hósdagur 11. desember 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eftir viðgerð í løgtinginum og í
løgtingsins mentanarnevnd kann
staðfestast, at politiskur vilji ikki
er við lóg at áleggja Mentamála
ráðnum at lýsa 25. mars um móður
málsdag.
Grundgevingarnar hjá meiri
lutanum eru, at tað ber til at skipa
fyri móðurmálsdegi, uttan at hetta
verður gjørt við at lýsa ein almenn
an hátíðardag afturat.
Meirilutin mælir til at brúka teir
møguleikar, sum longu eru at skipa
fyri einum árligum móðurmálsdegi
tann 25. mars, tó uttan at hetta verð
ur lýst av Løgtinginum. Tey siga,
at landsstýrismaðurin hevur sum
er møguleika fyri at geva stovn
unum boð um, at skipast skal fyri
degnum, og tí mæla tey frá at sam
tykkja uppskotið frá Gunvør Balle
úr Tjóðveldi.
Tað er rætt, at onnur hava skip
að fyri móðurmálsdegi, uttan at
tað er gjørt við lóg. Í 2012 gingu
Sosialurin, Nám, Kringvarpið, Før
oyska málnevndin, Dimmalætting
og Mentamálaráðið saman um at
hátíðarhalda 25. mars sum móður
málsdag. Dagurin 25. mars – mariu
messa á vári – er ikki tilvildarliga
valdur, heldur enn 21. februar, sum
ST hevur lýst sum alheims móður
málsdag til tess at varðveita málsliga
margfeldið í heiminum. 25. mars er
føðingardagur Hammershaimbs.
Og tað er eitt gott val, tí eingin
eigur so stóran heiður fyri, at vit
varðveittu og endurskaptu móður
málið, sum júst Vencelslaus Ulricus
Hammershaimb.
Fyriskipararnir av móðurmáls
degnum í 2012 søgdu, at nú skuldi
móðurmálið setast í miðdepulin ein
fastan dag, 25. mars.
Nógv er sagt og skrivað um
Hammershaimb, og við móðurmáls
degnum var ætlanin at varpa nýtt
ljós á týdningin at brúka eitt gott og
livandi mál í almenna rúminum.
At hava góðan hugburð til málið
er at stuðla hvør øðrum. Og her er
tað, at móðurmálsdagurin kann
seta mál og málrøkt í hásæti í
nakrar dagar, sum gera okkum øll
tilvitað um móðurmálið og tess
týdning.
Í Miðlahúsinum vilja vit fegin
hava móðurmálsdagin – um ikki
við lóg, so uttan lóg. Vit taka tí
meirilutan í mentanarnevndini
upp á orðið og bjóða okkum aftur
at vera við til at skipa fyri móður
málsdegnum 25. mars í 2015.
200 ára dagurin hjá Hammers
haimb í 2019 er eitt gylt høvi at
varpa serligt ljós á móðurmálið.
Hann hevur uppiborið heiðurin –
og okkum øllum tørvar ein slíkan
dag.
Vit bjóða okkum fram at
skipa fyri móðurmálsdegnum
Vilja hava móðurmálsdag
Kringvarp Føroya gevur nú
út allar 13 partarnir í røðini
“Minnist tú enn”. Umframt
sjálvar sendingarnar eru eis
ini eykafløgur og bóklingar
lagdir við sum framíhjá
ágóði.
Á serstakari DVD-fløgu eru
í alt 40 tónleikaframførslur
savnaðar. Talan er um bein
leiðis framførslur í sjónvarps
sendingum og serlig sjón
bandsløg, sum Kringvarpið
og onnur hava framleitt.
Á aðrari fløgu eru í
alt tjúgu sangir savnaðir.
Hetta er bæði savnsgull úr
útvarpskjallarinum og sang
ir, sum higartil hava ljóm
að av plátuspælarum og
kassettubandsspælarum,
men sum ikki eru komnir
undir fløgugeislar fyrr enn
nú. Harumframt eru eisini í
alt tríggir bóklingar við fjøl
broyttum innihaldi lagdir
við.
Stór verkætlan
Sendirøðin
"Minnist
tú
enn" er ein av teimum heilt
drúgvu hjá Kringvarpi Før
oya. Byrjað var í 2010, tá ið
fimm partar vórðu gjørdir.
Hildið varð fram í 2013,
tá átta partar vórðu gjørdir
aftrat. Sendirøðina, sum lýsir
rútmisku musikksøguna í
Føroyum í hálva øld, hava
Suni Merkistein og Hans
Petur Hansen sett saman.
Aftrat teimum hava Jón
McBirnie, Finnur Hansen og
Brian Samson mannað tað
fasta framleiðsluliðið.
Í trettan sendingum verð
ur gongdin innan fólksliga
undirhaldstónleikin í Før
oyum lýst frá miðskeiðis í
50-árunum og fram í nýggju
øldina.
Nógv
spennandi
hendir á leiðini. Tey rák í
musikkinum, sum birtast úti
í heimi, fáa sum frá líður ein
føroyskan búna. Frá teimum
romantisku føroysku sang
unum
í
50-árunum
til
beattónleikin
í
60-unum,
fólkatónleikin, poppin og
Perlujazzin í 70-unum, tann
lívskáta
blandingspoppin
í 80-unum, tungmálmin og
Prix Føroyar í 90-unum, og
altjóða
frambrotini
eftir
aldamótið, verður farið á
eina ógloymandi ferð inn í
fólksliga føroyska mentan,
sum vekir kær minni. Við
skiftandi tíðarmyndum verð
ur tónleikasøgan rammað
inn.
Eitt útgávuátak verður í
Reinsarínum fríggjadagin 12.
desember kl. 16.00.
Tónleikasøga út á dvd
Føroyskt
í danskari
jólabók
Lætt og Leskiligt
síða 10-11
Menning
heldur enn
stagnatión
Jens L. Thomsen
Mentan síða 4-5
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, partvís
kavi, mánadagin minni vindur
av vestri og yvirhøvur turt. Hitin
millum 1 og 5 stig.
Veðrið hósmorgunin:
Eitt djúpt lágtrýst, 958 hPa. í
landnyrðing úr Føroyum stendur
mestsum í stað og grynnist.
Veðrið fríggjanáttina:
Lágtrýstið í landnyrðing úr
Føroyum grynnist spakuliga.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapartin:
Hvassur vindur upp í skrið av norði
og kavaælingur. Hitin millum 1
og 4 stig.
L
F
LEYGARDAGIN
HÓSDAG
FRÍGGJADAGIN
15-20 m/s
20-25 m/s
20-25 m/s
15-20 m/s
20-25 m/s
20-25 m/s
Skrið ella stormur av norði
og kavaælingur. Hitalagið um
frostmarkið.
Hann minkar vindin niður í frískan
vind av vestri og útsynningi og
yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og
7 stig.