyldfólk, vinir,
óvinir, kenningar og
fyrrverandi viðskiftafólk,
sum vilja gleðast og
hugna sær saman við
honum hendan dagin,
verða biðin um at siga frá
innan 2. januar á telefon
217300 <tel:217300> -
217308 <tel:217308> ella á
telduposti LP@ognir.fo
80 ára
føðingardagur
Mikudagin
10.
des.
verður Torborg Han
sen á Toftum 80 ár.
Dagurin verður hildin
saman
við
teimum
nærmastu.