hósdagur 11. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barnaverndartænastan
onki skrásett úrslit
Eftirlitið við valdsnýtslu ikki nóg væl skipað
Árni Gregersen
Barnaverndartænastan
hevur seinastu fimm árini
kostað landinum 90 millión
ir krónur. Kortini finst onki
skrásett um, hvørji úrslit eru
komin burtur úr arbeiðnum.
Tað
staðfestir
Lands
grannskoðanin, sum hevur
gjørt eitt notat til Løgtigns
grannskoðararnar um økið
Børn og Ung. Her er talan
um børn og ung frá 0 til 18 ár.
Tað
er
høvuðsbarna
verndarnevndin, sum hevur
ábyrgdina av, at børn koma
á rættan stovn, tá ið hetta
verður avgjørt.
Landsgrannskoðanin
heldur, at tørvur er á størri
kunnleika um úrslit og árin
av, at myndugleikarnir taka
yvir umsorganina av børn
um. Tørvur er á greiningum,
sum kunnu staðfesta um bú-
og viðgerðartilboðini eru tey
røttu, og sum kunnu vera
við til at menna tilboðini, so
leiðis at tað einstaka barnið
fær best møguliga hjálp.
Landsgrannskoðanin
mælir til, at tað er viðkom
andi at lýsa, hvørjar við
gerðir hava ávirkan á børnini
á stovnum og at tað verður
gjørt soleiðis:
• orsøk til umsorganar
yvirtøku,
• miðal longd av einum
uppihaldi,
• tal av børnum, ið hava
fingið eitt »betri« lív aftan
á bú- og viðgerðartilboð,
• um børnini klára fólka
skúlan og/ella at fáa sær
útbúgving, og
• um nøkur koma út í
kriminalitet, misbrúk,
sjálvmorð e.a.
Stór uppgáva
Barnaverndartænastan hev
ur eina ómetaliga stóra upp
gávu, tí hon skal syrgja fyri,
at tá ið boðað verður frá,
at børn ella ung liva undir
viðurskiftum, sum kunnu
skaða tey ella forða teirra
menning, skal tænastan fara
til verka. Hetta skal barna
verndin eisini taka upp av
sínum eintingum, um hon í
aðrar mátar fær kunnleika
til slík viðurskiftir.
Tað stendur eisini í lógini,
at
barnaverndartænastan
skal stremba eftir at hava
góð viðurskifti við tann ella
tey, sum hava foreldramynd
ugleikan hjá børnum og
ungum og um neyðugt seta
tiltøk í verk, sum bøta um
viðurskiftini.
Tað høvuðsbarnaverndar
nevndin, sum tekur støðu, tá
ið talan er um umsorganar
yvirtøku
og
um
sam
verurætt. Hon tekur eisini
endaliga støðu, tá samtykki
ikki er fingið frá teimum
sum hava foreldramyndug
leikan, ella tá ið ung yvir 15
ár ikki hava givið samtykki
til, at tey skulu hava bú- ella
viðgerðartilboð.
Málsgongdin
Landsgrannskoðanin kann
aði í 2012 málsgongdina hjá
høvuðsbarnaverndarnevnd
ini. Kanningin var gjørd av
teimum málum, sum við
víkja børnum, sum vóru inn
skrivað á bú- og viðgerðar
stovnar í apríl 2012.
Børnini vóru fimm til 18
ára gomul. Talan var um 17
mál.
Í lógini um barnavernd
er neyvt ásett, hvørjar upp
lýsingar skulu vera í slíkum
málum:
• frágreiðingar,
• upplýsingar frá kann
ingum,
• innheintaði skjøl,
• ætlan fyri barnið,
• samtykki,
• aðrar upplýsingar um
veruligu umstøðurnar,
• tilmæli um fyriskipan
• og grundgeving fyri ávísu
fyriskipanini.
Avgerðin
hjá
Høvuðs
barnaverndarnevndini skal
vera skjalfest.
Landsgrannskoðanin
staðfestir, at tað er ymiskt,
hvussu málini eru lýst, og at
ongi mál eru eins. Tilmælir
og frágreiðingar vóru í øllum
17 málunum, har mælt var til,
at seta barnið á samdøgur
stovn hjá landinum.
Landsgrannskoðanin
staðfestir, at meira enn
helvtin av teimum innskriv
aðu børnunum vóru sjúku
greinað at hava ADHD3,
ADD4 ella menningartarn.
Samanumtikið
heldur
Landsgrannskoðanin,
at
málini eru nóg væl lýst.
Barnaverndartænastan hevur seinastu fimm árini kostað 90 milljónir krónur.
Landsgrannskoðanin finst at, at ongi skrásett úrslit eru av arbeiðnum
Valdsnýtsla móti børnum og ungum skal altíð frá
boðast og skrásetast, men eftirlitið er ikki nóg gott
Árni Gregersen
Børn og ung, sum eru inn
skrivað á samdøgurstovnar
gjøgnum
barnaverndina
mugu ikki koma undir
valdsnýtslu.
Valdsnýtsla
er
m.a.
óvirðilig
viðgerð,
likam
lig revsing, likamlig valds
nýtsla og avbyrging.
Undir valdsnýtslu kem
ur eisini kanning av sam
skifti hjá børnum og ung
um, uttan so at illgruni er
um rúsevnismisbrúk ella
líknandi.
Tá ið Landsgrannskoð
anin kannaði økið Børn
og Ung vístu skjølini hjá
Almannaverkinum, at 18
mál um valdsnýtslu eru
skrásett síðani 2006.
Almannaverkið
hev
ur eftirlit við, at stovnar
nir verða riknir samband
kunngerð,
men
Lands
grannskoðanin finst at, at
stovnurin hevur latið hetta
eftirlit til onnur.
Tá ið spurt var um,
hvussu ofta Almannaverkið
ger eftirlit á hvørjum stovni
sær, vísti Almannaverkið til,
at hetta eftirlit bert er tað
námsfrøðiliga og tað heilsu
fakliga eftirlitið.
Einasta
heilsufakliga
eftirlitið var í 2011,og har
verður ikki nevnt nakað um
valdsnýtslu.
Í september 2012 var eitt
námsfrøðiligt eftirlit. Har
stendur at ein til tveir til
burðir av valdsnýtslu hava
verið um mánaðin, meðan
eitt barn hevur verið fyri
valdsnýtslu dagliga.
Landsgrannskoðanin
heldur, at upplýsingarnar í
eftirlitsfrágreiðingini sam
svara ikki við, hvussu nógv
ar
fráboðanir
Almanna
verkið hevur skrásett um
valdsnýtslu.
Sambært
Almanna
málaráðnum kann orsøkin
vera, at í nøkrum førum
er krav um fráboðan og
í øðrum førum er bert
krav um skjalfesting, og at
Landsgrannskoðaninhevur
helst einans fingið upplýst
ta
fráboðaðu
valds-
nýtsluna.
Almannaráðið
hevur
boðað frá, at reglurnar um
valdsnýtslu eru herdar og at
øll valdsnýtsla skal boðast
frá í trivnaðardeplinum hjá
Almannaverkinum.
Eisini er eitt umfarsskriv
gjørt til starvsfólk og av
varðandi, sum greitt sigur,
hvørji rættindi børn og ung
á
samdøgurstovnunum
hava.
90 milliónir brúkast