týsdagur 9. desember 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141
ítróttur
Jóannes Hansen
Ivaleyst
hevur
Jónhard
Frederiksberg sett met í før
oysku landskappingini, sum
tað verður torført hjá øðrum
útispælarum at gera nakað
við.
Sambært yvirlitinum hjá
faroesoccer.com vóru tað
fýra spælarar, sum vóru á
vøllinum í øllum 27 umfør
unum á tamb. Talan er um
tveir málverjar – Andras
Gango hjá NSÍ og Meinhardt
Joensen hjá KÍ – og tveir
verjuspælarar.
Annar
teirra er Víkinga miðvern
Erling Jacobsen, og hin er
høgri voingverjin hjá NSÍ –
Jónhard Frederiksberg.
Umframt
hesar
fýra
omanfyri nevndu er ein
annar spælari skrásettur at
hava verið á vøllinum í 2430
minuttir, sum er 27 ferðir
90 minuttir. Tað er høgri
vongverjin hjá B36, Høgni
Eysturoy. Men hann var eina
ferð útskiftur. Tað var í 13.
umfari, tá ið B36 á heimavølli
vann 3-0 ímóti B68. Tá varð
Høgni Eysturoy útskiftur,
eftir at vanliga leiktíðin var
farin. Hinir fýra omanfyri
nevndu vóru hvørja ferð
millum teir fyrstu ellivu, og
teir vóru ongantíð útskiftir.
Jónhard er
ógvuliga drúgvur
Tað er heilt merkisvert,
hvussu drúgvur 34 ára gamli
høgri vongverjin hjá NSÍ
hevur verið. Hann hevur ver
ið í byrjunaruppstillingini
allar landskappingardystir
nar meiri enn seinastu fimm
árini. Hann varð skiftur út í
36. minutti, tá ið NSÍ á norð
oyastevnu í 2009 vann 2-0 í
Klaksvík. Hetta var 1. juni og
í tíggjunda umfari, og so var
hann burtur frá í fýra umfør.
18. juli var Jónhard aftur mill
um teir fyrstu ellivu hjá NSÍ.
Hetta var í fimtanda umfari
í 2009, og síðani hevur hann
hvørja ferð verið millum teir
fyrstu ellivu.
Tað vil siga, at hann hevur
verið á vøllinum í øllum
dystunum í øllum kappingar
árunum 2010-2014 umframt
trettan tey síðstu umførini í
2009. Samlaða talið av lands
kappingardystum á rað, sum
Jónhard
Freederiksberg
hevur verið á vøllinum alla
tíðina á tamb er harvið 148!
Hetta er bara møguleiki,
tí
Jónhard
hevur
verið
heppin og ikki verið skadd
ur, og tí hann hevur megnað
kappingarár eftir kappingar
ár at sleppa undan reyðum
kortum, sum beinanvegin
bera leikbann við sær, og at
sleppa undan gulum kortum
í einum tali, sum ber leik
bann við sær.
Bjarni drúgvastur
av øllum
Málverjar eru ofta drúgvari
enn útispælararnir. Andras
Gango hevur spælt mest
sum alla tíðina, síðani hann í
2006 kom til Føroyar og ÍF, og
René Tórgarð og Meinhardt
Joensen hava eisini verið
sera drúgvir.
Drúgvastur
av
øllum
málverjunum hevur Bjarni
Johansen verið. Í bestu
deildini vardi hann málið hjá
VB og VB/Sumba allar lands
kappingardystirnar í bestu
deildini frá 1995 og fram til
2004. Hesi árini fevndi kapp
ingin um 18 átjan umfør. Tað
vil siga, at Bjarni Johansen
spældi 162 landskappingar
dystir á rað – umframt í
tveimum dystum um upp- og
niðurflyting.
fótbóltur
Jónhard er altíð á vøllinum
Fýra spælarar vóru á vøllinum allar 27 landskappingardystirnar á tamb í farna kappingarári
AB
Jónas Stenberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2187
B36
Høgni Eysturoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Lukasz Cieslewicz . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2427
Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2364
Alex Mellemgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2347
B68
Hákun Edmundsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2299
EB/Streymur
Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2336
Niels Pauli Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2310
HB
Eingin
ÍF
Dánjal á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2010
KÍ
Meinhardt Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Ndende Adama Guéye . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2396
NSÍ
Andras Gango . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Jónhard Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2422
Andy Ó. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2026
Skála
Petur Pauli Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2348
Ólavur Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2248
Holgar Durhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2209
Víkingur
Erling Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2376
Hanus Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2368
Spælarar, sum í 2014
vóru við í øllum 27
dystunum og minutttalið
Mynd: Álvur Haraldsen